mánadagur 11. mai 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
Høgni Hoydal
Andstøðan
hevur
lagt
uppskot
á
ting um eitt serligt
barnaískoyti
til
húski, ið liva undir
fátækamarkinum.
Undir fyrstu viðgerð av upp
skotinum
fríggjadagin
8.
Mai
2015, førdi Reimund Langgaard,
tingmaður fyri Sambandsflokkin,
fram, at uppskotið fór at gera mun
á fólki – alt eftir, um tey høvdu
arbeiði ella ikki. Ella um tey vóru
stakir uppihaldarar ella ikki. Ella
um tey vóru fólk í ymsum støðum
við ymsum veitingum, fríplássum
til dagsstovn o.s.fr.
Reimund fekk tó beinanvegin
rættleiðing frá uppskotssetarun
um, sum vístu á, at tað var beint
tvørturímóti tí, sum hann førdi
fram.
Helst er okkurt komið í bland
hjá Reimundi. Tí síðani 2007 hevur
verið latið eitt serligt barnaískoyti
til stakar uppihaldarar. Tað verður
latið uttan mun til inntøku, ogn og
støðu annars.
Men hetta uppskotið hjá and
støðuflokkunum er heilt øðrvísi.
Hetta er eitt málrættað barna
ískoyti til húski, ið liva undir fá
tækamarkinum.
Uppskotið er sera einfalt. Tað er
eitt uppískoyti til forsorgarlógina.
Og tað sigur , at søkjast kann um
eitt serligt barnaískoyti til húski,
ið eru undir fátækamarkinum. Í
hvørjum einstøkum føri skal Al
mannaverkið gera eina ítøkiliga
meting av samlaðu støðuni – t.e.
tøkari inntøku, íroknað veitingar,
frípláss, ogn o.s.fr.
Uppskotið
ger
ongan
mun
á húskjum. Hvørki um tað eru
hjún, sambúgvandi ella støk. Við
arbeiðsinntøku ella við ymsum
veitingum.
Tí hjá børnum í fátækradømi er
jú talan um er sera ymiskar støður,
sum vit hava sæð so mong dømi
um.
Tað er tí sera hugstoytt, at Rei
mund Langgaard nú endurtekur
sína heilt skeivu útlegging av upp
skotinum í einum lesarabrævi.
Eisini er tað undrunarvert, at
hetta verður gjørt, tá ið tað snýr seg
um eina hjálp til tey, ið eru ringast
fyri, meðan uppskot frá sam
gonguni fyri 10 og 100-tals milliónir
flúgva ígjøgnum tingið, uttan
nakra viðgerð ella upplýsingar ella
viðmerkingar frá samgongufólki.
Og eg fari staðiliga at heita á
Reimund og øll onnur tingfólk um
ikki at grugga málið og leggja tað
skeivt út fyri almenningin, men
sakliga at viðgera møgulig ivamál,
so hetta kann samtykkjast.
Reimund Langgaard ber skeivar
upplýsingar um barnaískoyti
Annita á Fríðriksmørk
Nú má Edmund
Joensen
halda
uppat at bidda
og skelda fremm
andar
gevarar
fyri ikki at geva
okkum nóg mikið. Tað er so
mannminkandi, at tað átti at
fingið átalu!
Edmund Joensen eigur at
vita, at vit fáa blokkstuðul,
tí tað er gjald fyri vald; og at
hesir pengar fara sum ein pulja
í landskassan. Upphæddin er
útroknað eftir einum lykli, har
ein partur - umleið 290 milliónir
er ætlaður til heilsuøkið.
At heilsuøkið ikki fær nóg
høga játtan, er tí at samgongan
við Sambandsflokkinum á odda
ikki raðfestur økið. Tí Sam
bandsflokkurin, tá ið fíggjarlóg
verður gjørd, ikki unnir heilsu
verkinum, tað, sum er neyðugt.
Tað er ikki tí, at Helle Thorn
ing ikki vil.
Tað er samgongan í Føroyum
við
Sambandsflokkinum
á
odda, sum eigur evstu ábyrgd
av, hvussu landsins útreiðslur
verður raðfestar. Og hvussu
landsins inntøkur verða fingnar
til vega.
Ynskir Sambandsflokkurin,
at vit skulu brúka meira pengar
uppá heilsuøkið, so er at játta
tað á landsins fíggjarlóg – ella á
eini eykajáttan!
Tað er ikki í lagi, at landsins
umboð bidda eftir pengum til
eitt so grundleggandi økið, sum
heilsuøkið er.
Og sum um tað at bidda
pengar ikki var nóg mikið. Sam
stundis sum Helle fær toyggið,
umboðar hann ein flokk, sum
dagliga ignorerar fiskivinnu- og
alivinnureformin, sum kundi
givið okkum 100-tals milliónir,
ignorerar
inntøkurnar
frá
flogførunum, sum hvønn ein
asta minutti flúgva yvir landið
okkara, ignorerar øktar inntøku
møguleikar við øktum útflutn
ingsvirði, ignorerar øktar út
reiðslur av at útflyta persónligar
upplýsingar og harvið enntá
degraderar serøkið Elektron
osfr osfr.
Vit kundu fleirfalda upp
hæddirnar til heilsuøkið, um
bara vit vendu eyguni frá peng
unum hjá øðrum og settu kik
aran móti egnum inntøkumøgu
leikum.
Góðan arbeiðshug!
Sjá heldur
egnar inn
tøkumøgu
leikar!
KJAK
Tað passar ikki, sum Reimund Langgaard í lesarabrævi førir fram, at
uppskotið um barnaískoyti til børn undir fátækramarkinum, kann gera mun
á húskjum við lágari inntøku. Uppskotið byggir hinvegin júst á, at ein ítøkilig
meting skal gerast í hvørjum einstøkum føri, so øll fáa somu viðgerð
Sjúrður Skaale
Tað hevur leingi
verið gitt, at fólka
tingsvalið
verður
um ein mánað ella
so.
Ein, sum ætlar
sær at umboða Føroyar har, er
Annika Olsen. Hon er longu farin
undir sítt valstríð.
Í valstríði er altíð best at hava
ein mótstøðumann. Og tann, sum
Annika hevur valt sær, tykist vera
eg. Tað er í fínasta lagi.
Men tað er ikki í lagi, at hon ger
meg til mótstøðumann við at kasta
mær ymiskt fyri, sum ikki passar.
Í grein, sum var borin í hvørt hús
í mikudagin, skrivar hon, at "í staðin
fyri at bakka landsstýrið upp at fáa
eina skilagóða avtalu við Russland
á fiskivinnuøkinum, hevur umboð
føroyinga á Fólkatingi ført fram, at
hendan uttanríkispolitiska kósin
skaðar umdømi føroyinga."
Altíð vart søluna
Eg havi ikki sagt eitt orð um
nakra avtalu við Russland á fiski
vinnuøkinum. So tað kann ikki
vera tað, Annika meinar við.
Helst hugsar hon um tað hand
ilspolitiska økið.
Eg havi ofta bæði tosað og
skrivað um handilin, sum vit hava
við Russland, nú Putin tykist vera
vandameiri enn nakrantíð, og
onnur lond eru boykottað. Men
hvørja ferð - hvørja einastu ferð! -
eg havi talað, skrivað ella kjakast
um hetta, havi eg vart ta øktu
føroysku søluna til Russlands.
Hetta krevur góð argument, tí
støðan er sera álvarsom. Tað er ikki
av ongum, at boykott eru sett í verk.
Men vit HAVA góð argument - og
tey havi eg ført fram í føroyskum
miðlum, donskum miðlum og al
tjóða miðlum. Seinastu ferð var
undir orðaskifti á Fólkatingi so
seint sum í fyrradagin. Og tað
hevur gjørt mun. Fleiri hava sagt
seg skilja okkara støðu, eftir at eg
havi borið føroysku sjónarmiðini
fram.
So tá Annika sigur at eg ikki havi
bakkað Landsstýrið upp í hesum,
so er tað beint ímóti veruleikanum.
Putin
So koma vit til politikkin.
Har er mín støða, at tað ikki
má vera ivi um, at Føroyar standa
á rættari síðu, tá stríð er millum
fólkaræði og rættartrygd øðru
megin, og harðræði hinumegin. Vit
SKULU standa saman við Vestur
heiminum og NATO í stríðnum
við tað støðugt meiri aggressiva
Russland undir Putin.
Og tað er altso ikki av tilvild, at
Vesturheimurin hevur sett tiltøk í
verk móti Russlandi. Tað er gjørt,
tí tað er neyðugt. Tí Putin hóttir
okkara grannar.
Men sumt av tí, sum løgmaður
hevur sagt í bæði russiskari og
amerikanskari pressu, hevur júst
sátt iva um okkara loyalitet. Tað
hevur virkað sum um, at loyali
teturin er til sølu.
Slíkt kann skaða okkum og okk
ara umdømi.
Sig satt
Annika ætlar sær á Fólkatingi. Tað
er kanska skiljandi, sum hennara
støða er blivin í Fólkaflokkinum.
Men hon kemur neyvan á Fólka
ting við at siga ósatt.
Og kemur hon á Fólkating,
vil eg staðiliga mæla henni frá
at endurtaka tað, sum løgmaður
hevur sagt um royndirnar hjá okk
ara sameindu at steðga Putin.
Óreiðiligt valstríð hjá Anniku Olsen
Landsstýriskvinnan vil á Fólkating. Men hon má halda seg til sannleikan