mánadagur 11. mai 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
14
Sosialurin
KJAK
Suðuroyingar, nú er umráðandi
at standa saman
Bjarni Hammer
varaborgarstjóri á Tvøroyri
Støðan,
nú
føði
deildin skal lata aft
ur, er langt álvars
ligari enn tað tóktist
at byrja við, tí at
allar
próvførslur
fyri at steingja føðideildina, kunnu
eisini nýtast at steingja kirurgisku
deildina.
Tí eiga vit ikki at fara í dialog um
íbúðir til barnakonur og avarðandi
í Havn, men í staðin at royna at
útvega tær vantandi 6 milliónirnar
til Suðuroyar Sjúkrahús. Fyrst
tá verður Suðuroyar Sjúkrahús
tryggjað. Her mugu allar góðar
kreftir í oynni standa saman.
Grundgevingarnir
fyri
at
lata fødideildina aftur eru, at
trygdin ikki er nøktandi, sama
nborið við føðideildina á Lands
sjúkrahúsinum. Um trygdin ikki er
í lagi á føðideildini, er trygdin so í
lagi á kirurgisku deildini? Bádar
deildirnar eru, hóast alt, tengdar
at hvørji aðrari. Góðtaka vit at
lata føðideildin letur aftur, so eru
útlit fyri at kirurgiska deildin
verður tann næsta, ið má snara
lykilin um.
Vit mugu sjálvandi ikki seta nak
að barn ella barnakonu í vanda við
at føða í Suðuroynni. Tí átti mest
náttúrliga loysnin verið at skipa
soleiðis fyri, at Suðuroyar sjúkrahús
bleiv uppraðfest soleiðis, at tað
kundi lúka dagsins krøv, ístaðin
fyri sum nú, at sjúkrahúsið miðvíst
verður niðurlagað – avgerðin um at
steingja føðideildina er einans tað
seinasta avrikið í hesi gongd.
Vit mugu als ikki góðtaka hesa
avgerð, tí hetta er eitt beinleiðis
stig, til at lata meginpartin av
Suðuroyar Sjúkrahúsi aftur. Byrja
vit at kjakast um, hvar barnakonur
og teirra familjur skullu búgva,
meðan bíðað verður eftir føðingini,
so verður tað tulkað, sum um
suðuroyingar glaðbeintir góðtaka,
at føðideildin letur aftur.
Vit eiga heldur at nýta alla
lokala orku uppá, at fáa sannført
landsins leiðslu um at játta tann
neyðuga peningin, sum skal til,
fyri at eisini suðuroyingar kunnu
kenna seg tryggar at seta børn í
heimin, uttan at skulla flyta frá
heimi og familju í vikuvís.
Tað eigur at bera til at finna
hendan peningin, tá ið tað letur
seg gera at finna pening til at hýsa
barnakonum við familju, í Havn í
langa tíð. Hvat kostar tað, í mun til
at útvega sjúkrahúsinum neyðuga
peningin?
Skal ein barnakona til Havnar at
eiga og skal hon kenna seg trygga,
so fer hon ikki dagin fyri hon er
sett til at eiga, tí ein náttúrligur
barnsburður fylgir ikki nakrari
tíðarætlan. Barnakonan, ið kanska
eigur børn frammanundan, vil
sjálvandi ikki vera hini børnini
fyri uttan og má ti hava tey við
sær. Maðurin vil sjálvandi eisini
vera til staðar og vónandi hevur
hann ein arbeiðsgevara, ið vil
geva honum frí, so leingi tað skal
verða. Er hann sjálvstøðugur, so er
kanska eingin at taka um endan –
hvør skal gjalda honum endurgjald
fyri mista inntøku? Kanska sær
landsstýrismaðurin í heilsumálum
fyri sær, at allar barnakonur úr
Suðuroynni skullu leggjast undir
skurð, soleiðis at alt kann plan
leggjast fyri at spara pening til
uppihald av hesum kvinnum og
teirra familjum. Tað tykist sum um
at tær
verða viðgjørdar sum sjúklingar
og ikki menniskju, ið hava valt at
seta eitt barn í heimin og harvið
geva landi okkara tað dýrabarasta,
vit kunnu fáa.
Eg havi eisini hug til at spyrja
landstýrismannin í heilsumálum,
Karsten Hansen, um hví hann
ikki stongdi føðideildina fyri uml.
2 árum síðan, tá serfrøðin við
mælti honum tað? Hví hevur
landstýrismaðurin
latið
suður
oyingar eiga børn undir um
støðum, ið hann nú metir vera
so vandamiklar fyri børnini og
barnakonurnar, at hon má lata
aftur? Um hann vitandi hevur
latið staðið til, so er ikki óhugsandi
at hann kann fáa eina átalu fyri sín
passiva leiklut.
Verður t.d. narkosulækni tøkur
á SSH alt samdøgrið, er hetta við til
at tryggja føðideildina, umframt
at styrkja kirurgisku deildina. Vit
hava í seinastuni verið vitni til, at
landsins leiðsla ongar trupulleikar
hevur at játta t.d. hundradtals
milliónir til tunnlar, har koyrandi
er frammanundan.
Vendið
ístaðin
tunnlarnar
suðureftir, so verður trupuleikin
loystir.
Tað sum landssins leiðsla má
skilja er, at Suðuroyggin ikki kann
samanberast við restina av Før
oyum. Suðuroyggjin er ein útjað
ari, við áleið 10% av fólkinum í
Føroyum.
Tað kemur oftani fyri, at tad
hvørki er flúgvandi ella siglandi av
oynni, tí mugu vit hava eitt trygt
heilsuverk, tá bráðfeingis støður
uppstanda. Hava vit ikki tað, so er
trygdin horvin hjá suðuroyingum
– ikki minst barnakonum, ið “eiga
í ótíð”.
Suduroyggin kann fyrst sam
anberast við restina av landinum,
tann dagin vit fáa fast samband
við meginøkið. Tað er tó heldur ikki
raðfest ovarlaga í tunnilsætlanini
hjá sitandi samgongu, eins og
Hvalbiartunnilin er útsettur ferð
aftaná ferð, hóast hanne r tann
tunnilin, ið við annars vanligu
cost-benefit
hugsjónini
hjá
Landsverki, hevði verið tann, ið
fyrst skuldi verið gjørdur! Teir velja
heldur at nýta 1 milliard til eina
tunnilsverkætlan, har koyrandi
er frammanundan og síðan aðrar
hundraðtals milliónir til tunnil
til eina oyggj, har siglandi er 8-9
ferðir til Havnar gerandisdagar
fyri 1500 fólk. Lat tað vera sagt,
at sandoyingum er væl unt ein
tunnil, hetta verður einans nevnt,
fyri at seta tingini í perspektiv. Vit
suðuroyingar vilja eisini gjarna
uppliva, at vit verða settir á skrá og
raðfestir frammalaga!
Árinini av at lata føðideildina
aftur, kunnu verða sera álvarslig
fyri okkum. Hugurin hjá ungum
familjum at flyta til Suðuroynna
vil náttúrliga minka. Vit ynskja øll,
at okkara børn kunnu vaksa upp á
einum staði, har bráðfeingis hjálp
altíð er til staðar.
Fólkið her býr, má og skal
hava hendan tryggleika, annars
verður grundarlagið skrykt undan
barnafamiljum, ið hava sett búgv
her. Hvør ynskir at seta búgv
á einum staði, har lívið hjá børnum
kann verða sett í vand?.
Eg sakni røddirnar á okkara
landspolitikarum. Tad átti at verið
hoyrd ramaskríggj frá teimum
um eykajáttan um uppraðfesting,
ístaðin fyri nidurlading! Vit hava,
hóast alt, fleiri tinglimir úr oynni
og fleiri vid tøttum bondum til
Suðuroynna.
Hetta snýr seg ikki einans um, at
føðideildin letur aftur, men um, at
hetta bert er ein lítil partur av eini
størri ætlan um at niðurraðfesta
Suðuroyar Sjúkrahús, ja, møguliga
nidurleggja tað!
Vit eiga nú at standa saman
sum ein og mótmæla hesa dáragerð
ímóti suðuroyingum!
Eg skjóti upp, at borgarstjórarnir
í oynni kalla inn til borgarafund
og eftirfylgjandi senda felags
mótmælisskriv inn, til landsins
myndugleikar!
Landsins
myndugleikar,
við
fleiri suðuroyingum í harkaliðnum,
eru farnir í hernað ímóti Suður
oynni. Gaman í, vit fáa nakrar
milliónir til Saltsiloina og til nakrar
smáttur í Vági, men tá tað veruliga
kemur til skarpskeringar, so er
ikki peningur til at tryggja at
suðuroyingar kunnu kenna seg
tryggar á heilsuøkinum. Vit skulu
til Havnar, hóast tað er væl kent,
at ikki altíð er komandi til havnar
fyri veður. Peningur er heldur ikki
til ein tunnil til Hvalbiar, hóast
grót rapar úr tunnilsloftinum
nærum dagliga og hóast Hvalba
hevur eitt virkið vinnulív, ið skjótt
vinnur landinum peningin inn
aftur, ið tað hevur nýtt til tunnils
gerðina. Peningur er heldur ikki til
at tryggja ferjuleguna á Kramba
tanga. Útflutningsvinnan á stað
num, má frammanundan berjast
við kappingaravlagandi fyritreytir,
tí at nærum allur farmur skal um
keikant í Havn og tað merkir eyka
fraktútreiðslur við Strandferðsluni.
Strandferðslan er alment parta
felag og hevur fyri stuttum sett
fraktprísirnir upp.
Soleiðis er gjøgnumgangandi
mynstrið í tí, ið sitandi samgonga
leggur fyri dagin – Suðuroyggin
tykist
sum
ein
kleppur
um
beinini á teimum við valdinum
og einasti vegur fram fyri restina
av landinum, er at niðurraðfesta
oynna, fyri alsamt at gera tað enn
truplari at búgva her.
Suðuroyingar standið saman.
TIL SØLU
SUZUKU WAGON R
AUTOMATIC FRÁ 2002
KOYRT 100.000 KM
NÝGGJ SUMMARDEKK
ÁHUGAÐ KUNNU RINGJA 596600.