Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 KJAK Meinhard Jacobsen Msc. Fiskivinnutøkni At hava øðrvísi hugsan er ikki altíð lætt. Eitt tað besta dømi í søguni er um tann navnframa “Galileo Galelei”, ein av fedrunum til nútímans vísind. Galileo granskaði sólskip­an­ ina og við at hyggja eftir saman­ hanginum í ferða­mynstrinum hjá planetunum kom hann til, at sólin mátti verða miðpunkt í okkara sólskipan, og at jørðin tískil mól um Sólina, Kopernakus hevði víst á hetta áður. Hetta stríddi beint ímóti tí viðurkendu vitan, ið “Kirkjan“ stóð fyri. Kirkjan metti, at skipanin var beint tann øvugta, nevniliga at Jørðin var miðpunkt í okkara sólskipan, og at allar planetir mólu um Jørðina. Kirkjan fór eftir Gallileo, og í 1633 var hann ákærdur fyri Kettarí “Gudsspottan”. Henda ákæra kundi enda við deyðadómi men fyri Galileosa viðkomandi var revsingin, at hann var settur í lívlangt húsavarðhald. Maðurin var mettur at verða lívsfarligur. Sum tíðin leið, komu alt fleiri av teimum lærdu í Evropa til somu niðurstøðu sum Gallileo. Kirkjan broytti eisini spakuliga holdning, og í 1835 (202 ár eftir húsavarðhaldið) kundi bókin hjá Gallileo “Dialogue” endurtrykkjast uttan at rokna við straff frá Kirkjuni. Í 1939 (307 ár eftir húsavarðhaldi) segði Pius XII Pávi, at Galileo var ein góður vísundamaður tó uttan at nevna nakað um hansara ástøði. Ikki fyrr enn í 1992 (359 ár eftir húsavarðhaldið) slerdi Jóhannus Páll II Pávi fast, at samanhangurin, ið Galileo var komin fram til, var tann rætti og at kirkjan hevði tikið feil. Henda søga kemur mær ofta til hugs, tá ið eg hugsi um støðuna av fiskastovnum undir Føroyum. Her eru tveir møguleikar: Antin er samanhangur millum pelagiskan fisk og botnfisk ella er eingin sam­ an­hangur. Havstovun hevur eina støðu, ið sigur, at einki samband er millum stovnarnar av pelagiskum fiski og av botnfiski. Magn og Mið Jan Arge “Tað er einki, sum bendir á, at makrelurin, sum er undir Føroy­um, hóttir fiskasløg sum tosk, upsa og nebbasil” sum onkur er farin at rógva fram undir, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingurá Havstovuni. Magn og Mið 7 oktober 2010. “Onkur” sum Jan Arge sipar til er helst Árni M. Dam (Primus motor í arbeiðinum, at ogna føroyingum størri makrelkvotu) ella undirritaði. Orðið “onkur” er eintal, og um Jan Arge heldur, at Árni M. Dam ella undirritaði eru einsamallir um at halda, at samanhangur er millum pelagiskan fisk og botnfisk, so fer hann skeivur. Tað eru nógv fólk herímillum fleiri vísundamenn, sum í nógv ár (fleiri ára tíggjur) hava víst, at tað er ein samanhangur millum pelagiskan fisk og botnfisk. Men higartil er Havstovan ikki at vika. Havstovan hevur tó ikki heilt somu makt, sum Kirkjan hevði, “Guð havi lov fyri tað!”. Hon fær tí einki gjørt við pressu og talufrælsi. Rokni við, at tað koma enn fleiri vísundamenn, ið ráða til, at fiskiskapur bert kann umsitast skilagott, um øll vistskipanin verður tikin við í umsitingarætlaninum. Tað er at vóna, at tað ikki tekur líka langa tíð hjá Havstovuni, sum hjá Kirkjuni, at viðurkenna samanhangirnar sum aðrir vístu á, vóru teir røttu. Havstovan tosar um at fara varisliga fram men broytingarnar í vistskipanini fara ikki varðisliga fram. Tí kunnu avleiðingarnar av niðurstøðum hjá Havstovuni verða katastrofalar fyri sera nógv húsar­hald og tær familjur, ið har búgva. Fyri nógv dugnalig skilafólk verður tilveran løgd í skeljasor, upp á stutta tíð, av tilráðing og politiskum avgerðum, har ið avgerðargrundarlagið als ikki var ella er í lagi. Tað tykist sum um at politiska skipanin og Havstovan als ikki er greið yvir hetta p.s. um leitað verður á Google eftir fylgjandi "Årsager til ubalancer i maritime fødekæder" ved Stefan Neuenfeldt so kunnu tit finna ein sera áhugaverdan fyrilestur um samanhangir í einari vistskipan. Hetta er ikki øðrvísi enn gamli hvalur sigur í Stórhvalagildinum. “Á havsins botni dag og nátt, her er so lítil friður, at hvør má ansa sjálvum sær, tað er ein fornur siður. Mær av sonnum sagt er frá, at hvør av øðrum liva má.” Serfrøði ella treiskni? Høgni Hoydal Mátti hyggja fleiri ferðir. Tá ið eg las tær røður og tær samtyktir, ið fólka­ tings­umboðini úr Føroyum høvdu havt í sambandi við eitt orða­skifti um tann sonevnda “ríkis­felagsskapin”. Tí væl visti eg, at sambands- og ES-hugsanin hevur verið boðskapurin og málið hjá báðum umboðum. Men ber tað veruliga til, at vit skulu bakka aftur í amtstíðina eftir so stuttari tíð? Jú, mín sann. Røðurnar og sam­ tykt­ir­nar vóru sum at lesa “Folke­ tingstidende” ella “Amtstidende for Færøerne (Dimmalætting)” frá tíðini áðrenn fyrra heimsbardaga. Her varð tosað um og takkað fyri pening og hjálp frá donsku stjórnini. Og biðið um meira. Her var ongin stoltleiki, ongin visjón og ongin trúgv uppá okkara egna fólk og land í heiminum. Hetta er sera pínligt fyri okkum sum tjóð. Og tað skapar ikki virðing millum onnur. Varaløgmaður og stoltleikin Enn pínligari og margháttligari verður tað tó, tá ið varaløgmaður, Annika Olsen, fer í miðlarnar at finnast at Edmundi Joensen fyri hansara bidding um pengar úr Danmark. Hon tosar um, hvar “æran og stoltleikin er”. Annika Olsen er varaløgmaður í tí samgongu, sum skrivaði undir uppá og var í Danmark fyri at bidda um 150-200 mió. kr. meira um árið. Og sum hevur hækkað blokkstuðilin hvørt ár síðani 2011. Samstundis sum tey hava býtt stórar peningaupphæddir og virðir út til ein part av føroyingum, meðan tey miðal- og lægstløntu hava fingið stóra eykarokning í pen­sjóns­skatti og øðrum. Hesin sjónleikur, ið gongur fyri seg, hevur bert til endamáls at fjala veruleikan og at rura okkum í øll í blund, so at onki skal henda og tey somu skulu ráða í Føroyum: Danmark og teir sterkastu valds­ bólkarnir í Føroyum. Tann stóri sjónleikurin Fari tí at loyva mær at lýsa veru- leikan, sum hann er: Landsstýrisflokkarnir í Før­ oy­um og tey føroysku fólka­tings­ umboðini kappast um at bidda um ymsar peningaveitingar frá Dan­mark, ið tey vilja brúka til at verða afturvald millum føroysku velj­ararnar. Afturfyri rósa tey donsku stjórnini og gera alt fyri at fjala tey veruligu og mótstríðandi áhugamálini. Og gera alt fyri at taka av dagsskránni teir ríku og stóru møguleikar, ið vit hava fyri at samstarva og menna okkum sum sjálvstøðugar tjóðir. Tá ið so leiktjøldini stundum skrædna og veruleikin stendur nakin á pallinum – sum tá ið Dan­ mark boykottar Føroyar og tekur avgerðir yvir høvdið á okkum, ið kunnu raka okkum sera meint. – Ja, so hoppa og dansa okkara fremstu føroysku umboð uppi á pallinum til tess, at vit skulu hyggja at teimum og ikki skulu síggja veruleikan. Soleiðis at leiktjøldini kunnu drag­ ast fyri aftur, og vit kunnu rurast í svøvn og onki skal henda. Ongantíð havt so sam­ bandskt stýri í nýggjari tíð Og veruleikin er tíverri eisini hesin: Vit hava ongantíð havt eitt so sambandskt landsstýri í nýggj­ ari tíð við Fólkaflokkinum, Sam­ bandsflokkinum og Miðflokkinum á odda. Tey hava hækkað blokkstuðulin – og í einum og øllum svorið Dan­ mark trygdareið. Tey hava miðvíst atkvøtt ímóti og steðgað øllum málum um egna stjórnarskipan og øllum stigum á fullveldisleið. Tey hava niðurlaðað tjóðar­bygg­ ing, ið ættarlið hava bygt upp – í flogfelag okkara, í bankavirksemi og øðrum stovnum, har enn ikki samskiftið millum nevnd, leiðslu og starvsfólk er á føroyskum í dag. Tey hava avtikið Landsbankan og flutt meira vald til Danmarkar og ES í fíggjarmálum og lógarmálum (bankastýring, avlurtingarpakkar o.a.). Tey lata førleikar, ognir og vald fara av landinum í týðandi vinnum – fiskivinnu, alivinnu, KT- vinnu, byggivinnu. Og tey høvdu samtykt eisini at geva størstu tunn­ ilsverkætlan nakrantíð og inn­tøkur í ókomin ár til útlendskar speku­ lantar (fólksligt trýst steðgaði tí­ betur hesum í seinastu løtu). Og við sínum víðgongda høgra­ politikki undirgrevur lands­stýris­ samgongan vælferðarskipanir fyri alt fólkið í Føroyum. Økir um skuldina, samstundis sum hon hevur brúkt pengar frá framtíðini. Hon hevur stýrt so illa, so skeivt, við so ringari rættartrygd og fyri so fá, at fólk venda sær frá politisku skipanini og kunnu missa álitið å, at vit duga og kunnu skapa eitt nútímans sjálvstøðugt og sjálv­ bjargið samfelag fyri øll. Tí skal fólkið í Føroyum taka ræðið Tað hevur tí ongantíð verið meira neyðugt enn nú, at fólkið í Før­ oyum tekur ræðið í egnum landi. Tað er amboðið til at byggja einar Føroyar, har øll hava somu rættindi og møguleikar at skapa eitt frælst lív við sømd, felagsskapi og samhaldsfesti. Og tað er amboðið til at skapa veruligt samanhald um at samstarva undir egnum samleika á jøvnum føti við Danmark og onnur lond. Vit eru millum heimsins ríkastu lond við tí ófatiliga tilfeingi og teim­um møguleikum vit hava í okkara fólki, í okkara mentan og við ríkidømi á sjógvi og landi. Hugsið tykkum, hvussu nógv vit kunnu skapa og vera errin av, tá ið vit ikki skulu stríðast um at bidda pengar og geva øðrum ábyrgdina fyri okkara framtíð og lívsgrundarlagi. Men siga og prógva: At hetta megna vit – saman í Føroyum. Ein biddari og annar Orðaskiftið á fólkatingi um Føroyar er pínligari enn pínligt. Og enn pínligari verður tað, tá ið varaløgmaður í sambandslandsstýrinum, sum hækkaði blokkstuðulin, lastar fólkatingsumboð fyri at bidda pengar úr Danmark. Í hesum sjónleikinum køvast okkara ríku møguleikar sum tjóð og land, ið kann virka javnsett millum onnur