Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er ein sannroynd, at síðani kokkaskúlin í Klaks­ vík var broyttur, so er eftir­ spurn­ingurin eftir plássum á skúluanum við gastronomi vaksin ómetaliga nógv. Hetta hevur fingið løg­ tings­kvinnu­na Eyð­gunn Samuelsen úr Javn­að­ar­ flokkinum, at spyrja lands­ stýris­mannin Bjørn Kalsø, Sam­bands­flokkurin, um hvussu nógv praktikk pláss eru til hesar næmingar í al­ menna geiranum. -Samgongan hevur tosa­ð nógv um at útvega fleiri lærupláss innan tað al­menna. Ein aspirantskipan er ávegis innan mari­timu útbúgv­ingar­ nar. Sam­stundis hava vit fing­ið út­búgv­ingar, millum ann­að inn­an matvøru, har næm­ing­ur­in antin kann fara í læru ella, um hann tekur eina styttri útbúgving sum til dømis gastronomhjálpari, skal í prak­tikk fyri at standa út­búgv­ing­ina, sigur Eyðgunn Samuel­sen 60 fólk hava hvørt ár, síðani útbúgvingin kom í út­ boð í 2010, søkt upptøku til hesa útbúgvingina í Klaks­ vík. Ferðavinnan Í spurningi sínum til lands­ stýrismannin vísir Eyð’gunn Samuelsen á, nú so nógv verður tosað um og arbeitt við ferðavinnuni, er tað av stórum týdningi, at vit eisi­ ni á matvøruøkinum eru til­ búgv­in. Menningin innan ferða­ vinnu­na og tað fokus, ið er á mati úr norðurhøvum, er eisini við til at økja tørvin á fólki við útbúgving innan matvøru. -Rákið í dag hevur við sær eitt stórt fokus á heilsu­ góðan kost, at vit gagn­nýta alla okkara rá­vøru, eins og tað serstøku før­oysku matmentanina, sigur Eyð­ gunn Samuelsen. Dygdargóðan mat Gastronom­hjálpara­út­búgv­ ingin, sum hon nú eitur, vendir sær til mat­vøru­vinnu­ na, sum heild. Í støðisárinum er m.a. tal­an um hesar lærugreinir: Støðislærugreinir: før­ oyskt, støddfrøði, enskt, náttúru­fak, samfelagsfrøði og sál­ar­frøði. Yrkislærugreinir: rein­føri, umhvørvi & heilsa, føðslu­ læra, kostlæra, vørukunning og dietik. Økislærugreinir: matgerð, metodik/teknik, matmentan, søla og umsiting, gesta- og kunda­tænasta, borðreiðing og servering. Hugsað er eisini, at henda út­búgv­ing vendir sær til allar almennar stovnar, har mat­ur er ein partur av tæn­ astu­ni. Tað hevur alstóran týdn­ ing, hvat góðsku maturin, ið okkara børn, eldru og sjúku fáa, hevur. Tað hevur tí týdn­ing at læra góðar mat­ van­ar og tilvitan um heilsu­ góð­an kost.  Í spurningi sínum til lands­stýrismannin sig­ur ting­kvinnan fyri Javn­að­ ar­flokkin, at lands­stýris­ maðurin hevur boðað frá nýggj­um útbúgvingum á økinum og heldur tað tí vera al­neyðugt, at almenni geirin tekur útbúgvingarnar til sín og útvegar praktikkpláss til næm­ing­arnar. Flediri aðrar útbúgvingar krevja eisini, at næmingarnir fara í praktikk. Tá ið tey eru í praktikk fáa tey van­lig­an lestrarstuðul. Tí spyr ting­ kvinnan um hetta ikki eisini er ein møguleiki, tá ið tað snýr seg um útbúgvingarnar inn­an matvøruyrkið. Samstarv við Aalborg Síðan útbúgingin á mat­vøru­ økinum er løgd um, er hetta gjørt í samstarvi við lærda há­skúlan í Aalborg. Útbúgvingin er skipað sum eitt støðisár í einari SIT- út­búgving. Meðani næmingarnir gan­ga støðisárið eru tey tvær ferðir tríggjar vik­ur í praktikk. Hendan starvs­ venjingin kann vera um­ borð á ferða-, farma ella fiski­skipum, men hetta kann sjálvandi eisini vera á gisting­arhúsum, matstovum, sjúkra­húsunum, kantinum ella dag­stovnum. Støðisárið gevur so at­ gongd til at skriva læru­ sáttmála við góðkend læru­ pláss innan matvøruyrki. Tað kann til dømis vera sum kokk­ur, bakari, kondittari ella annað. Eftir hálvt ár, so er sveina­ roynd, og verður hon stað­in, so er næmingurin gas­tro­ nom­hjálpari. Við øðrum orðum tek­ur útbúgvingin sum gas­tro­ nom­hjálpari hálvt annað ár, men so gevur hon eisini fyri­munir um ein ferð víðari innan matvøruyrkið. Skúlin, sum er í Klaksvík, er í samstarvið við lærda háskúlan í Aalborg, sum tryggjar fakliga støðið á grund­út­búgvingini, men skúlin hevur eisini avtalu við Aalborg Food College um fram­haldsútbígingar. Velir næmingurin at fara víðari í læru sum gastronomur, so verða millum 20 og 30 vik­ur av skúlagongdini í Før­oyum góðkendar sum læru­tíð - og er talan um aðr­ar út­búgv­ ingar innan mat­vøru­yrkið, so verða 20 vikur góðkendar. Tað vil siga, at útbúgvingin tek­ur nakað minni enn fýra ár. Øll skúla- gongd­in eftir gas­tro­nom­ hjálpara­út­búgv­ingina fer fram í Danmark – og helst á Aal­borg Food College. Aðrir spurningar Fyri at fáa bøtt um praktikk­ viðurs­kiftini, verður lands­ stýrismaðurin Bjørn Kalsø eisini spurdur um, um hann arbeiðir við at fáa fleiri lærupláss til vega. Eyðgunn Samuelsen vil eisini fegin vita, hvussu støð­ an er á økinum í dag. Er tað soleiðis, at nøkur serlig krøv verða sett til teirra, sum í dag standa fyri matgerðini á almennum stovnum. -Eru serlig krøv um út­ búgvingar, spyr hon. Ofta er tað soleiðis, at tá ið virkir ella stovnar hava lær­lingar, so verður mett um hetta loysir seg fyri stovnin – ella um hetta er ódýr arbeiðs­ orka. Rok hevur eisini verið á til dømis pedagog-økinum, um hvussu nógvur peningur verður latin teimum, sum eru praktikantvegleiðarar. Tí verður eisini spurt um hesi viðurskifti. Hvørj­ar reglur eru fyri sam­sýingin og hvussu verða prakt­i­kant­veg­ leiðar­ar­nir løntir. Lættari atgongd til útbúgv­ ingar­nar innan matvøruyrki POLITIKKUR Útbúgvingin til gastronomihjálpara í Klaksvík gevur lættari atgongd til víðari útbúgvingar á matvøruøkinum Nú ber til at taka fulla kokka­ út­búgving í Føroyum Tað er ein partur av svarinum, sum lands­stýris­mað­ur­in við mentamálum, Bjørn Kalsø, í dag lat Eyð­gunn Samuelsen. Javnað­artingkvinnan spur­di lands­stýris­mannin, hvus­su støðan er við mat­ vøru­út­búgv­ing­unum í Før­ oy­um og hvus­su møgu­leikin er at finna praktik-pláss. -Eg havi havt fleiri fundir um hetta málið, millum ann­ að við Kommunufelagið, og eg havi eisini avtalað ein fund við landsstýrismannin við heilsu­mál­um, um sama evni, sigur Bjørn Kalsø. Hann sigur, at tað tykist, sum lítið ljós er varpað á øki. Bert tvey støð hava søkt um og fingið góðkenning, sum praktikk­støð. Tað er Landssjúkrahúsið og kantinan á Tekniska Skúla í Havn. -Kommunurnar ásanna, at tær hava ikki hugsað nóg mikið um hendan spurn­ing­ in, men tað fara tær at gera nú. Nú hava tær fulla ábyrgd av eldraøkinum og har­við eisini syrgja fyri heilsu­góð­um mati til tey gomlu eins og til børnini. Tað fer at varpa meira ljós á økið, sigur Bjørn Kalsø. Svarið frá lands­stýris­ manninum var framlagt í tingi­num seinnapartin í dag. Ber til at taka fulla kokkaútbúgving Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur í dag svarað spurningunum frá Eyðgunn Samuelsen um útbúgvingar innan matvøruyrki Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, upplýsti í dag, at meira ljós nú verður varpað á matvøruútbúgingarnar - og tað ber til at taka fulla kokkaútbúgving í Føroyum nú Eyðgunn Samuelsen vildi hav at vita, vhussu støðan er við útbúgvingum innan matvøruyrki