Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2015 sosialurin 52 38 Ikki við: Jónas Tór Næs (økslin), Alex Mellemgaard (lærkrikin) Ivasamur: Hanus Thorleifsson Við aftur: Høgni Eysturoy (eftir sjúku), Jákup á Borg (eftir sjúku) Ikki við: Pál M. Joensen (knæið, óvist), Arnbjørn Hansen (fipur, 1-2 vikur) Ikki við: Atli Gregersen (Leikbann, 2 leikdagar), Hans Jørgen Djurhuus (Kjálkabeinið, ógreitt hvussu leingi) Ikki við: Jens Joensen (knæið, óvist) Jonhard Frederiksberg (rivjabeinini, 1-2 vikur) ivasamur: Leif Niclasen (skinnabein), Jens Michael Jensen (lyska) Jóannes Hansen S unnudagin varð punktum sett fyri fyrsta triðingin av hes­um kappingarárinum. Í sær sjálvum er tað sigur fyri føroyska fótbóltin, at tað hevur eydnast at avgreiða allar 45 dystir­ nar. Síðsta heyst góvu feløgini til kennar, at tey heldur vildu spæla í lands­kappingini í mars enn í oktober. Hetta varð tikið við, tá ið kappingin varð løgd, og í sær sjálvum er tað ein sigur, at tað í ár eydnaðist bæði í mars og apríl hjá fótbóltinum at krússa veturin og hóttanina frá kava og kulda av. Orsaka av nýggju skránni fóru feløgini undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið væl undan árs­ skift­inum. Tað vóru tey, ið ivaðust, tá ið tað í handavend í 2005 varð tikin av­gerð um at víðka kappingina úr 18 og upp í 27 umfør. Tíggju ár seinni tykist samfeld semja vera um, at tann avgerðin var eitt plettskot. 2004 var síðsta árið við 18 umførum. Tá varð farið undir landskappingina 21. apríl. Frammanundan høvdu feløg­ini í meiri enn ein mánað verið í bólkaspæli í kappingini um løg­ mans­steypið. Sammett við lands­ kappingardystirnar, sum nú hava verið á skránni í átta vikuskifti, kendist tað lítið motiverandi og spenn­andi. Longu í kvøld verður sjøtil sett­ur á annan triðingin av hesum kapp­ ingar­árinum. Oyggjauppgerð verður í Fugla­firði, har toppliðið vitjar. Í morgin verður fara meistararnir í B36 at vitja á Vágseiði, og sunnudagin eru hinir tríggir dystirnar á skrá: TB-HB, AB-EB/Streymur og KÍ Víkingur. Har­ við skulu tey trý, sum eru á heiðurs­ merkja­plássunum – NSÍ, B36 og HB – spæla á útivølli og eisini Víkingur, sum er á fjórða plássi. Talan er um somu innanhýsis uppgerðir sum í 4. um­fari, ið var á skránni 21. og 22. mars. Tá endaðu tríggir dystir við javnleiki. Í fyrstu umførunum endaðu nógvir dystir við javnleiki. Síðani hevur talan oftari verið um sigrar og tap. Samantalt er tað bara einaferð komið fyri fyrsta triðingin av kapp­ ingar­árinum, síðani kappingin fyri tíggju árum síðani varð víðkað at fevna um 27 umfør, at talan hevur verið um so nógvir javnleikir, sum tað hava verið í ár. Higartil eru liðini sekstan ferðir farin av vøllinum við ein­um stigi. Hetta er sama talið sum í 2013. Lægsta talið av javnleikum fyrsta triðingin av kappingarárinum hesi árini var í 2007, tá ið tað í 45 teimum fyrstu dystunum bara seks ferðir endaði við javnleiki. At talan higartil hevur verið um so nógvar javnleikir ber samstundis við sær, at stigatalið hjá toppliðnum er lægri, enn tað hevur verið flestu av hinum árunum. Hægsta stigatalið fyrsta triðingin av kappingini er 23 stig. So mong stig vann B36 í 2014, HB í 2012 og EB/Streymur í 2008. NSÍ hevur 21 stig, og hetta er fyrsta ferðin, at NSÍ er fremst eftir fyrsta triðingin av kappingini. Tá ið NSÍ vann FM í 2007, var EB/Streymur topp­lið eftir fyrsta triðingin, meðan NSÍ var á triðja plássi – trý stig frá topp­inum. Toppliðið tapir bara á útivølli ÍF - NSÍ Rúni Gaardbo Fríggjadagin kl. 19.00 Tá ið ÍF í fjórða umfari vitjaði í Runa­ vík, vann heimaliðið 3-1. Øll málini vórðu skorað fyrstu 25 minuttirnar. Higar­til hevur tað gingið sum eftir ánni hjá NSÍ, sum sunnudagin vann 3-0 á heimavølli ímóti KÍ. Tað eru tíggju stig frá ÍF og fram til oddasessin og NSÍ. Harvið er talan um uppgerð av sera stórum týdningi fyri ÍF, sum sunnu­dagin var fyri stórum vónbroti, tá ið tað endaði við 3-2 tapi ímóti FC Suðuroy. Hetta var fyrsta heimatapið hjá fuglfirðingum í ár. – Vit mugu spæla meiri og gyppa minni, og vit mugu vera neyvari bæði í verjuspælinum og álopsspælinum, tí ímóti FC Suðuroy fóru tvey mál ígjøgnum ímóti okkum upp á tveir teir fyrstu møguleikarnar, og vit megn­aðu ikki at fáa mál burturúr okk­ara møguleikum, sigur Dánjal á Lakjuni hjá ÍF. Higartil eru fimtan mál farin ígjøgnum hjá ÍF. Tað eru bara hjá FC Suður­oy og EB/Streymi, at fleiri mál eru farin ígjøgnum. Um støðið verður tikið í, hvussu nógv mál verða skorað, so er tað, har NSÍ er annar parturin, at tað er mest undirhaldandi. Higartil eru 39 mál skorað í teimum níggju dystunum hjá NSÍ. Tað vil siga, at miðal mál­ talið er 4,33. Støðutalvan sigur, at odda­sessurin er tryggur, men kortini hava úrslitini seinastu ferðirnar verið upp og niður. Eftir 5-1 tap í Sarpugerði end­aði tað sunnudagin við 3-0 heima­ sigri á KÍ: – Hóast vit ikki stóðu okkum væl í 1. hálvleiki ímóti KÍ, so vóru vit alt í alt væl nøgdir við avrikið og ser­ liga úrslitið. Tað er fyrst og fremst á heima­vølli, at vit skulu vinna sigrar­ nar, staðfestir NSÍ lið­for­mað­urin Klæmint A. Olsen. Í NSÍ rokna teir við, at fyri­treyt­ir­ nar eru góðar fyri, at tað skal eydnast betri í Fuglafirði, enn tað gjørdi í Gøtu, tí allir verjuspælararnir eru tøkir uttan Jens Joensen, sum er lang­tíðar­skaddur. Í Gøtu vóru fleiri av stuðuls­spælarunum ikki tøkir. Nú er betri skil á FC Suðuroy - B36 Eiler Rasmussen Leygardagin kl. 15.00 B36 vitjar í morgin fyri aðru ferð í ár á Vágseiði. Fyrru ferðina var støðan 3-0 til B36, áðrenn ein hálvur tími var farin. Spurningurin tóktist bara at vera, hvussu stórur sigurin hjá meistar­unum fór at vera. Tað endaði 3-1, og heimaliðið slapp væl. – Nú er okkara lið í heilt aðrari út­gávu, enn tað var fyrstu umførini. Tá var liðið ikki samanspælt, og tá høvdu ikki allir útlendingarnir fingið LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur Tey fýra, sum eru ovast, skulu hesaferð royna seg á útivølli ímóti lægru liðum, meðan ultimativa botnuppgerðin verður á Argjum millum AB og EB/Streym, sum higartil ikki hava vunnið fulla úrtøku Upptakt til Effodeildina ítróttur Stóri sigurin er hann á veðrinum