mánadagur 11. mai 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
BRETSKA VALIÐ
Søguliga veksur undirtøkan
fyri andstøðuflokkunum og
minkar fyri stjórnarflokk
arnar. Í so máta var bretska
valið eitt brot við siðvenjuna,
har
andstøðuflokkarnir
fingu
ein
dyggan
undir
vangan og flokkurin hjá
David Cameron gjørdist stóri
sigursharrin.
Teir
tríggir
floksformenninir fyri ávika
vist Liberalu Demokratar
nar, UKIP og Labour tóku
avleiðingarnar av vánaliga
valinum, og løgdu frá sær, tá
ið valúrslitini vórðu tald upp.
Farage setti ES
á dagsskrá
Karismatiski leiðarin hjá ES
kritiska UKIP flokkinum,
Nigel Farage trein av álvara
fram á politiska pallin í
Bretlandi, tá ið hann gekk á
odda í stríðnum móti bretsk
um ES-limaskapi farna ár.
Flokkur hansara fekk enntá
flestar atkvøður á ES-val
inum í 2014, og væntað var,
at Nigel Farage hevði fasta
tøku í sínum valdømi til
bretska tjóðartingið. Sjálvs
álitinum hjá – nú fráfarna
– formanninum bilar einki,
og undan bretska valinum,
hevði Nigel Farage sagt, at
vann hann ikki umboðið í
egnum valødmi, fór hann frá
sum formaður. Tá atkvøð
urnar vóru taldar í Margate,
varð greitt, at Konservativi
flokkurin átti spinkla meiri
lutan við 38 prosentum av
atkvøðunum móti teimum
32 prosentunum hjá UKIP.
– Miðlarnir hava ilt við at
taka lyftir frá okkum poli
tikkarum fyri fult, men eg
eri ein maður, sum heldur
orð, segði Nigel Farage, tá ið
hann alment boðaði frá, at
hann segði seg úr formans
sessinum.
Hann vísti á, at politiskt
var talan um eitt stórt vón
brot, at UKIP ikki fekk
størri umboðan á tingi, men
persónliga kendi hann seg
ógvuliga lættan, samstundis
sum hann nýtti høvi at finn
ast at bretsku valskipanini.
– Hóast vit vunnu ES-
tingvalið í 2014 og tryggjaðu
okkum útvið fýra milliónum
atkvøðum til ársins tjóðar
tingsval, standa vit eftir við
einans einum tingsessi. Tað
ber ikki til, og UKIP eigur
at ganga á odda fyri at fáa
broytt valskipanina, soleiðis
at tingmannabýtið umboðar
fólksins vilja, segði hann.
Clegg eisini frá
Størsti taparin av øllum
gjørdist flokkurin hjá – nú
fyrrverandi – varforsætis
ráðharranum, Nick Clegg. Í
2010 fingu Liberalu Demo
kratarnir 57 tingsessir, men
á ársins tjóðartingvalið lógu
49 av sessunum á einum
sjálvtøkuborði
fyri
hinar
flokkarnir. Teir tódnaðu nið
ur í átta tinglimir.
Summir
viðmerkjarar
vildu vera við, at samstarvs
stjórnin
millum
Liberalu
Demokratarnir og Konserva
tiva flokkin, hevur gjørt
meira ilt enn gott fyri flokk
in, ið nú sást aftur í valúrslit
inum.
– Sum leiðari fyri flokkin,
eri eg noyddur at taka av
leiðingarnar av einum so
dyggum smeiti sum hetta
valið var fyri okkum, og
tískil sigi eg formanssessin
frá mær, segði Nick Clegg í
fríggjamorgunin eftir valið.
Milliband megnaði
ikki uppgávuna
Søguliga er tað ógvuliga
sjáldsamt, at ein stjórnar
flokkur fær fleiri umboð á
ting, meðan ein andstøðu
flokkur fær færri umboð.
Á
middegi
fríggjadagin
tók Ed Milliband, leiðarin
hjá Labour flokkinum, eis
ini avleiðingarnar av hes
um, og gjørdist triðji floks
formaðurin at leggja frá sær
innan ein tíma ella so.
– Hetta er ikki tann røðan,
sum eg ynskti mær at halda
fyri tykkum í dag. Eg eri
serstakliga harmur um tey
framúr tingfólkini, sum vit
hava mist hetta valið, og eg
taki alla ábyrgdina á mínar
herðar.
Áðrenn, at Ed Milliband
staðfesti tað, sum politisku
viðmerkjararnir høvdu havt
illgruna um, nýtti hann
høvi at ynskja sínum mót
støðufólkum til lukku við
sigrinum, og takka sínum
stuðulsfólkum.
– Labour hevur tørv á
einari sterkari leiðslu, og
tískil sigi eg formannssessin
frá mær í hesi løtu, segði Ed
Milliband.
Formenn fullu sum flugur
Føroyavinurin,
Angus
MacNeil úr SNP, varð greitt
endurvaldur í sínum val
dømi, Na h-Eileanan an Iar.
Við 8.662 atkvøðum fekk
hann
nærum
tvífalt
so
nógvar atkvøður sum næsti
kappingarneytin við 4.560
atkvøðum.
Angus hevur sitið sum
formaður í tvørpolitisku Før
oyanevndini í bretska ting
inum og vitjaði í Føroyum í
2013.
Yngsta í
meir enn
300 ár
20
ára
gamla
Mhairi
Black
gjørdist
yngsti
tjóðartinglimurin síðani
valskipanin varð dagførd
í 1832. Undan henni var
James Dickinson yngsti
tinglimurin, tá hann tók
sæti í 1880, einans 21 ár og
67 dagar gamal. Tað var
ikki fyrr enn í 2006, at
aldurmarkið varð lækkað
úr 21 árum til 18 ár fyri
bretskar tinglimir. Yngsti
limur nakrantíð gjørdist
13 ára gamli Christopher
Monck í 17. øld
Angus MacNeil á vitjan í Føroyum
Føroyavinur afturvaldur
Ed Milliband
Nick Clegg
Nigel Farage