mánadagur 11. mai 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Neli Heldarskarð
Undan dystinum var greitt,
at Víkingur mátti gera minst
eina útskifting í mun til liðið,
ið tapti 2-1 ímóti HB fyri góð
ari viku síðani. Liðskiparin,
Atli Gregersen, fekk reytt
kort og var sostatt ikki við í
dag. Hetta hevði við sær, at
Sigfríður Clementsen valdi
at umskipa liðið, so at spælt
varð við trimum monnum í
verjuni, har Súni Olsen mill
um annað fór í miðverjuna at
spæla. Tað skuldi vísa seg, at
umskipanin ikki gav tað vón
aða úrslitið.
Málríkur fyrri
hálvleikur
Óvist er, um KÍ-leikararnir
vóru ovfarnir av, at Víkingur
var farið yvir til eina 3-5-2
spæliskipan, men í øllum
førum var tað útiliðið, ið kom
nógv betri frá byrjan. Longu
aftaná fýra minuttir var
støðan 0-1 til Víking við máli,
sum málslúkurin, Finnur
Justinussen, skoraði. Fitt
var av vindi í Djúpumýru, og
hetta gjørdi sítt til, at sjálvt
fótbóltsspælið ikki var av
allar ovastu hyll. Ístaðin var
tað upp á høg innlegg úr síð
unum, at liðini kundu gerast
vandamikil. Hetta dugdi KÍ
at gagnnýta til fulnar.
Tá ið spælt verður við
trimum monnum í verjuni
og tveimum síðubakkum,
sum Víkingur gjørdi í gjár,
er skjótt, at mótstøðuliðið,
sum hevur tveir mans í
hvørjari síðu, kann koma í
góðar støður, tí at har er so
nógv pláss. Hetta sást væl
aftur í dystinum, tí at bæði
tey fyrstu málini hjá KÍ
komu eftir innlegg úr síð
unum. Í fyrra føri var talan
um innlegg úr vinstru, har
Mayowa fekk nógva tíð og
pláss at senda innfyri til ein
frían Jóannes Bjartalíð, ið
ikki skuldi gera annað enn
at seta fótin á. Í seinna før
inum bleiv bólturin skjótt
førdur úr vinstra yvir í høgra
borð, har ein vælleikandi
Henry Heinesen legði inn
fyri. Bólturin endaði fyri
føtunum á Atla Danielsen,
ið smekkaði bóltin í netið til
hálvleiksstøðuna 2-1.
Nógv kort
Líkt var til, at tað nú var
Víkingur, sum skuldi seta
dagsskránna í seinna hálv
leiki, men nakað veruligt
trýst kom ikki burturúr. Í
roynd og veru vóru bæði
liðini
rættiliga
jøvn,
og
tað
tær
málroyndirnar,
sum vóru, blivu ikki heilt
vandamiklar.
Ístaðin
var
tað hart spæl, ið eyðkendi
part av seinna hálvleiki.
Millum annað fingu Sølvi
Vatnhamar, Atli Danielsen og
Evrard Blé allir gult kort fyri
heldur harðar takklingar.
Rok í fimmmetrinum
Teir síðstu 10 minuttirnar
rakti undirhaldsvirðið av
álvara hæddirnar. Tað byrj
aði, tá ið Geza Turi gjørdi eitt
tápuligt brotsspark, ið Henry
Heinesen trygt setti í netið.
Nú tyktist dysturin at vera
avgjørdur, men menn vóru
framvegis heitir, og tað kom
til sjóndar stutta løtu seinni.
Áðrenn
eitt
hornaspark
setti Mayowa Alli seg niður
at húka frammanfyri Geza,
og tað dámdi ungarska mál
manninum onki. Helst er
okkurt blivið sagt ímillum
teirra, ið ikki er borðbært at
endurgeva, men endin var
tann, at Mayowa skumpaði
Geza so hart, at Víkinga-mál
verjin fleyg inn í egið mál.
Alex Troleis, dómari, tók
ta avgerð, at bæði Mayowa
og Geza fingu reytt, hóast
fótbóltur
H E S A V I K U N A
3
Meinhardt
Joensen
Bleiv ongantíð veruliga testaður
fyrr enn í endanum. Átti sín lut
í seinna málinum hjá útiliðnum.
Áðrenn hetta hevði hann tó verið
sannførandi tryggur.
5
Henry Heinesen
(Dagsins leikari) Spældi á
høgra bakki, ið ikki er hansara
fasta pláss, men hetta darvaði
honum ikki at gagnnýta kjansin
á nýggja plássinum. Var góður
defensivt og hevði eisini fleiri góð
innlegg, tá ið hann kom framvið.
Krúnaði góða avrikið við at skora
til 3-1 upp á brotsspark.
3
Jonas Flindt
Rasmussen
Í luftini stóð ongin honum kurl,
meðan hann onkuntíð kom í
trupulleikar av onkrum av kviku
Víkinga-leikarunum. Fekk eitt
væl uppiborið gult kort.
3
Ndende Adama
Gueye
Skallaði ikki nóg væl burtur, tá ið
Víkingur legði seg á odda, men
spældi seg væl upp sum dysturin
fráleið. Miðal avrik.
2
Mayowa Alli
Amerikanski vinstri bakkurin
stóð væl í verjustøðu og átti eis
ini uppleggið til málið hjá Jóannes
Bjartalíð. Tað trekkir tó niður,
at hann fær eitt óneyðugt reytt
kort, meðan KÍ er á odda 3-1.
4
Evrard Blé
Uppruddarin á defensivu
miðuni røkti sínar skyldur til
fulnar. Saman við Atla vann Blé
slagið um miðvøllin.
4
Atli Danielsen
Eyðsýndur allan dystin, og
hann vann nógvar nærdystir.
Harafturat skoraði hann eisini
týdningarmikla málið til 2-1.
3
Heðin Klakstein
Hevði ikki bóltin nógv, og tí
sást ikki serliga nógv til hann
á tí økinum. Tó arbeiddi hann
gróthart uttan bólt, áðrenn hann
varð útskiftur fyri Kenan.
4
Jóannes
Bjartalíð
Ungur maður, ið veruliga hevur
fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Var
góður á bóltinum og skoraði
eisini eitt mál. Bleiv útskiftur
aftaná 70 minuttir, men tá hevði
hann eisini gjørt sítt.
2
Hjalgrím Elttør
Var snøgt sagt ov ósjónligur.
Onki avgerandi kom frá honum,
og hann hevur havt betri dagar á
vøllinum enn hendan.
3
Páll Klettskarð
Skoraði eitt mál, ið bleiv
kolldømt, men hevði eisini annað
gott at vísa á. Gav útiverjuni
trupulleikar og tók lut í nógvum
nærdystum.
3
Kenan
Hajdarevic
Var rættiliga eyðsýndur fyri
ein mann, sum bara spældi 27
minuttir. Ein støðug hóttan og
burdi skorað í yvirtíðini.
3
Jákup B.
Andreasen
Kom inn seinastu 20 minuttirnar.
Gjørdi sítt fyri at verja sigurin
heim. Onki at fílast á.
spælarameting Taktiska
broytingin
hjá víkingi
miseydnaðist
Til dystin í gjár hevði Sigfríður Clementsen valt nýggja
spælskipan, ið ikki eydnaðist. Eisini var tað í hesum dysti, at
KÍ loksins vísti, at liðið kann eisini gera um seg, tá ið spælt
verður ímóti einum av teimum heilt góðu liðunum í deildini
Hendingarríkir dystir Tá ið liðini hittust í Sarpugerði fyrr
í ár endaði dysturin 3-3 í einum dysti, har KÍ fekk ein mann
útvístan. Tískil hevur samlaða úrtøkan úr báðum dystunum,
sum liðini higartil hava leikt ímóti hvørjum øðrum í ár, verið
11 mál og tríggjar útvísingar. Tað er ikki smávegis!
1 til 6
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Onkur spældi bólt, onkur spældi
kort, onkur spældi klovn, men
vit kunnu staðfesta at vit taptu
næsta dystin á rað. Tað einasta
fløvandi í dag var kaffikoppurin í
hálvleikinum. Nú má kempast.
WLYV
fjepparin