mánadagur 11. mai 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
ítróttur
fótbóltur
feløgini og leikararnir høvdu
lættari við at samráðast um
ein sáttmála, tá hesir lands
liðspengarnir vóru inni í
myndini. Tað vísir seg eisini,
at landsliðspengarnir eru
ein upplagdur trumfur hjá
einum
landsliðsleikara,
sum skal samráðast um
ein nýggjan sáttmála, tí at
leikararnir nú vita, at felagið
væl og virðiliga fær dekkað
leikaran inn ein mánað,
um hann bert er á dómara
seðlinum til ein landsdyst.
Hetta ger, at tey føroysku
feløgini lættliga fáa kappast
við feløgini í næstbestu
donsku deildini um leikarar.
Hetta
kann
sjálvandi
tulkast á tveir mátar. Tað
at landsliðsprofilar koma
heim at spæla, er við til at
styrkja
okkara
heimligu
deild, meðan tað er ein lítil
mótsøgn í okkara ætlan, ið so
ofta vísir á, at vit skulu hava
so nógvar leikarar á landslið
num sum gjørligt, sum spæla
uttanfyri landoddarnar.
Finnast alternativ?
Í sjálvum sær, er hugskotið
við landsliðspengunum eitt
frálíkt íkast til føroyskan
fótbólt. Og sjálvandi skulu
vit hava pengarnir inn í
landið, soleiðis at teir koma
at gera ein stóran mun fyri
okkara fótbólt. Tað gerst tó
ein stórur trupulleiki, tá tey
stóru feløgini ríka seg upp av
hesum pengunum. Tí átti tað
at verið ein skilabetri háttur
at gagnnýtt pengarnar, so
leiðis at pengarnir í størri
mun fóru til at fíggja onnur
viðurskifti í føroyskum fót
bólti, sum tey fægstu feløgini
hava ráð til, og sum í størri
mun eru við til at menna fót
bóltin í okkara landið.
Tað er eisini umráðandi
at hava í geyma, at tey allar
flestu av teimum feløgunum,
ið fáa landsliðspengar, eisini
luttaka í altjóða fótbólti.
UEFA og ECA hava í ár boðað
frá, at feløgini, ið luttaka í al
tjóða fótbólti, nú fáa eina
munandi størri upphædd
fyri at luttaka, enn tey áður
hava gjørt. Tí eiga tey størru
feløgini at klára at siga far
væl til ein stóran part av
landsliðspengunum,
sum
ístaðin kunnu fara til at
fíggja breiddini og øðrum
partum av tí føroyska fót
bóltinum.
Eitt uppskot, ið mangan
hevur verið frammi, er tað,
at upprunafelagið og felagið,
ið leikarin umboðar á lands
liðnum, skulu deila landsliðs
pengarnar. Tað uppskotið í
sjálvum sær er skilagott, men
tað tykist tó nærum ógjørligt
at útføra í Føroyum. Orsøkin
til at tað er so trupult, er tí at
um tað nú hendir seg, at ein
leikari er uppaldur í einum
føroyskum felagið, og um
boðar landsliðið við einum
útlendskum
felagið,
so
hevur tað føroyska felagið
ongan myndugleika til at
krevja nakrar pengar fyri
hendan landsliðsleikarin, tí
at pengarnir tá eru í einum
øðrum landið. Vit fáa einans
gjørt eina avtalu, sum er
galdandi innanlands. Tí er
tað trupult at geva upp
hæddir fyri uppaling og
brúk av leikarum, av tí at tey
feløgini, sum menna okkara
allarbestu
leikarar,
sum
spæla
uttanlands,
ongan
møguleika hava fyri at fáa
pengar fyri teir.
Hvat fyri kapping
ynskja vit í Føroyum?
Ein viðkomandi spurning
ur í sambandi við lands
liðspengarnar, er, hvat fyri
kapping, vit ynskja okkum
í Føroyum. Sum støðan er
í løtuni, so eru tað nøkur
fá stór feløg, ið fáa ágóðan
av bæði altjóða luttøku og
landsliðspengum, ið ger at
inntøkan hjá teimum er so
mikið nógv størri enn hjá
hinum feløgunum, at tey
smáu feløgini lítlan møgu
leika hava fyri, at kappast
við hini. Í tí stóru myndini,
kemur hetta at gera tey stóru
feløgini eitt vet sterkari í
framtíðini, soleiðis at gjógvin
veksur uppaftur meir. Vit
hava dømir uppá fótbólts
kappingar úti í verð, har tað í
veruleikanum bert eru nøkur
fá lið, ið eru kappingarfør,
meðan hini liðini ongan sum
helst møguleika hava ímóti
teimum
størru
liðunum.
Í Skotlandi vóru Celtic og
Glasgow Rangers einaráð
andi eitt tíðarskeið, meðan
FC Barcelona og Real Madrid
somuleiðis hava verið eina
ráðandi í sponskum fótbólti.
Í
Onglandi
verður
arbeitt dúgliga fyri at so
nógv feløg sum gjørligt
skulu
vera
kappingarfør.
Hetta er ein av orsøkunum
til, at tann enska Premier
League, telist millum tær
javnastu í Europa. Ongland
fekk fyri stuttari tíð síðani
eina risa stuðulsavtalu, í
sambandi
við
sjónvarps
rættindini
til
Premier
League. Í tí avtaluni hava
tey ensku feløgini avgjørt,
at býta hesar pengarnar so
solidariskt sum møguligt.
Loysnin hjá teimum er, at
øll tjúgu feløgini fáa eina og
somu grund upphædd fyri
sjónvarpsrættindini, meðan
pengarnir síðani vera býttir
út í feløgini, alt eftir hvussu
nógvar sjónvarpsdystir tú
hevur í einum kappingarárið.
Hetta er við til at stuðla upp
undir, at tey lægru feløgini
hava ein møguleika fyri at
kappast í deildini.
Viðvíkjandi
landsliðs
pengunum,
kundi
eitt
uppskot verið, at øll feløgini
í Føroyum fingu eina felags
grund upphædd, meðan tey
feløgini við fleiri landsliðs
leikarum fingu eina størri
upphædd, alt eftir hvussu
nógvar
landsliðsleikarar
tey høvdu, tó uttan at hesir
pengarnir komu at gerast
heilt
avgerandi.
Hetta
vildi muna nógv í teimum
smærru feløgunum, sum eis
ini eru við til at skapa fram
tíðar landsliðsleikarar, og
sum eisini eiga týðandi lut í
okkara kapping.
Vilji skal til
Viðvíkjandi landsliðspeng
unum er greitt, at tey før
oysku feløgini og FSF, hava
myndugleika til at finna
eina loysn, sum øll í felag,
kunnu
vera
samd
um.
Landsliðspengarnir
liggja
ikki fastlæstir sum er, og tí
kann støðan broytast. Ein
astu pengarnir, ið liggja fast
læstir, og sum ikki kunnu
nertast, eru pengarnir sum
tey føroysku feløgini fáa fyri
altjóða luttøku.
Spurningurin er tí, um
tíðin ikki er komin til, at tey
føroysku feløgini, í samstarvi
við FSF, fara at kjakast um,
hvussu vit í framtíðini ætla
at býta landsliðspengarnar
út. Vilja vit, at gongdin skal
halda fram, við at nøkur fá
feløg, fáa allan peningin, ella
er áhugi fyri, at peningurin
kann býtast út í størri mun,
soleiðis at øll feløg í mest
møguligan mun, hava sama
møguleika fyri at kappast, og
fyri at skapa góðar leikarar í
framtíðini, sum í størri mun
kemur at gagna føroyskum
fótbólti.
Vit eru øll í felag um, at
skapa okkara landslið.
Meir um evni á næstu síðu
Til farnu EM undankapping, fingu feløgini á leið 30.000 krónur fyri hvønn landslisðleikara. Til hesa undankappingina, er
upphæddin ein triðing størri. Upphæddin fer frá 750 milliónum krónum, til 1,1 milliard krónur, sum eru at býta millum tey
ymisku feløgini, ið hava landsliðsleikarar. Sostatt fær hvørt felag á leið 40.000 krónur fyri hvønn landsliðsleikara nú
Kelda: http://www.ecaeurope.com/Documents/20120321_UEFA-ECA%20MoU%202012.pdf
Talvan sum hon sær út í dag, eftir fimm teir fyrstu
undankappingardystirnar í bólkinum. Í hesari talvuni,
hava vit tikið ein frymil, ið tekur útgangsstøðið í 40.000
krónur fyri hvønn leikara í einum landsdysti:
Víkingur 18 ferðir umboðað: . . . . . . . Samanlagt 720. 000,- krónur
HB 18 ferðir umboðað: . . . . . . . . . . . . . . Samanlagt 720. 000,- krónur
B36 13 ferðir umboðað: . . . . . . . . . . . . . Samanlagt 520. 000,- krónur
EB/Streymur 8 ferðir umboðað: . . . Samanlagt 320. 000,- krónur
NSÍ 8 ferðir umboðað: . . . . . . . . . . . . . . Samanlagt 320. 000,- krónur
KÍ 3 ferðir umboðað: . . . . . . . . . . . . . . . . Samanlagt 120. 000,- krónur
Samanløgd upphædd, ið verður goldin út í tey føroysku feløgini
fyri fyrstu 5 undankappingardystirnar: 2.720.000,- krónur
Tá skal havast í huga, at tað enn bert eru 5 undankappingardystir leiktir,
og at tað framvegis mangla 5 dystir. Tí er hugsandi, at tann samlaða
upphæddin til øll tey føroysku feløgini, kemur at vera á leið dupult so høg,
sum samlaða talið omanfyri. Tá eitur upphæddin 5.440.000,- krónur.