Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur André Olsen Sum støðan er í løtuni, so økist gjógvin millum tey stóru og tey smærru feløg­ini í føroyskum fótbólti al­samt. Tað at hava leikarar um­boð­ aðar á a-landsliðnum er eins og fyrr, ein stór æra fyri hvørt ávíst felag. Men sum støð­an er í dag, er tað eisini mun­andi meira enn ein æra. At hava landsliðsleikarar í dag, er ein stórur fíggjarligur vinn­ingur hjá feløgunum, ið hava leikarar umboðaðar á lands­lið­num. Fyri hvønn landsdyst, ið ein leikari spælir, fær eitt felag í dag á leið 40.000 krón­ ur fyri tann landsdystin, ið leikarin stendur á dómara­ seðl­inum. Og hendan upp­ hæddin er tann sama, óansæð hvørjum leikararnir spæla við. Í prinsippinum fær HB tað sama fyri ein leik­ara, ið spælir ein lands­ dyst, sum Manchester United tildømis fær fyri at Wayne Rooney spælir fyri ein lands­dyst fyri Ongland. Tað er tó stórur munur á, hvat fyri ávirkan pengarnir hava í teimum ymisku lond­unum. Í Ong­landi eru 40.000 krónur ein øgiliga lítil upp­hædd, í mun til teir pengar­nar, ið eru í umferð har. Meðan í Føroyum er hendan upphæddin ein so mikið stór upphædd, at hon er langt omanfyri tær flestu mánaðar­lønirnar sum ein føroyskur lands­ liðs­leikari fær. Skjóta vit eitt sindur leyst, og taka eitt úgangs­støðið, ið eitur at ein før­oyskur landsliðsleikari í miðal forvinnur 10.000 krónur um mánaðin fyri at spæla í Effo-deildini, so fær tað felagið ið hann um­boðar, fýra ferðirnar mánaðar­lønina aftur, fyri hvønn lands­dyst, ið hann er á dómara­seðl­inum. Í okkara for­hold­um hava hesir pengar­nir eina so mikið stóra ávirkan, at teir nærum kunnu vera avgerandi í odd­ inum í føroyskum fótbólti, meðan teir í teimum flestu út­lendsku londunum, bert eru ein lítil kompensatión til feløgini, fyri brúk av leik­ arum. Tað er eisini ein sann­ roynd, at ta ofta eru tey somu stóru feløgini, ið dyst aftaná dyst, hava leikarar á lands­lið­num. Hesi feløgini fáa stórar upphæddir fyri hvønn landsdyst, meðan tey smærru feløgini í Føroyum, ið eisini eru við til at fram­ leiða lands­liðs­leikarar, stríð­ ast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Gjógvin veksur Hesar stóru upphæddirnar gera tað, at gjógvin millum tey størru og tey minnu fel­ øg­ini í føroyskum alsamt veksur. Hetta kann tykjast eitt sindur skeivt, tí á lands­ lið­num í dag, síggja vit eitt nú, at fleiri av teimum størstu profil­unum á før­ oyska lands­liðnum, hava sín fót­bólts­uppvøkstur í teimum minnu feløgunum. Sonni Ragnar Nattestad úr MB, Brandur H. Olsen úr B71, Fróði Benjaminsen og Jóan Símun Edmundsson úr B68, meðan Sølvi Vatnhamar er upp­vaksin í LÍF, sum væl at merkja nú eitur Víkingur. Sum støðan er í løtuni, so er ein av vandunum við teim­um nógvu pengunum, at tey stóru feløgini koma at ger­ast uppaftur størri, og koma at hava uppaftur fleiri pengar um hendið, soleiðis at tey minnu feløgini ongan sum helst møguleika hava at kapp­ast við tey størru feløg­ ini ítróttar­liga, og heldur ongan møgu­leika hava at varð­veita sínar leikarar. Og júst tað at varðveita sínar leikarar er ein týdningar­ mikil prikkur fyri menning­ ina av føroyskum fótbólti, tí vit síggja oftari ungar og óroyndar leikarar fáa møgu­ leikan í smærru feløgunum, enn vit gera í teimum størru feløgunum. Hetta skyld­ast millum annað av, at tey stóru feløgini hava fleiri góðar leikarar enn tey smærru feløgini, og at tað tí ofta ikki er tað sama tolið til at spæla ein ungan leikara inn á eitt lið, sum tildømis í einum lítlum felagið. Av tí sama síggja vit eisini, at tey størru feløgini ofta heinta ungar profilar inn, ið framman­undan hava fingið sítt gjøgnum­brot í einum smærri felagið. Tað at tey føroysku feløg­ ini fáa ein so stóran part av peningi frá ECA skyldast av, at UEFA og ECA hava gjørt avtalu um, at yvirskotið av EM endaspølunum, skal fara út í tey ymisku londini, sum eru í UEFA. UEFA og ECA vilja í felag, at tey smærru londini eisini hava møgu­leika fyri at menna seg. Meiningin hjá UEFA og ECA hevur ongan­tíð verið, at upp­hædd­ irnar fyri lands­liðs­leikarar skulu gerast ein avgerandi fak­torur í einari deild, men heldur at peningurin skal fara, fyri at skapa framburð í so stóran mun sum gjørligt. Profilar venda heim Sum støðan er í løtuni, eru landsliðspengarnir við til at koyra føroyskan fótbólt á eina vandamikla kós. Til kapp­ingarárið 2014, vendu ikki færri enn tríggir profilar á føroyska landsliðnum heim til Føroyar at spæla fótbólt. Tað kann ikki prógvast at lands­liðs­pengarnir eru ein orsøk til at hesir leik­ararnir vendu heim, men tað er nær­ liggjandi at hugsa, at bæði Hvørt fjórða ár í framtíðini koma tey føroysku feløgini at fáa eina rúgvu av pengum fyri hvørja EM undankapping. Við núverandi gongd vera tað nøkur fá feløg, ið koma at fáa stóran fyrimun av hesum pengunum. Spurningurin er, hvat fyri ávirkan hetta kemur at hava á okkara landskapping Milliónir fyri lands­liðs- ­leikarar Hesin setningurin vísir, at FSF og tey føroysku feløgini í felag, hava møguleika fyri at broyta gongdina sum er Kelda: http://www.ecaeurope.com/Documents/20120321_UEFA-ECA%20MoU%202012.pdf Í prinsippinum fær HB tað sama fyri ein leik­ara, ið spælir ein lands­dyst, sum Manchester United tildømis fær fyri at Wayne Rooney spælir ein lands­ dyst fyri Ongland. Tað er tó stórur munur á, hvat fyri ávirkan pengarnir hava í teimum ymisku lond­unum