mánadagur 11. mai 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
André Olsen
Eitt av feløgunum, ið fær
ágóðan av landsliðspengum,
er mest traditiónsríka felagið
í føroyskum fótbólti, HB.
HB er saman við Víkingi,
higartil tey bæði feløgini,
ið hava havt flest leikarar
á landsliðnum til hesa EM
undankappingina.
Finnbogi Arge, formaður í
HB, greiðir frá, at felagið hev
ur brúk fyri pengunum, tí at
felagið er tungt at dríva.
– Í HB eru vit kanska tað
felagið í landinum við flest
luttakandi. Tað sigur seg
sjálvt, at tað er dýrari at reka
eitt felag tá. Harumframt eru
teir flestu av okkara venjar
um eisini útbúnir, og tað
er eisini nakað sum kostar
pengar.
– Umframt tað, so hava
vit eisini ein hóp við nógv
um landsliðsleikarum, og tað
kostar eisini at reka. So vit
ríkast ikki upp av landsliðs
pengum, tí tað skal nógv og
hart frívillugt arbeiði til, fyri
at reka eitt ítróttfelag.
Finnbogi
Arge
greiðir
harafturat frá, at HB í fjør,
merkti sviðan við at ein
landsliðsleikari kom aftur
við skaða, eftir at hann
hevði verið á venjingarlegu
við landsliðnum. Hann sigur
harafturat, at tað er ein stór
misskiljing, um fólk halda,
at feløgini, ið fáa pengar fyri
altjóða luttøku og landsliðs
leikarar, ríka seg upp av hes
um pengunum.
– Vit hava eitt dømi frá í
fjør, har ein HB leikari gjørd
ist skaddur undir venjing við
landsliðnum. Eftirfylgjandi
var skaðin so mikið álvar
samur, at hann misti alt
kappingarárið í fjør. Tað er
eisini tað sum meiningin við
landsliðspengunum er. Hon
er fyri at dekkað tað sum
feløgini missa, um nú ein
leikari gerst skaddur á lands
liðnum.
– Tað er eisini ein stór
misskiling, um tað verður
hildið, at tað verður spunnið
nógvur peningur burturúr at
luttaka í altjóða fótbólti, og
fyri at hava landsliðsleikarar.
Veruleikin
er
tann,
at
úreiðslurnar fyri at luttaka í
altjóða fótbólti, eru so høgar,
at lítið og einki liggur eftir –
annað enn eitt fantastiskt
upplivilsi.
Finnbogi Arge sigur, at
kompensatiónin fyri lands
liðsleikarar má fara til tey
feløgini, ið betala landsliðs
leikarunum løn. Somuleiðis
greiðir hann frá, at tað longu
er ein skipan, har feløgini
mugu gjalda uppalingarpen
ing fyri at yvirtaka ein ungan
sáttmálaleikara, sum skiftir
frá sínum upprunafelag.
andre@sosialurin.fo
Finnbogi Arge, formaður í HB, heldur ikki at býti við landsliðspengunum, eigur at
vera býtt øðrvísi. Hann greiðir harafturat frá, at í HB var eitt dømi í fjør, har ein leikari
var langtíðarskaddur, eftir at hann hevði verið uttanlands við landsliðnum
Hava merkt
sviðan við
kompen-
satión
Finnbogi Arge,
formaður í HB
Savnsmynd
– Tað er eisini ein stór misskiling, um tað verður hildið, at tað verður spunnið nógvur peningur
burturúr at luttaka í altjóða fótbólti, og fyri at hava landsliðsleikarar, sigur Finnbogi Arge