Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Fríggjadagin handaði ein arbeiðs bólkur lands stýris- manni num úrslitini av eini spurnarkanning um happ- ing í fólkaskúlanum. Tað er Granskingardepilin og Náms vís indadeildin á Fróð- skap ar setrinum, ið hava gjørt kanningina fyri Menta- mála ráðið. Mentamálaráðið ynskti at fáa til vega dagførda vitan um happing, sum kundi ger- ast grundarlagið undir til- tøk um, til tess at minka um happing, og harvið økja um trivnað og læring hjá næm- ingunum í skúlanum. Allir næmingar í Føroyum í fimta, sjeynda og níggjunda flokki hava verið við í kann- ingini, sum varð gjørd á vetri 2014/2015. 1995 av teimum 2125 næmingunum í hesum flokkunum hava svarað kann ingini. Sambært kanningini verða 13 prosent, ella 1 av 8 næm ingum, happaðir, vísir kann ing in. Harumframt hava 24 prosent uppliva hap p ing í teirra skúlatíð, so umleið ein triðingur av næm inginum hevur verið ella verður happaður. 16 prosent siga seg happa onn ur, meðan onnur 17 siga seg happa, men sjáldan. Tað merkir tí, at triði hvør næm- ing ur í skúlanum eru við til at happa í størri ella minni mun. Tað er tó ein bati at hóma. Ein líknandi kanning frá 2007 vísti, at 15 prosent tá vóru fyri happing, so talið er fall ið eitt lítið vet. Ein ávísur munur er mill- um kynini. Happing vísir seg at vera meiri umfatandi mill um dreingir enn gentur. Tað eru dreingirnir, ið oftast HAPPING Trý dømi um ítøkilig átøk Arbeiðsbólkurin hevur givið Mentamála- ráðnum trý dømi um ítøkilig átøk sum kunnu gerast, bygd á úrslitini av spurnarkanningini. Mentamálaráðið skal gera ein faldara til allar næmingar fólkaskúlans, foreldur og onnur avvarðandi um happing. Mentamálaráðið skal geva skúlunum boð um at skipa ein dupulttíma í hvørjum einasta skúlaflokki sama dag tíðliga í skúlaárinum 2015/2016, har flokslærarin, við støði í faldaranum og einum samandrátti av kann- ingini, tosar við flokkin um kanningina og støðuna í teirra flokki. Mentamálaráðið skal saman við Náms- vísinda deildini og møguliga avvarðandi fak- feløg um skipa fyri ráðstevnu fyri leiðslum, starvsfólkum, lesand og øðrum áhugaðum um kanningina, niðurstøðurnar og dagførda háttin at síggja/skilja fyribrigdið happing. Danjal av Rana - Vil bara byrja av nýggjum í einum øðrum skúla. Tími ikki at vera hildin uttanfyri meira, orki ikki at royna at slep pa innaftur, skrivar ein næm ing ur á spurnarblað sítt. Óttin at vera útihýstur ligg ur í okkum øllum. Tað ræð ur um at tryggja sær pláss, status og tryggleika í felags skapinum. Spurn ing- ur in, sum allir næmingar seta sær, meðan teir eru í skúla er, hvussu kann eg hoyra til her. Tað er í hesum stríð num, at vit fara at úti- hýsa onnur og at happa, ikki tí at tey eru verri enn vit á nakran hátt, men tí at hetta er eitt amboð hjá okkum í tráa n ini eftir at hoyra til. - Øll menniskju hava tørv at hoyra til, at hava eina vit- kenslu. Tá longsulin eftir at vera partur av felags- skapi num ikki verður nøkt- að ur, tekur happing seg up. Happing er tek in um sosialan ótta fyri úti hýs ing, skrivar arbeiðs bólk urin. Kanningin vísir, at umleið helvtin av næm ingunum óttast fyri at vera raktir av happing ella útihýsing. Einans 47 prosent hava ongantíð upplivað happing ella eru bangin fyri tí. Arbeiðsbólkurin skrivar í greiningini av úrslitunum frá kanningini, at happing er eitt sosialt fyribrigdi, sum stingur seg upp í bólkum undir serligum umstøðum. Serliga er tað óttin fyri at vera TRIÐI HVØR NÆMINGUR HAPPAR 13 prosent av næmingunum í føroyskum skúlum verða happaðir, meðan ein triðingur sigur seg happa 6 av 10 næmingum óttast at verða hildnir uttanfyri og 20 prosent siga seg óttast at verða happað Happing – ein spurningur um ótta Tey hava umringað meg, farin illa við tingunum hjá mær, rópt ljót orð og nøvn eftir mær, hildið meg uttanfyri, felt, peikað og mangt, mangt annað. Eg havi enn sálarligar trupulleikar av hesum Eg eri blivin happað, sligin, sparkað, spýtt á og kalla ljót nøvn. Tað er ikki líka ringt sum tað var, men tað gongur fyri seg enn NÆMINGUR NÆMINGUR