hósdagur 7. mai 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MAI 2015
SOSIALURIN 52
40
”
Hvat í hoytasta helviti er hetta
fyri devulsskapur, ið her er?!«
Hann segði tað ikki, men
eg hoyrdi hann hugsa tað. Og
tað var heldur ein staðfesting enn ein
spurningur, hatta við devulsskapinum.
Maðurin í passeftirlitinum á flog
vøllinum í Marrakech í Marokko
hugdi spyrjandi og ikki sørt ákær
andi, helt eg, á meg og hevði mítt
trúgva grøna pass í aðrari hondini
við spentum armi.
Slíkt pass hevði hann ongantíð
sæð fyrr í drúgvu tænastu sínari
fyri kong. Tað var eyðsýnt.
Eg helt, at hann hevði hug
at skuldseta meg fyri at hava
gjørt passið sjálvur ella keypt
tað í onkrum leikuhandli.
Hóast eg haldi, at vit áttu
at verið í ES, so viðgangi eg, at
eg eri føroyingur og havi tí
føroyskt pass, grønt pass.
Eg havi ikki reyðrótarlitta
ES passið, sum flestu føroyingar hava,
tí tað er høgligari og tryggari, siga tey.
Høgligari, ja, eg veit ikki. Hetta
var so aðru ferð, eg noyddist at
bíða longur enn onnur, sum fara
gjøgnum passeftirlit, tí passið
er grønt og á tí stendur Før
oyar Danmark. Hina ferð
ina var í Turkalandi
fyri 14 árum síðani.
Passeftirlitið
í Marrakech:
»What is this?«, spurdi passvørðurin.
Eg segði, at Føroyar eru líka sum
partur av Danmark. Hann ivaðist
framvegis. Spurdi aftur, og eg
svaraði tað sama. Hann grundaði
eina løtu, blaðaði óført í passinum,
leitaði í telduni, og so fór hann – við
passinum í hondini (júst tað sama
hendi í Turkalandi). Eg giti, hann
skuldi spyrja onkran oman fyri seg og
nærri kongi um grøna matadorpassið
úr ókenda landinum.
Ein løta gekk, og hann kom aftur.
Eg skilti, at nú var passið góðtikið og
góðkent. Onkur hevði helst guglað
Faroe Islands.
Sloppið var, helt eg. Men gakk.
Marroko er eitt av teimum londum,
sum ikki bara hava eftirlit við egn
um fólki. Marokko vil eisini hava
eftirlit við útlendingum, ferðafólki,
sum koma við pengum, nógvum
pengum í fremmandum gjaldoyra. Tí
noyðast øll, sum koma til Marokko,
at fylla oyðiblað út at geva pass
eftirlitinum. Spurt verður um mill
um annað endamálið við ferðini, um
føðingardag og -stað og um yrki. Har
skrivaði eg journalistur, tí tað eri eg.
Í paranoyalondum sum Marokko
eru myndugleikarnir ikki so fegnir
um útlendsk tíðindafólk. Og oyði
blaðið var ikki nakað proforma skjal.
Tað bleiv granskað. Passmaðurin
segði journalist? Ja, svaraði eg. »Fyri
hvønn,« spurdi hann, og bað meg
skriva á oyðiblaðið. Eg hugsaði, at eg
kundi bara skriva Føroyaportalurin
ella vp.fo, men helt tó, at best var
skriva sum er, so eg skrivaði Kring
varp Føroya. Tað hevði nærlagdi vørð
urin í klivanum sjálvandi ongantíð
hoyrt grett. Hann bað meg siga Kring
varp Føroya, og so skrivaði hann
Kringvarp Føroya við ljóðskrift. Eg
stóð so har og segði Kringvarp Føroya
nakrar ferðir, og hann royndi at fáa
ljóðskriftina kroysta millum hini
orðini á lítla oyðiblaðnum.
Eg hugsaði, vónandi sigur Kring
varpið einki ljótt um Marokko, meðan
eg eri her.
Og so var liðugt, stempul í passið,
og eg slapp víðari í Marokko.
Eina viku seinni á sama flogvølli
var sama skilið. Nú var ein kvinna
í passklivanum. Hon spurdi, hvat
slag av fjølmiðli, Kringvarp Føroya
er, paper or TV. Og so vildi hon hava
meg at skriva Kringvarp Føroya á
oyðiblaðið og síðani siga tað nakrar
ferðir, so hon kundi skriva Kringvarp
Føroya við einum slagi av heima
gjørdari ljóðskrift. Og eg slapp úr
Marokko, úr rasshaftinum og pass
haftinum.
Næstu ferð, eg skal fylla út slík
oyðibløð, skrivi eg okkurt annað enn
journalist, okkurt, sum ikki órógvar
loyal og samvitskufull embætisfólk
í paranoyalondum. Retired kanska.
Passhaft í paranoyalandi
Finn Johannesen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Sjálvstøðugur vinnurekandi
Bústaður: Vágur
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Eg veit ikki, um eg vildi blíva júst nakað serligt, men eg ávirkaðist ofta
av umhvørinum og tí, ið rørdist. Eina tíð vónaði eg at forvinna nógvan
pening, men hetta broyttist alt, tá ið eg mundi druknað 22. februar 1999
í Mikladali.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At vit menn kunnu vera fantastiskir, men at vit eisini eru nokk so
kenslubornir til tíðir.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
– At tað er trupult og innviklað, men sanniliga eisini sera sera stuttligt
og tápuligt við hvørt.
Seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– At geva út egnan film/dvd við klovninum BUBU.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um vit kanska royndu at síggja tað góða í hvørjum øðrum og spæla
hvønn annan góðan.
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg…
… torað sera væl. Men um eg tordi, so hevði eg prøvað eitt ting av
í mínum lívi, sum er einasta økið eg er smæðin fyri: At trína út á
dansigólvið og dansa.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Í farnu viku, tá ið eg fekk loyvi at upptraðka saman við
Føroya Symfoniorkestri, Bernhardi Wilkinson og Sigurd
Barrett. Eg var eisini ovfarin av, hvussu væl tað gekk, og
hvussu heilt fantastiskt tað var at hoyra børnini og tey
vaksnu syngja við, hugna sær og liva seg inn í tónleikin.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
… lívið er ikki, sum vit halda tað er, men sum vit gera
tað til, og at í øllum og allastaðni eri eg ongantíð
einsamallur. Føroyingarnir søgdu fyrr: Jesus fylgi
tær! Hetta er so púra rætt og beinrakið – eisini í
dag!
Tann støðuga ringa samvitskan
snýr seg um, at eg:
… ikki altíð náði alt, sum eg sjálvur vil, og onnur
vænta, at eg klári. Men tað vísir so hinvegin, at tað
er gongd í.
Enda setningin: Føroyingar burdu…
… verið meira ernir av Føroyum og eins og í ævintýrinum um
»Den Grimme Ælling« fingið eyguni upp fyri, at vit eru 18 vakrar,
stórslignar oyggjar, sum hava so nógv gott og fantastiskt.
BAKSÍÐAN