Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2015 sosialurin 52 37 Miðvallari Hákun Edmundsson NSÍ Hevur tikið eitt stórt stig í ár, har hann hevur sett seg á miðvøllin hjá NSÍ. Hann hevur yvirhálað allar hinar spælararnar á miðvøllinum hjá NSÍ. Er tryggur á bóltinum og arbeiður hart í verjustøðu. Satt uttanfyri móti B36 og tá NSÍ miðvøllin. Spennandi um hendan menningin heldur fram. Onnur uppskot: Lukasz Cieslewicz(B36), René Shaki Joensen(HB), Súni Olsen(Víkingur), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Reynir Magnússon (TB) Høgri vongur Árni Frederiksberg NSÍ Hevur ikki havt sín allarbesta triðing fyri NSÍ, men hevur alíkavæl verið avgerandi fyri góðu gongdina. Hann er knappur við innleggunum og tað tykjast, sum hini liðini nú leggja nógv fyri, at steðga vonginum. Rakar hann toppin nú, so verður spennandi um NSÍ klárar at halda fram við góðu gongdini. Onnur boð: Jákup á Borg (B36) Vinstri vongur Hans Pauli Samnuelsen B36 Skuldi líka finna seg til rættis í nýggja felagnum, men hevur síðani prógvað, at hann eisini kann spæla í øðrum enn bláum og svørtum. Hans Pauli hevur verið drúgvur í leiklutinum upp uppleggjari, umframt at hann hevur fingið fýra mál. Onnur uppskot: Jónhard Frederiksberg (NSÍ) Álop Klæmint A. Olsen NSÍ Toppskjúttin í Effo-deildini er sjálvskrivaður á liðnum. Hann hevur verið høvðusorsøkin til oddasessin hjá NSÍ. Hann skorar móti liðnum av øllum styrkjum og arbeiður hart fyri liðið. Eitt lætt og sjálvskrivað væl á lið­num. Álop Finnur Justinussen Víkingur Her eru fleiri um boðið, men Finnur hevur munin við sínum átta málum. Hann kom ikki í gongd beinanvegin, men hevur nú funnið stevið. Hann hevur munin á spælum sum Albert Adu, Mamuka og liðfelagnum Andreasi Lava Olsen. Onnur uppskot: Albert Adu (TB), Mamuka (FC Suðuroy), Andreas Lava Olsen (Víkingur) Venjari Trygvi Mortensen NSÍ Trygvi Mortensen er greitt fyrsta val sum venjari. Hann hevur vunnið NSÍ 21 stig í fyrsta triðinginum. Tað hevur hann megnað við einum hópi, sum hevur sum mál at røkka fjórða plássinum. Umframt tað, so er tað gjørt við góðum fótbólti. Onnur uppskot: Páll H. Guðlaugsson (TB) fyrsta triðingin Myndir: álvur haraldsen