Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tað er nakrir spælarar, sum mugu hyggja at sær sjálvum. Allir uttan ein ella tveir hava givið seg alt teir eiga. Joey Barton, umstríddur QPR spælari, hevur hug at ilskast inn á onkrar spælarar, eftir at QPR flutti niður. Kanska Joey Barton eisini hugdi at sær sjálvum? Lagt til rættis: Tróndur Arge DAVID NIELSEN: SORTE SVIN ÚR BÓKARÚGVUNI HETTA SIGUR ÍTRÓTTARHEIMURIN 5 SKJÓTIR Hetta er søgan um umstrídda danska framherjan, David Nielsen, sum eitt skifti kappaðist við Toda Jónsson um álopsplássið í FCK. Sum heitið á bókini eisini ber boð um, so er hetta ikki nøkur politisk korrekt bók, men ein bók har ein spaki er ein spaki. David Nielsen kom eisini í mótróður, eftir at hann í bókini greiðir frá hvussu hann vil hava FCK at vinna ein dyst á honum og AaB. Hetta tí David í fyrru hálvu hevur spælt við FCK og fær gullbonus á 300 túsund krónur, um FCK vinnur dystin. David Nielsen er ein óskikkiligur drongur, sum ger alt tað óskikkiligir dreingir gera. Kemur í óføri fyri við at vedda ov nógv, berjist til venjing og ballast nógv í vikuskiftunum. Tað koma tað oftani nógvar góðar søgur burturúr. Tað ger tað í hvørtfall hjá David Nielsen í hesi bókini. LES HANA UM... Tú elskar røvarasøgur úr fót- bólts heiminum, ella hevur møtt David Nielsen í býnum og hugar – hvat sker er? IKKI LESA HANA UM... Tú osar av politiskari korekt- heit ella fær ilt í búkin av spilt um eginleikum og peng- um. Lat ikki David Nielsen verða fyrimyndina hjá tínum børn um! HVUSSU ER HON AT LESA... Full ferð á og skrivað til dreing ir og ungar menn. Danskar ar duga sum heild væl at skriva ítróttarbøkur. Hend an er einki undantak. HVAT SIGUR TÚ... Eg var ongantíð í iva um, at eg mátti lesa hana. Helst skal ball ingar- og/ella tippilívið liva eitt sindur í tær, um tú skal njóta at lesa bókina. trondur@sosialurin.fo Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Í dystinum millum KÍ og Víkingi fingu tveir spælarar reytt kort. Hvørjir? 2 Gunnar Nielsen og Stjarnan vunnu í gjár 2-0 á ÍBV. Hvør føroyskur spælari umboðaði í 1999 ÍBV? 3 Venjaraparið hjá H71 heldur fram til komandi kappingarár. Hvørjir eru teir báðir? 4 Oddbjørn Joensen, venjari hjá AB, hevði venjarabann á Argjum til dystin móti EB/Streymi. Hvør stýrdi liðnum? 5 Gilli Sørensen kom aftur í gjár inn fyri AaB. Hvat nummar hevur hann á rygginum? 6 Dart: Tórshavn Open var um vikuskiftið, hvør vann einmansleikin hjá monnum? 7 Sofía Purkhús, Birgit Guttesen og Eina S. Kalsø fluttu saman við Amager VK upp í besti deildina í Danmark, men hvørjum spældu tær við í Føroyum, áðrenn tær fóru til Danmarkar? 8 Hvør er spælarin á myndini? Quizzin, svar: 1: Mayowa Oladele Alli(KÍ) og Geza Turi(Víkingur) 2: Allan Mørkøre 3: Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen 4: Hjálparvenjarin, Morten Overgaard 5: 15 6: Petur Thomsen (Tofta dartfelag) 7: Mjølni 8: Hjalgrím Elttør Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst m ú! ú! rst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... ★★★★★★ okkara egnu... kk Tú, Birgit Guttesen og Eina Kalsø eru júst fluttar upp í besti deildina í Damark. Hvussu var tað? Tað var eitt fantastiskt upplivilsi! Serliga við øllum uppbakninginum, ið vit hava fingið bæði runt um vøllin og úr Føroyum. Nú verður spennandi at herja á eitt nýtt og nógv harðari kappingarár í heyst. Tú fekk avgerandi stigið. Er tað nakað heilt serlig, sum eitt nú at skjóta mál í fótbólti, ella? Tað havi eg faktiskt ikki hugsað so nógv um, so nei tað kann nokk ikki ordiliga samanberast vid fótbolt, ti tad var ju ikki mitt stig sum gjørdi, at vit vunnu, men øll 25 stigini i settinum. Ljóðar sum nakað man bara eigur at siga, men tað passar fakiskt! Hvat siga liðfelagirnir til, at tit eru tríggjar føroyskar á liðnum? Tær á liðnum og venjararnir halda tað vera stuttligt at arga okkum og halda okkum nokk vera eitt sindur primitivari folkaslag enn tær eru við allari grindini og seydarhøvdum og tílíkum, sum vit hava frystiboksirnar hja okkum fyltar av. Men sum heild klinga vit heilt væl við danskararnar og tey eisini hava tikid sera væl imoti okkum - teirra einasta krav er tó, at vit bara tosa danskt til venjingarnar, sum har aftur ímóti als ikki verður hildið. Hevur tú nakran flogbóltsfyrimynd ella ítróttarfyrimynd? Eg haldi at mínar størstu flogbóltsfyrimyndir eru teir rutineraðu leikararnir, sum hava lært meg alt tað, sum eg dugi og hava havt tol við mær í nógv ár, her kunnu serliga nevnast Marjun Kalsø, Margit G. Joensen og Lena í Buð. Um tú fekk eitt ynski fyri føroyskan flogbólt – hvat hevði tað verið? Uhaa, tað er ringt! So hevði eg ynskt, at allir føroyskir leikarar høvdu verði 20 cm hægri, so vit høvdu verið javnari við heimselituna í flogbólti. Tvætl, eg veit ikki, eg ynski alt tað besta fyri flogbóltin í Føroyum og kanska serliga, at undirtøkan bleiv enn størri - serliga á manssíðuni. Navn: Sofía Purkhús Føddur: 16. oktober 1992 Ítróttur: Flogbóltur (Amager VK) - Eldri spælarar orka ikki at spæla eitt fríggjakvøld, tá teir hava verið til arbeiðis alla vikuna Alexandar Jovevic, venjari hjá ÍF, við higartil ársins umbering, tá ÍF hevði tapt 3-0 fyri NSÍ fríggjakvøldið. Chelsea áskoðararnir vísti mær virðing í nøkur sekund, men slaktaðu meg annars allan dystin. So eg fari ikki at ynskja teimum alt tað besta, men tað var pent av teimum at møta upp fyri eina ferð skyld. Steven Gerrard, liðskipari hjá Liverpool, í speiska lagnum, eftir at hann bleiv útskiftur móti Chelsea. Steven Gerrard skiftir í summar til LA Galaxy í USA. N ? FAKTA David Nielsen er ein umstríddur danskur fótbóltsspælari, sum í dag er venjari hjá Strømgodset. Umframt at skjóta mál fyri feløg sum FCK, AaB, OB, FC Midtjylland, Wimbledon og eitt fyri Fortuna Dusseldorf, so er hann kendur fyri skuld í samband við veddin, berjast og royna at tapa ein fótbóltsdyst.