Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 ítróttur fótbóltur André Olsen Aðalskrivarin í Fót­bólts­ sambandinum, Virgar Hvidbro, greiðir frá, at skipan­in viðvíkjandi lands­liðs­pengunum sum hon er nú, ber til at broyta í Føroyum, og at tað er upp til tey ymisku feløgini, at broyta skipanina. – Tað eru onnur lond, ið hava sama trupulleika sum vit í Føroyum. Við tað at peningurin fyri lands­ liðs­leikarar er so mikið stórur í mun til aðrastaðni, at hann hevur eina størri ávirkan á kappingina. UEFA hevur boðað frá, at hvussu peningurin verður býtt­ur í teimum ymisku lond­unum, er upp til tey ymisku feløgini at semjast um. Tað skal tó vera 100% undir­tøka fyri tí, tí um eitt stórt felag, ið tildømis fær lands­liðs­pengar noktar, so kann skipanin ikki broyt­ ast. Tískil er tað ikki upp til ein meiriluta, men held­ ur, at tað skal vera total undir­tøka. Feløgini hava myndugleika Eiga at viðgera býtið Virgar Hvidbro, aðal­skriv­ ari í Fótbólts­sambandi Før­ oya sigur, at tey før­oysku feløgini hava myndug­leika til at kjakast um, hvussu lands­ liðs­peng­ar­nir skulu býtast Ein av monnunum, ið er til reiðar at viðgera býtið av lands­liðspengunum, er for­mað­urin í NSÍ, Sonni L. Petersen. Sonni L. Petersen heldur, at peningurin fyri føroyskar landsliðsleikarar er so mikið stórur í okkara forholdum, at man saktans kann gera eitt býti, sum kemur at tæna nógv fleiri feløgum. Hann heldur, at núverandi gongd, við at peningurin í mestan mun verður býttur út mill­ um fá feløg, kann koma at vera kappingaravlagandi fyri føroysku kappingina uppá longri sikt, tí hesin pening­urin er komin fyri at verða, og kemur at verða ein inntøka í føroyskan fótbólt hvørt fjórða ár. Sonni L. Petersen hevur eisini eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu man kann gera eitt øðrvísi býti av lands­liðs­ pengunum. Sonni nevnir ein frymil, har felagið ið letur landsliðsleikaran kann fáa 40% av pengunum, felagið ið hevur uppalt lands­liðs­ leik­aran kann fáa 40% av peng­unum, og síðani kunnu 20% av pengunum fara í ein grunn, sum er við til at tæna breiddini í føroyskum fót­ bólti. Á hendan hátt koma pengar­nir í størri mun út til fleiri feløg, sum er sunnari fyri fót­bóltskappingina. Sonni L. Petersen greiðir afturat frá, at um vit hyggja nøkur fá ár aftur í tíðina, so var skipanin við lands­ liðs­pengum ókend, meðan upp­hæddin fyri at luttaka altjóða var munandi lægri enn hon er nú. Tí heldur hann at núverandi skipan legg­ur upp til, at nøkur fá feløg koma at seta seg tungt á før­oyskan fótbólt í fram­ tíð­ini, meðan onnur feløg lítlan møgu­leika hava fyri at kapp­ast. Sonni L. Petersen heldur í øllum førum, at tey føroysku feløgini eiga at kjakast um, hvat í størstan mun, kemur at tæna fótbóltinum best í fram­tíðini. andre@sosialurin.fo Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ heldur, at núverandi skipan við landsliðspengum í stóran mun kann vera kappingaravlagandi fyri føroyskan fótbólt