mánadagur 11. mai 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
ítróttur
Spælararnir vóru
heilt stirdir
Svarið hongur í leysum lofti.
Spurningurin er, um tað ikki
hevði verið bríkslað av tíðliga
í 2. hálvleiki, um tað vóru
tvey grannalið, sum spældu í
ódnarveðrinum, sum var við
Stórá í Trongisvági ígjár.
Vindurin var nógvur, og
regnið oysti niður. Spælarar
nir vóru loftnaðir, og harvið
varð leikliga avrikið so sum
so. Tá ið Lars Müller bríksl
aði fyri síðstu ferð, vóru
spælararnir skjótir undir
tak. Onkrar støður vóru
heilt
margháttligar:
Ivan
Stojkovic royndi við mál
sparki at senda bóltin fram á
vøllin. Bólturin vann út um
brotsteigin, áðrenn hann
aftur hevði kós ímóti TB mál
inum, har ein av verjuspæl
arunum beindi hann burtur!
Úrslitið var 1-1 millum
TB og HB, og harvið endaði
tað fyri aðru ferð í ár við
javnleiki millum hesi bæði
feløgini. HB venjarin Heðin
Askham harmaðist:
– Vit vóru væl nøgdir við,
at tað undan lotinum eydn
aðist okkum at halda tørn
um málleysa javnleikin. Vit
roknaðu við møguleikanum
at vinna undan lotinum,
og Fróði Benjaminsen legði
okkum fram um við stútara
eftir horna. Men teir svaraðu
skjótt aftur, og eftir útjavn
andi málið eydnaðist einki
hjá okkum. Veðrið darvaði
nógv. Nú eru vit átta stig frá
toppinum, men tað órógvar
okkum ikki, tí tað gongur
skjótt hvønn vegin, sigur
Heðin Askham.
Í evstu løtu var um reppið,
at HB skoraði sigursmálið
eftir langt útspark frá Teiti
Matras Gestsson. Innskifti
Símun Samuelsen rann seg
leysan í vinstru, og eftir inn
legg royndi innskifti Teit
Jacobsen seg, men bólturin
varð steðgaður á málstrik
uni, og tá ið René S. Joensen
so skuldi royna seg, varð
blokerað.
TB
venjarin
Páll
Guðlaugsson helt, at einki
forgjørt var í tí, at hansara
lið hevði tryggjað sær eitt
stig:
– Vit høvdu í hvussu so
er
uppiborið
javnleikin.
Spælararnir eiga rós fyri, at
teir vístu góðan hugburð,
og at teir javnaðu so skjótt,
eftir at HB hevði lagt seg
framum. Talan var um fínt
mál, sum Albert Adu skor
aði, eftir at innskifti Patrik
Johannesen hevði lagt inn
fyri úr vinstru. Tað flytur
okkum ikki so nógv á støðu
talvuni, tá ið vit so ofta eru
partur av javnleiki. Men
eg rokni avgjørt við, at tað
skjótt fer at eydnast liðnum
at vinna fleiri ferðir á rað,
og harvið fara vit at flyta
okkum rætta vegin. Hvussu
langt vit røkka í ár, dugi eg
ikki at svara uppá. Eg eri
tó vísur í, at vit verða ikki
partur av stríðnum fyri at
sleppa undan niðurflyting,
tí tað eru nógvir møguleikar
í hesum spælarunum, sigur
Páll Guðlaugsson.
Endiliga eydnaðist
tað hjá Eliesari
Tá ið Kári Jóannesarson á
Høvdanum
bríkslaði
fyri
síðstu ferð á Argjum og mál
talvan vísti 1-2, var fagnað
urin stórur í EB/Streyma
leguni. Undan hesum kapp
ingarárinum høvdu sjey av
teimum tólv, sum í gjár vóru
á vøllinum, spælt millum
lítið og einki í bestu deildini.
Hetta var fyrsti sigurin hjá
EB/Streymi
í
landskapp
ingini í ár, og harvið var hetta
fyrsta ferðin, at fleiri av EB/
Streyma spælarunum vóru
á sigrandi liðnum í bestu
landskappingini.
EB/Streyma
venjarin
Eliesar Olsen var ovurfegin.
Sigurin ber við sær, at EB/
Streymur ikki er isolerað í
botninum. Merkisvert er eis
ini, at hetta var fyrsta ferðin
yvirhøvur, at Eliesar Olsen
sum venjari var við at vinna
í bestu landskappingini.
– Tá ið eg í fjør var á Skála,
var tað fleiri ferðir um reppið,
at tað eydnaðist, og eisini í ár
hava vit onkra ferðina verið
tætt við. Kenslan er góð, tí
tað er bara soleiðis, at tað
kennist tungt, tá ið tað ikki
eydnast at vinna. Vit dugdu
ikki nóg væl at gera okkum
dælt av lotinum. Ætlanin var
at spæla fram í vinstru og so
at leggja til handara stólpa.
Tað gjørdu vit einaferð, og
tá skoraði Brian Olsen. AB
trýsti okkum fyrstu løtuna
eftir steðgin. Tíbetur svaraðu
vit aftur beinanvegin, tá ið
argjamenn høvdu javnað. Vit
møttu teimum frammarlaga,
og tá ið vit vunnu bóltin, var
tað fleiri ferðir vandamikið,
og Leif Niclasen skoraði
sigursmálið.
Tað hevur verið upp á tal,
at tit skulu styrkja um liðið
við
veteranunum
Marna
Djurhuus og Egili á Bø?
– Tað er upp til teir at
avgera, um teir ætla sær at
venja við okkum. Í fyrstu
atløgu rokna vit við fólk
inum, sum vit hava og lið
num, sum vann á Argjum,
sigur Eliesar Olsen.
Vónbrotið í AB leguni var
øgiligt um, at tað heldur ikki í
tíggjundi royndini eydnaðist
at vinna. Tá ið Kristin R.
Mouritsen eitt korter und
an leikloki hevði javnað við
fínum skoti úr vinstru tevj
aðu argjamenn sigurin, men
so stóðu teir eftir við ongum.
Í gjár var tað Morten
Overgaard,
sum
hevði
ábyrgdina:
– Tað verður mánakvøldið,
at vit fara at eftirmeta. Vit
megna javnleik ímóti B36,
HB og Víkingi, men enn
einaferð varð staðfest, at vit
ikki megna at vinna lykla
dystirnar. Vit tosa ikki enn
um kreppu. Í 2013 høvdu vit
tvey stig, tá ið tíggju umfør
vóru farin, og tá endaðu
vit á sjeynda plássi við 31
stigum og átta stig frá niður
flytingini. Tað ræður um at
fáa hol á. Kanska vóru vit ov
spentir at fara eftir sigurs
málinum, tá ið vit høvdu
javnað, og so sektaðu teir
okkum.
fótbóltur
Effo-deildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
NSÍ
10
8
0
2
28
14
+14
24
2
B36
10
6
3
1
22
11
+11
21
3
HB
10
4
4
2
15
13
+2
16
4
Víkingur
10
3
5
2
24
17
+7
14
5
KÍ
10
4
2
4
17
16
+1
14
6
TB
10
2
6
2
14
13
+1
12
7
ÍF
10
2
5
3
16
18
-2
11
8
FC Suðuroy
10
3
0
7
13
28
-15
9
9
AB
10
0
6
4
9
14
-5
6
10 EB/Streymur
10
1
3
6
10
24
-14
6
FC Suðuroy - B36 1-3 (0-2)
0-1: Lukasz Cieslewicz 10.
0-2: Hans Pauli Samuelsen 24.
1-2: Búi Egilsson 56.
1-3: Hans Pauli Samuelsen 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
FC Suðuroy: Rani Nolsøe Johannesen – Dánjal Godtfred,
Valerian Iobashvili, Christian Ibeagha, Tóki Mortensen (Heini Bech, 75.)
– Høgni Madsen, Heri Kjærbo (Búi Egilsson, 46. ■) – Palli Augustinussen,
John Tordar Poulsen ■, Jón Krosslá Poulsen – Mamuka Torondjazde
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy ■, Hørður Askham,
Odmar Færø, Gestsur B. Dam – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen
– Jákup á Borg (Árni G. Nielsen, 90.), Lukasz Cieslewicz ■,
Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara (Andrias H. Eriksen, 75.)
TB - HB 1-1 (0-0)
0-1: Fróði Benjaminsen 57.
1-1: Albert Adu 64.
Dómari: Lars Müller
TB: Ivan Stojkovic – Teitur Justinussen, Heine Mortensen, Teitur Olsen,
Andri Freyr Bjørnsson – Martin Tausen, Heini Mikal Mortensen
(Arthur D. Poulsen, 79.) – Rógvi Joensen ■, Eirikur M. Ellendersen
(Arthur D. Poulsen, 69. ■), Franck Odje Able
(Patrik Johannesen, 60.) – Albert Adu
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen ■,
Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen ■, Alex José dos Santos
– Bartal Wardum, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen,
René S. Joensen, Levi Hanssen – Poul Ingason (Andrew av Fløtum, 70.)
AB - EB/Streymur 1-2 (0-1)
0-1: Brian Olsen 15.
1-1: Kristin R. Mouritsen 76.
1-2: Leif Niclasen 78.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Andras B. Vágsheyg,
Dmitrije Jankovic ■, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Mikkjal T. Hentze ■
(Nicolaj Eriksen, 69. ■), Magnus Egilsson – Álvur F. Christiansen
(Rói Danielsen, 80.), Jógvan Skeel Nolsøe, Kristin R. Mouritsen
EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen ■ – Árni G. Olsen, Andras Olsen,
Rógvi Egilstoft Nielsen ■, Jóhannes Hansen – Arnar Dam,
Rói H. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Brian Olsen ■,
Leif Niclasen ■ (Andru Poulsen, 89.), Ragnar Danielsen
ÍF - NSÍ 0-3 (0-0)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen 72.
0-2: Pól Jóhannus Justinussen 79.
0-3: Klæmint A. Olsen 95.
Dómari: Rúni Gaardbo
ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen, Bartal Eliasen ■,
Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Fritleif í Lambanum, 62.)
– Ari Ó. Ellingsgaard (Kristoffur Jakobsen, 67.), Frank Poulsen ■,
Sjúrður Jacobsen (Andrias Poulsen, 81.), Nenad Saric
– Adeshina Lawal, Clayton Soares
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard,
Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen,
Haraldur R. Højgaard ■ (Andras Frederiksberg, 27.) – Árni Frederiksberg
(Jákup Andrias Gaardbo, 87.), Jann Martin Mortensen ■
(Meinhard E. Olsen, 77.), Pól Jóhannus Justinussen ■ – Klæmint A. Olsen
Rógvi Dam
EB/Streymur
Tillukku Eliesar Olsen við fyrsta
sigrið í Effodeildini. Gott kempa
dreingir. Saman standa vit sterk
fjepparin
Myndir: Álvur Haraldsen
hagtøl 10. umfar
Jan B. Antonioussen
nsí
24 stig í Runavík, 11 stig í
Fuglafirði. Er tað løgið at fólk
vóru køld undir dystinum?
Fantastiska flott, dreingir! Málini
og stigini rapla inn! Drívið á!
Góðir!
fjepparin
Allan Enghamar
hb
Síðsta dyst sá alt gott út, men
so komu vit buldrandi niður á
jørðina aftur. Liðini frammfyri
vinna og leggja enn meira sjógv
í millum. Nú er síðsta útkall, um
kappingarárið ikki skal enda sum
fiasko! Vit mugu koyra á víðari -
HåååBeee...
fjepparin