hósdagur 7. mai 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. mai 2015
sosialurin 52
36
ítróttur
Tróndur Arge
L
iðið er sett upp í eina 4-4-
2 uppstilling. Hetta fyri
at geva eins nógv pláss
til miðverjar, bakkar,
miðvallarar, vengur og áleyparar.
Summir spælarar hava flutt nógv
pláss. her kunnu nevnast spælarar
sum Jóhan Troest Davidsen, ið hevir
spælt á nakað á høgra bakki og í
miðverjuni. Tí er eisini trupult at
seta ávísar spælarar á eitt ávíst pláss.
Tað hava eisini verið fleiri leik
bann, ið telja nógv fyrsta triðingin.
Millum annað Lukasz Cieslewicz, ið
sat uttanfyri í tríggjar dystir. Tað er
ein triðingur av fyrsta triðinginum.
Tað telur nógv niður.
Hetta er so okkara boð upp á
ársins lið higartil:
Málverji
Tórður
Thomsen
B36
Tórður Thomsen hevur spælt allar
minuttirnar fyri B36 higartil í ár. B36
er liðið, sum hevur latið fæst mál inn.
Bara tíggju ferðir hevur mótstøðuliðið
hjá B36 skorað. Hetta lýsir eisini væl
avrikini hjá málverjanum hjá B36.
Tey hava verið sannførandi og tí er
Tórður eisini málverji á liðnum.
Onnur uppskot:
Teitur M. Gestsson (HB),
Ivan Stojkovic (TB)
Høgri bakk
Johan
Jacobsen
NSÍ
Johan Jacobsen skifti í vetur til
NSÍ, har hann tykist passa væl inn.
Hann hevur verið eyðsýndur í bæði
verjuspælinum og í álopsspælinum,
har hann hevur átti lut í uppspælinum
til fleiri mál. Hann eigur sín lut í góðu
gongdini hjá NSÍ.
Onnur uppskot:
Høgni Eysturoy (B36)
Miðverji
Odmar Færø
B36
Her er ongin ivi. Allir hava Odmar
á sínum lista. Hann hevur verið ein
klettur í verjuni hjá B36. Hann er
sterkur og sera skjótur eftir føroysk
um mátistokki. Hann er drúgvur í tví
dystunum og hevur tikið ein leiðara
leiklut á seg.
Miðverji
Jóhan Troest
Davidsen
HB
Hetta er eitt meiri umstrítt val, tí
Jóhan hevur spælt fleiri dystir á
høgra bakki. Hóast HB ikki hevur
spælt serliga væl, so eru bara 12 mál
farin ígjøgnum. Av teimum fýra í verj
uni hjá HB, so er Jóhan tann sterkasti
miðverjin. Tí vann hann kapprenn
ingina um at kom á liðið hesaferð.
Onnur uppskot:
Christian Ibeagha(FC Suðuroy),
Erling Jacobesen(Víkingur),
Atli Gregersen(Víkingur)
Vinstri bakk
Andri Freyr
Björnsson
TB
TB hevur tikið tey flesti á bóli og
liggur miðskeiðis á stigatalvuni. Teir
eru óvanliga drúgvir og hava bara
tapt tveir dystir. Verjan eigur sín stóra
lut í hesum, har bara 12 mál eru farin
ígjøgnum. Tí hevur TB í Andri fingið
eitt umboða á liðnum. Íslendingurin
hevur spælt allar minuttirnar og
tykist tala væl til stríðsandan á
liðnum.
Onnur uppskot:
Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ),
Hanus Jacobsen(Víkingur)
Miðvallari
Róaldur
Jakobsen
B36
Er helst besti miðvallarin í føroysk
um fótbólti í løtuni. Hann er spæl
skiparin á liðnum, sum fær alt at
hanga saman. Hann tykist tó hava
økt um vilja at renna og berjast á
miðvøllinum. Nakað, sum ger hann
enn meiri upplagdan til landsliðið.
Her var ongin ivi.
Fótbóltur EÍtróttartoymið hjá Sosialinum hevur sett
ársins lið í Effo-deildin fyri fyrsta triðingin. Sum altíð,
so er talan um subjektivar meiningar. Á fleiri plássum er
ósemja og tí nevna vit eisini teir spælararnar, sum hava
verið í uppskotið til eitt pláss á ársins liðið 2015 higartil
Ársins lið