Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-07, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. mai 2015 sosialurin 52 39 Ikki við: Ísak Simonsen (skaddur) Ivasamur: Heðin á Lakjuni Ikki við: Andy Olsen (Baklær, 1-2 vika) Við aftur: Jan Ellingsgaard (Komin heim úr Danmark) Ikki við: Rógvi Poulsen (burturst.), Teitur Jóannesarson (kænið), Jobin Drangastein (økslin, 1 vika - møgulig skurðviðgerð), Gert Drangastein (fóturin, 5 vik.) Bárður Olsen (givin) Við aftur: Hørður M. Mohr, Rói Danielsen Við aftur: Ivan Stojkovic (eftir karantenu) Ikki við: Salmundur Bech (fóturin, óvist) loyvi at spæla. Vit eru ovurfegir um taktiska avrikið og sigurin í Fuglafirði. Vit hava sagt, at tað fyrst og fremst er á heimavølli, at vit skulu vinna stigini, og tí sigur tað seg sjálvt, at tað kom ógvuliga væl við, at vit vunnu í Fuglafirði, sigur Jón Krosslá Poulsen í FC Suðuroy. Meðan teir í FC Suðuroy fegn­að­ ust stórliga um sigurin í Fuglafirði, so vóru teir í B36 sera vónbrotnir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Gundadali, har máltalvan vísti 1-1. AB javnaði í síðstu løtu við brots­ sparki, sum tað var øgilig misnøgd við í B36 leguni. Tað kostaði fýra gul kort í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, men eingin av teimum er leik­ bann­aður. – Sunnudagurin var ikki okkara dagur, tí vit vóru illa raktir av sjúku. Tíbetur eru Høgni Eysturoy og Jákup á Borg tøkir aftur, eftir at teir sunnu­ morgunin góvu avboð orsaka av sjúku, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36. B36 venjarin roknar við stórari avbjóðing á Vágseiði í morgin: – FC Suðuroy eigur nógvar góðar spælarar, og sunnudagin vóru vit mintir á, at talan er um eitt gott lið. Vit fyrireika okkum væl, og vit ætla okkum at vinna øll stigini, men tað verður stór avbjóðing. Merkisvert er tað, at B36 í fyrsta trið­inginum av kappingini bara tvær ferð­ir hevur verið á útivølli. Sjey ferð­ur hevur árstalsfelagið spælt í Gunda­dali – seks heimadystir og úti­ dyst ímóti HB – og umframt 3-1 sigur í Vági var talan um 3-1 tap í Fuglafirði. TB leingist eftir fyrsta heimasigrinum TB - HB Lars Müller Sunnudagin kl. 15.00 Temperatururin var høgur á veg suður við Smyrli sunnukvøldið. Seks stig vóru í ferðagóðsinum– trý í FC Suðuroy posanum og trý í TB posa­ num. Tvøramenn vunnu 3-0 sigur í Streymnesi, og tað var sannførandi. Patrik Johannesen vardi málið, og tað gekk fínt. Tá ið TB sunnudagin fær vitjan av HB, verður tað aftur Ivan Stojkovic, sum fer at verja TB mál­ið, og Patrik Johannesen verður mill­ um teir, sum kappast um tey tíggju plássini úti á vøllinum. Síðani vøllurin við Stórá varð tikin í nýtslu, hevur vónin í TB leguni verið, at talan skuldi vera um heimaskansa. Soleiðis hevur tað ikki verið higartil í ár. Umframt 3-2 tap ímóti NSÍ hevur talan verið um tríggjar javnleikir: – Marginalirnir hava ikki koppað okkum til fyrimunar á heimavølli, har tað tvær tær seinastu ferðirnar er endað við javnleiki. Tað gevur ov lítið. Ímóti EB/Streymi høvdu vit tak á tí, og nú bíða vit eftir, at tað skal eydnast at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Vit geva okkum fult og heilt alla tíðina, og tað fer eisini at bera úrslit við sær á heimavølli, sigur TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen. Hjá HB var tað eitt av fleiri vón­ brotum higartil í ár, tá ið tað í fjórða umfari endaði málleyst í Gundadali ímóti TB. Sunnudagin koppaði tað HB til fyrimunar á heimavølli ímóti Víkingi. Harvið eru FM favorittarnir aftur á heiðursmerkjaplássi. – Tað var viljin, sum fyrst og fremst var orsøkin til, at vit vunnu 2-1 ímóti Víkingi, og hann er fyrsta treytin, um tað skal eydnast okkum at vinna á útivølli ímóti TB, men so mugu vit framvegis arbeiða støðugt og nógv, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson. Tað er ikki so ofta, at HB vinnur færri dystir, enn har tað ikki eydnast at vinna. Soleiðis er tað higartil í ár. HB hevur vunnið fýra dystir, og fimm ferðir hevur talan verið um javnleik og tap. Tølini siga, at tað hevur ikki eydnast so væl í álopspartinum. Fýra lið hava skorað fleiri mál, enn HB hevur. Hittast í aldudalinum AB - EB/Str. Kári J. á Høvdanum Sunnudagin kl. 15.00 Higartil hevur tað hvørki eydnast AB og EB/Streymi at vinna fulla úrtøku. AB venjarin Oddbjørn Joensen harm­ ast um úrtøkuna, tí hann heldur, at spælið fleiri ferðir hevur verið á góðari leið: – Tað hevði verið betri, um vit taptu tvær ferðir og so vunnu eina­ ferð. Úrtøkan úr javnleikunum er lítil. Vit hava spælt væl í fleiri dystum, og vit bíða framvegis eftir, at tað skal koppa okkum til fyrimunar, sigur Oddbjørn Joensen. Tá ið AB í fjórða umfari var við Margáir, endaði tað málleyst. EB/ Streym­ur vitjaði tvær ferðir á Argjum í fjør, og tá endaði tað báðu ferðirnar við javn­leiki. – Tað er klárt, at vit í løtuni eru sperdir. Støðutalvan sigur, at vit eru trý stig aftanfyri AB, og harvið verður munurin seks stig, um vit tapa á Argjum, staðfestir Teitur Joensen, hjálpar­venjari hjá EB/Streymi. Síðani 3-0 tapið á heimavølli ímóti TB hevur Marni Djurhuus vant sam­ an við gomlu liðfeløgunum. 29 ára gamli miðverjin var frá á heysti í 2001 og fram til síðsta heyst stuðul á EB/Streyma liðnum. Tað er sannlíkt, at hann verður við í ferðalagnum á Argjum sunnudagin. Báðir partar kiksaðu seinast KÍ - Víkingur Alex Troleis Sunnudagin kl. 15.00 Lagið er einki serligt í KÍ leguni. Eftir tveir sigrar á heimavølli luktaði tað av møguleikanum at vera við í kappingini um heiðursmerkjaplássini, var tað stórt vónbrot sunnudagin at tapa 3-0 í Runavík. Klaksvíkingar vóru bragdligir í 1. hálvleiki, tá ið teir kroystu topp­liðið, og tá ið teir tiltuskaðu sær fleiri upp­ lagd­ar málmøguleikar. Trupul­leikin var enn einaferð, at tað ikki eydn­ aðist at vinna úrtøku burturúr, og so sektaðu NSÍ og Klæmint A. Olsen KÍ, sum datt niður aftur á sjeynda plássið. Hóast einki mál og onga úrtøku og lítið sannførandi avrik í 2. hálvleiki, so siga klaksvíkingar seg framvegis at bera høvdið høgt: – Hetta var vónbrot, tí vit høvdu betri uppiborið. Vit hava framvegis sum mál at vinna luttøku í europeisku kappingunum næsta ár, og vit trúgva framvegis, at tað fer at bera til, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen. Víkingur tapti fyri fyrstu ferð í ár á útivølli, og vónbrotið eftir 2-1 sigurin var av fleiri orsøkum stórt: – Tað ber ikki til at endurtaka tað, sum vit vístu 1. hálvleik ímóti HB, tá ið vit runnu aftan á mótstøðu­ monn­unum. Tað var einki at siga til, at HB vann, tí HB hevði møguleikar at vinna, men vit eru fortørnaðir um, at sigurs­málið varð skorað, tá ið vit hildu, at talan var um sólarklárt frí­ spark ímóti Geza Turi, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi. Tað var sera undirhaldandi, tá ið KÍ í fjórða umfari var í Sarpugerði. Tá var úrslitið 3-3, eftir at KÍ var framman­fyri bæði 2-0 og 3-2. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 9 7 0 2 25 14 +11 21 2 B36 9 5 3 1 19 10 +9 18 3 HB 9 4 3 2 14 12 +2 15 4 Víkingur 9 3 5 1 22 14 +8 14 5 ÍF 9 2 5 2 16 15 +1 11 6 TB 9 2 5 2 13 12 +1 11 7 KÍ 9 3 2 4 14 14 0 11 8 FC Suðuroy 9 3 0 6 12 25 -13 9 9 AB 9 0 6 3 8 12 -4 6 10 EB/Streymur 9 0 3 6 8 23 -15 3 Myndir: Álvur Haraldsen