mánadagur 11. mai 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BRETSKA VALIÐ
Skotska tingið umsitir givin málsøki, onnur málsøki verða
avgreidd í bretska tjóðartinginum
Suvereniteturin liggur sostatt í Westminster
Útbúgving, heilsumál, landbúnaðarmál og løgmál liggja
hjá skotska tjóðartinginum
Skotland hevur einans avmarkaðar heimildir viðvíkjandi
skattaásetingum
Skotska tingið
Vanliga nevnt »Holyrood«
129 tinglimir
SNP eigur 64 teirra
Val verður 5. mai 2016
SNP
Stovnað í 1934
Slapp í minnilutastjórn í 2007
Einsamallan meiriluta í 2011
Stórsigur til bretska valið í 2015
Nicola Sturgeon er verandi forkvinna
Minna Cameron á lyfti
Skotska ríkisstøðan
Av teimum 59 skotsku valdømunum vann the Scottish National Party 56 teirra á valinum í Stórabretlandi
í farnu viku. SNP er sostatt triðstørsti flokkur í Westminster, og ætlar sær at fáa David Cameron,
forsætisráðharra, at halda orð um økt sjálvræði, sigur Ólavur Dalsgarði, Ph.D. lesandi stjórnmálafrøðingur.
Mortan Østerø
Altjóða fíggjarkreppan, sum
rakti í seinnu hálvu av 00-
unum hevði ført við sær stór
sparitiltøk um allan heimin,
og Stórabretland var einki
undantak. Á valinum í 2010
sýndi bretska fólki sína
ónøgd við sitandi Labour
stjórnina, sum var loyst av
konservativa flokkinum, ið
ikki megnaði at fáa einsa
mallan meiriluta, og noyddist
at skipa stjórn saman við
liberalu demokratunum –
fyrsta samgongustjórnin í
fleiri áratíggju.
Skotska tingvalið var ári
eftir, og nýttu skotar høvi
at sýna misnøgd við hvussu
stórt vald bretska tjóðartingi
hevði á stýringini av teimum
fíggjarligu viðurskiftunum
í
Skotlandi.
Tjóðskapar
flokkurin, SNP, ið ynskti
loysing frá Stórabretlandi,
gjørdi bart og vann einsa
mallan meiriluta í skotska
tjóðartinginum.
Trý
ár
seinni – í 2014 – fingu skotar
høvi at greiða sína atkvøðu
fyri ella ímóti loysingini.
Bretsku fjølmiðlarnir fylgdu
fólkaatkvøðuni við stórum
spenningi, og bretsku stjórn
arovastarnir ferðaðust norð
ur við lyftum um størri sjálv
ræði til skotar, atkvøddu
teir ikki fyri loysingini. Tá
avtornaði, varð loysingin
av ongum, men á bretska
tjóðartingsvalinum tyktust
skotar standa saman um
SNP, ið vann øll valdømini
uttan trý.
Minna Cameron á lyfti
Valskipanin í Onglandi er
soleiðis snikkað, at hon býtir
Stórabretland sundur í smá
valdømi, ið øll fáa hvør sítt
umboð á tjóðartingið. Flestu
valdømini fella innanfyri
Ongland, og síðani fáa hini
londini í Stórabretlandi –
Norður Írland, Wales og
Skotland – færri umboð á
ting. SNP stillaði einans upp
í teimum 59 skotsku val
dømunum, og við »first past
the post« valskipanini, bar
óbeinleiðis til hjá teimum
at útihýsa øðrum flokkum
umboð. Fingu teir, við øðrum
orðum, flest atkvøður innan
einstøk valdømi, vunnu teir
nevniliga tað einsamalla um
boði meðan atkvøðurnar til
aðrar flokkar fullu burtur.
Hóast SNP »einans« fekk 50
prosent av skotsku atkvøð
unum, eydnaðist teimum at
vinna 56 av 59 valdømum.
– Skotar hava verið væl
nøgdir við SNP, síðani teir
tóku við í 2011 og lovaðu
fólkaatvøðuna. SNP hava
vakt eina rørslu í Skotlandi,
ið hevur fingið stóra undir
tøku og álit millum skotar.
Teir 56 tingsessirnir hjá
SNP kunnu helst síggjast
sum ein samanrenning av
bretsku »first past the post«
valskipanini og rørsluni í
Skotlandi, sigur Ólavur Dals
garð, Ph.D. lesandi stjórn
málafrøðingur í Skotlandi.
Ein av orsøkunum til, at
skotar sýndu SNP so stórt
álit, heldur Ólavur vera,
at tey ynskja at lyftini um
størri sjálvræði verða hildin.
– Stutt eftir, at skotar
høvdu atkvøtt ímóti loysing
ini, tók ein óvissa seg upp,
hvørt David Cameron fór at
halda tað síni lyftir. Tað ber
til at tulka góða valúrslitið
hjá SNP sum eina áminning
til forsætisráðharran um
lyftini, sigur Ólavur.
Neyvan beinleiðis
ávirkan
– Tað er ein ávísur stoltleiki
at hóma í skotum eftir val
ið, og tey hava greitt sýnt
sína misnøgd við førda poli
tikkin hjá sitandi stjórn. Tó
er veruleikin tann, at tey
einans hava 56 av 650 ting
sessum og sita ikki sjálvi við
stjórnarvaldinum. Neyvan
kann tað hugsast, at SNP
fær beinleiðis ávirkan á tey
Konservativu, sum sita trygt
í Westminster við einsamøll
um meiriluta, sigur stjórn
málafrøðingurin, ið hevur
búð í Skotlandi seinastu
mongu árini.
Aðrir politiskir viðmerkj
arar hava víst á, at brand
valið hjá SNP ger eina spjað
ing í bretska samríkinum
sjónligari
enn
áður,
og
Ólavur Dalsgarð er samdur.
– Tá ið undirtøkan fyri
samríkjaflokkunum
hvør
vur og flytur seg til ein tjóð
skaparsinnaðan flokk, er
tað greitt, at samríkjaveldið
ikki stendur eins sameint
– tað leggur eitt ávíst trýst
á David Cameron. Longu í
fyrstu almennu fráboðan hjá
David Cameron eftir valið,
varð ríkisstøðan hjá Skot
landi umrødd, har Came
ron ynskti at geva skotum
størri sjálvræði enn nakað
annað land í einum sam
ríki. Undan hesum valinum
høvdu SNP annars ikki
víst nakran áhuga í bretska
tjóðartingsvalinum,
men
nú seta tey í øllum førum
skotsku ríkisstøðuna á dags
skrá. Hetta skal tó takast
við
ávísum
fyrivarni,
tí
SNP fer helst at leggja sína
orku í Holyrood (skotska
tjóðartingið, red.), har tey
hava veruliga parlamentar
iska ávirkan, sigur Ólavur.
Ólavur Dalsgarð