mánadagur 11. mai 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mai 2015 · Nr. 53
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Í farnu viku legði Páll á Reynatúgvu fram uppskot
í løgtinginum um at játta pengar til fótbóltshøll í
Føroyum. Politiskt spæl kostaði uppskotinum vegin
fram. 17 tinglimir atkvøddu ímóti uppskotinum, sum
skuldi seta gongd á eitt mál, sum vit ikki kunnu liva
fyri uttan í longri tíð. Trupulleikin við uppskotinum
er, at tað er andstøðan, sum leggur tað fram. Hatta
ger sjálvandi, at samgongan ikki tekur undir við tí.
Hin trupulleikin er, at andstøðan heldur ikki skal
leggja eitt slíkt mál fram, áðrenn tað hevur verið
gjøgnumarbeitt á øllum frontum.
Føroyskur fótbóltur og føroyskur ítróttur hevur
ikki ráð til at blíva ein partur av stríðnum millum
samgongu og andstøðu. Tað er ilt at ímynda sær, at
nakar í tinginum ikki ynskir føroyskum ítrótti tað
besta – ella tey eru altíð skjót at sóla sær í success’ini
– men tey raðfesta egna stoltleikan so nógv hægri.
Veðrið í ár hevur prógvað, at tað er
óhugsandi at hava eitt so stórt maskinarí sum
fótbóltslandskappingina koyrandi, tá vit ikki kunnu
spæla í ringum veðrið. Altjóða fótbóltur flytir seg
allatíð og vit mugu fylgja við.
Í álitinum um uppskotið verður sagt, at tað er ikki
uppgávan hjá landinum at ganga á odda, men tað
mugu kommunurnar og Fótbóltssambandið. Mær
vitandi hevur Fótbóltssambandið flutt føroyskan
fótbólt lang. Var tað ikki fyri Tórshavnar Kommunu,
so var Tórsvøllur ikki tað hann er í dag.
Nær ætlar landið at taka sín part? Tit eru skjót at
rósa teimum ymisku landsliðnum, tá tey gera nakað
gott, men tykast nú renna undan. Tað er av stórum
týdning, at landið nú kemur við eini útmelding, sum
er annað er “Mentanarnevndin er samd um stóra
týdningin, fótbólturin hevur sum ítróttagrein” og
slíkt vrøvl.
Her er talan um nógvar milliónir krónur, Fyri at
nakar skal kunnu byrja upp á nakað, so má landið nú
vísa hvat tað kann koma við. FSF og kommunurnar
hava langt síðani víst sítt virðið, men klára ikki hetta
projektið uttan landið.
Hesi 17 atkvøddu móti uppskotinum:
NEI: 17
1. Jógvan á Lakjuni
2. Edva Jacobsen
3. Jóna M. Mortensen
4. Helgi Abrahamsen
5. Reimund Langgaard
6. Rósa Samuelsen
7. Eivin Jacobsen
8. Joen Magnus Rasmussen
9. Hanus Samró
10. Brandur Sandoy
11. Rodmundur Nielsen
12. Bjarni Djurholm
13. Janus Rein
14. Bill Justinussen
15. Eyðgunn Samuelsen
16. Henrik Old
17. Rigmor Dam
Skammið tykkum!
17 móti
fótbólts høll
www.ab.fo:
Stigatalvan lýgur ikki, vit liggja á niðurflytingarplássið. Jú, eg haldi vit eru í
kreppu, tá vit ikki klára at seta okkum upp til at vinna hendan altavgerandi
dystin. Vit mugu fáa eykamennirnir á bonkinum inn frá byrjan og kanska
onkran úr 1 deild eisini. Okkurt má gerast og tað skal verða nú. Nú er nokk
tosað.
www.hb.fo:
Helst eru vertirnir nógv betri nøgdir við úrtøkuna enn vit, men hinvegin, eitt
stig er eitt stig, og tað taka vit við okkum.
www.b36.fo:
Eins og seinast gjørdist talan um 3-1 sigur í Vági. Men eina løtu var
spenningurin í dag kanska í meira lagi.
www.vikingur.fo:
Samanumtikið ein javnur dystur, har KÍ helst var rætti vinnarin. Okkara
høvdu ein off dag í dag.
www.nordlysid.fo:
KÍ staðfesti móti Víkingi, at í Klaksvík kunnu klaksvíkingar vænta at fáa
góð úrslit í ár.
www.if.fo:
ÍF liðið upplivdi aftur eitt eyðmýkjandi tap í Fløtugerði, staðið har vit hava
staðið sterkir, er tíverri viknað nógv seinastu tíðina. Mangir ÍF – stuðlar
spyrja, hvussu kann tað bera til, at eitt lið við so nógvum dugnaligum
leikarum ikki fær meira burturúr ?
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
■ Vit ynskja bara leikarar yvir
30 ár, og spæla bara sunnudag,
vit mugu hvila meir
( ÍF - NSÍ )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
PETUR TÓK ØLL Á BÓLI Á ARGJUM
Tróndur Arge
Um vikuskiftið varð tann ár-
liga dartkappingin, Tórs havn
Open, hildin á fjórða sinni.
Hesa ferð í róðraneystinum á
Argj um. Kappingin gjørdist
sam stundis tann stórsta ein-
staka dartkappingin síðan í
90´unum, við í alt 64 lut taka-
ndi dartspælarum. Kapp-
ingin byrjaði við tví mans-
leiki, har í alt 22 pør vóru
tilmeldaði. Eftir tví mans-
leikin
vóru
ein mans leik-
urin og kvinnukappingin á
skránni. Í einmansleiki vóru
41 luttakarar og í kvinnu -
kapp ingini vóru 21 lut tak ar-
ar.
Favorittarnir úti
– Gull til Petur
Undan kappingi vóru Remy
G. Hansen, sum gjørdist FM
vinn ari í ár, og Bárður Olsen
favoritt ar til. Óvæntað, so
fullu áðrenn finaluna. Í 1/8
finaluni megnaði ein væl
spælandi Jógvan K. Hvít-
ham ar úr Havnar Dart felag
at vinna 4-3 á Remy, og
sostatt sláa ein av favoritt-
unum úr kappingini. Ein
av bestu spælarunum, frá
tíð ini áðrenn dart meira
ella minni datt niðurfyri
um aldarskiftið, gjørdi eitt
ordans ”come back” til Tórs-
havn Open í ár. Talan er
um Poul Poulsen úr Team
Sandoy. Hann spældi seg í
finalu na í bæði einmansleiki
og tví mansleiki.
Tað var eisini hann, sum
knúgvaði
Bárði
Olsen
í
hálvfinaluni við 6-4. Í finlau-
ni møtti hann einum væl-
upplagdnum Peturi Thom-
sen, sum eina ferð fyrr hevur
vunn ið Tórshavn Open.
Petur hevur ikki verið
í formi alt kappingarárið,
men
megnaði
at
finna
góða spælið fram aftur í
vikuskiftinum. Á vegnum
til finaluna vann Pet ur 5-4
á Boga Isaksen í fjórð ings-
finaluni, og 6-3 á Jens Albert
Simon sen í hálvfinaluni.
Í finaluni vann Petur
Thom sen 7-3 a Poul Poulsen.
Annika vann
kvinnukappingina
Í ár varð valt, eisini at
hava eina kvinnukapping
til Tórshavn Open. Hetta
eydn aðsit væl, tí heili 21
kvinn ur høvdu tekna seg
til kvinnukappingina, sum
gjørdi kappingina til tað
stór stu
kvinnukappingina
síðani eina ferð í 90´ unum.
Í 2013/2014 var ein roynd
gjørd við at skipa fyri
kvinnukappingum,
men
áhugin var ikki tann heilt
stóri, og tí datt hetta niður-
fyri. Vinnari av kappingini
gjørdist Annika Joensen úr
Team Sandoy. Nummar tvey
bleiv Terja Ósá úr Klaksvíkar
Dartfelag og nummar 3-4
gjørdust
Hanna
Nielsen
og Eydna Vestergaard úr
Havnar Dartfelag.
Tvímansleikur
Í
tvímansleikinum
vóru
ikki tey stóru yvirraskilsini.
Poul
Poulsen
og
Hans
Eivind
Olsen
úr
Team
Sandoy, høvdu spælt seg í
finaluna við at vinna 5-0 á
Berguri Kluftá og Jan Eriki
Fjallstein úr Vága Dartfelag.
Í hinari hálvfinalunifinaluni
vunnu Bárður Olsen og Uni
Árting úr Havnar Dartfelag
sannførandi 5-1 á Remy G.
Hansen
úr
Kongshavnar
Dartfelag og Petur Thomsen
úr Tofta Dartfelag. Finalan
gjørdist ein sannur gysari,
har Bárður Olsen og Uni
Árting megnaðu at vinna
6-5
og
vunnu
sostatt
tvímansleikin í Tórshavn
Open 2015.
HEIMASÍÐURNAR SKRIVA...
Dart: Báðir favorittarnir, Remy G. Hansen og Bárður Olsen,
fullu áðrenn finaluna í Tórshavn Open. Tað endaði við, at Petur
Thomsen av Toftum vann størstu kappingina í nýggjari tíð