Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 ítróttur undir­ritaði hevur ilt við at síggja, hvat Geza gjørdi fyri at fáa beinleiðis reytt í støð­ uni. Víkingur var liðið, ið dugdi best at umstilla seg at spæla 10 ímóti 10. Í yvirtíðini mink­aði Hanus Jacobsen um munin, og enn longri í yvir­tíðini hevði Gunnar Vatnhamar javnað, um Ndende ikki stóð klárur á strik­uni og beindi bóltin av vanda­leið. Meira hendi ikki í dyst­inum. Týdningarmikið fyri KÍ Bæði liðini høvdu stóran tørv á sigrinum, og tað kann ikki sigast at vera óuppi­ borið, at KÍ fekk hann. Til dags­ins dyst hevði Mikkjal Thomassen blandað kortini væl saman, og alt liðið tykt­ ist at rigga væl sum ein saman­tvinnað eind. Serliga riggaði tað væl við Henry Heinesen á høgra bakki, ið kom nógv fram­við og var ein støðug hóttan við sínum innleggum. Vónirnar til flaggskipið úr Norðuroyggjum eru altíð stórar frá teimum mongu ídnu KÍ-viðhaldsfólkunum, ið altíð møta mansterk til heima­dystir í Djúpumýru. Hóast stiga­úrtøkan als ikki hevur verið fullkomin í ár, so førir sigurin yvir Víkingi við sær, at tað bert eru tvey stig upp til HB, sum er á bronsu­ pláss­inum. Hetta vísir eisini, at Effodeildin er sera jøvn í ár, har nógvir dystir eru end­ aðir við janvleiki. Fyri Víking merkir úrs­ litið, at frástøðan til tey all­ ar ovastu enn einaferð er voksin, og at liðið sum nú er ikki hevur støðufesti til at vera við í absolutta oddinum. Næsti dystur er á heimavølli ímóti AB, sum ikki hevur vunnið ein dyst enn. Har má ein sigur metast sum eitt treyta­leyst krav. Spenandi verður, um Víkingur fer aftur at spæla við fýra monn­um í verjuni, ella um trýmans­verj­ an er komin fyri at vera. Jóannes Bjartalíð fingið sítt gjøgnum­brot Eftir dystin fekk blaðið orðið á 18 ára gamla Jóannes Bjartalíð. Jóannes er mið­ vallar­leikari og hevur av álvara fingið sítt gjøgnum­ brot á besta liðnum hjá KÍ, har hann eftirhondini hevur vunnið sær eitt fast pláss ímillum teir fyrstu 11. Har­afturat hevur hann nú skorað tvey mál hetta kapp­ ingar­árið. Aftaná, at vit taptu ímóti NSÍ var tað ómetaliga týdningar­mikið at koma í gongd aftur og fáa trý stig. Hetta var fantastiskt. Jóannes var maðurin, ið javnaði til 1-1. Soleiðis setti hann orð á sítt mál: Innlegg kemur úr vinstru frá Mayowa. Eg snýki meg ímillum Hanus og Erling hjá Víkingi, ið ikki vóru klárir upp á tað, og so skuldi eg bara setta innarusíðuna á. Tað er ótrúliga stuttligt at skora mál fyri barndómsfelagið. Tað er nakað, sum man altíð hevur strembað eftir. Eftir sigurin var lagið og vónirnar frameftir sjálvandi góðar. – Vit hava fingið ov lítið av stigum í ár, men eg haldi kortini, at nógv hevur riggað hjá okkum. Um vit byrja at fáa fleiri stig sum í dag, so skal tað nokk byrja at síggja gott út hjá okkum, segði Jóannes Bjartalíð at enda. post@sosialurin.fo fótbóltur Knasandi gott undirhald! Nógvir áskoðarar, fimm mál, rok, nógv kort, tvey av tí reyða slagnum og spenningur til síðsta bríksl. Ein áskoðari kann ikki krevja meir. Eigur veðrið ikki at vera betri í mai mánaði? Serliga í seinna hálvleiki var talan um eina bítandi kalda fótbóltsuppliving. 1 Geza Turi Ikki nakað serligt at fílast á fyrstu 80 minuttirnar. Ger síðan eitt fullkomiliga óneyðugt brotsspark og verður eisini vístur av vølli lítla løtu seinni. Tað oyðileggur heildarfatanina. 3 Gert Hansen Var góður í uppbyggjandi spælinum. Átti ikki nakra bein­ leiðis skuld málunum, sum fóru ígjøgnum, og tí er avrikið miðal. 3 Súni Olsen Varð fluttur í miðverjuna. Hevði nógvar fínar, langar sendingar og var sum vant sera tryggur á bóltinum. Sparki­før­ leikin var tó ikki líka góður, sum hann plagar at vera. 2 Erling Jacobsen Uppdekkingin miseydnaðist í samband við fyrsta máli, og hann skeyt ikki nóg væl vekk, tá ið KÍ skoraði sítt næsta mál. Tí fær hann tvey. 3 Hanus Jacobsen Hevur dygdirnar til at spæla sum vongbakkur, men tyktist ikki líka eyðsýndur frameftir, sum hann hevur verið í øðrum dystum. Dekkaði ikki nóg væl upp, tá ið KÍ javnaði til 1-1, men hinvegin skoraði hann troystimálið hjá Víkingi í yvirtíðini, sum trekkir hann upp 3 í støðumetsbókini. 4 Bárður Hansen Ein av teimum betru hjá Víkingi. Tað vandamesta hjá teimum ljósabláu kom úr høgru síðu, har Bárður var at finna. Legði innfyri, tá ið Finnur skoraði. 3 Sølvi Vatnhamar Landsliðsleikarin, ið hevði fingið liðskiparabandið um armin, var tann mest verjukendi á miðvøllinum. Gjørdi sítt arbeiði har og legði harafturat upp til málið, ið minkaði um munin í yvirtíðini. 3 Heðin Hansen Byrjaði ógvuliga væl, men fall meira úr dystinum, sum hann fráleið. Arbeiðsparturin lá tó ikki eftir, og hann hevði eisini nakrar fínar langskotsroyndir. 2 Filip Djordjevic Hevði onkra fiksa dribbling, men skapti ikki kjansir fyri sítt lið. Tyktist ikki at trívast heilt á sínum nýggja plássi sum álopssinnaður miðvallari. 2 Andreas Lava Olsen Hetta var als ikki hansara dagur. Miðverjarnir hjá KÍ høvdu yvirtakið ímóti honum, og Lava fekk nærum onki burturúr. Bleiv útskiftur aftaná 65 minuttir. 3 Finnur Justinussen Skoraði eitt mál, men tað var so at siga eisini tað, ið kom frá honum. 3 Gunnar Vatnhamar Kom inn fyri Lava og spældi betri enn hann. Mundi javnað í yvir­tíðini. 3 Elias Rasmussen Var sera stutt inni, men fær góða umrøðu, tí at hann hevði eina góða dupultaktión. spælarameting Ongin er sjálvskrivaður Tað má Kenan Hajdarevic, ið hevur leikt dystir í bestu donsku fótbóltsdeildini, ásanna. Hetta var annar dystur á rað, at Kenan byrjaði á bonkinum hjá KÍ. Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 KÍ - Víkingur 3-2 (2-1) 0-1: Finnur Justinussen 5. 1-1: Jóannes Bjartalíð 23. 2-1: Atli Danielsen 29. 3-1: Henry Heinesen br 83. 3-2: Hanus Jacobsen 93. Dómari: Alex Troleis KÍ: Meinhardt Joensen – Henry Heinesen, Jonas Flindt Rasmussen ■, Ndende Adama Guéye ■■, Mayowa Oladele Alli – Jóannes Bjartalíð (Jákup B. Andreasen, 70.), Atli Danielsen ■, Evrard Blé ■, Hjalgrím Elttør – Heðin Klakstein (Kenan Hajdarevic, 63.), Páll A. Klettskarð Víkingur: Geza Turi ■■ – Gert Hansen, Erling Jacobsen, Súni Olsen – Bárður J. Hansen ■, Heðin Hansen (Elias Rasmussen, 87.), Sølvi Vatnhamar ■, Philip Djordjevic, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen (Gunnar Vatnhamar, 65.), Finnur Justinussen Kristian Joensen kí Hetta var fantastiskt. Skuranir/ Rosinurnar kalla seg Víkingar. Men fakta er at teir røttu víkingarnir vunnu. Takk dreingir tit góðu tað tit áttu og vístu at KÍ skal takast í álvara. Nú verður tað Gundadalur hósdagin og hann verður tikin við storm. Koyr á KÍ fjepparin