Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 44 TEMA Víkingadagar í Hovi ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Víkingadagarnir Tað eru 3 ár síðani, at Víkingadagarnir í Hovi vóru fyri fyrstu ferð. Tiltakið er vaksið hesi árini, og í ár koma 30 vitjandi víkingar úr Íslandi, umframt víkingar úr Danmark og úr Føroyum Dagfinn Olsen T að eru 3 ár síðani, at fyrstu Vík­ ingadagarnir vóru hildnir í Hovi. Hov er sera gomul bygd, og nógv søguligt og nógv fornminni eru á staðnum. Fyrireikararnir siga, at hugskotið spratt, tí tey varnaðust, at hóast bygd­in er søgurík, so dugdu børnini ikki søguna so væl. – Nógv søga er á staðnum, og ikki alt er skrivað, men nógv er sagt frá ætt til ætt. – Her er stórir steinar, ið hava søgu, og sum tað sigst, at víkingar hava reist. Onnur gomul stæð eru, har gomul fólk á staðnum minnast, at t.d. Steinar hava staðið, men sum nú eru nýttir til vegir og annað. Sera nógv fornminni eru á staðnum, siga fyri­reikararnir. Vitjandi víkingar Eitt sera týðandi innslag á Vík­inga­ døgum í Hovi hevur verið vitjandi víkingar, ið m.a. hava víst hondverk og ikki minst rættan víkingabardaga. Í ár er eigarin av Fjørukrónni í Hafna­firði, Jóhannes Viðar Bjarnason, á odda fyri 30 víkingum úr Íslandi. Umframt ymisk kynstur, sum hond­ verk úr eittnú jarni og horni, so er vápna­leikur á skránni, tá hesir vitja. Og sum røttum víkingum so líkt, so merkist og hoyrist tað, tá so nógvir rættir víkingar eru í so lítlari bygd. Áður hava íslendskir víkingar vitj­ að, og hevur tá eisini vápnaleikur, bar­dagi, verið á skránni, og so verður eisini hesaferð. Vápnaleikur verður við svørði, øks og skjøldri, og bæði menn og kvinnur eru í bardaganum. Íslendskir, danskir og føroyskir víkingar Umframt teir 30 víkingarnar úr Íslandi, har onkur føroyingur er ímillum, so vitja eini 6 víkingar úr Danmark á Vík­ ingadøgunum í Hovi í ár. Teirra millum er eittnú ein tinstoypari. Úr Føroyum koma eisini víkingar. – Jú, norðanfjørðs eru víkingar, og hesir koma eisini til Hovs, siga fyri­ reikararnir. Tiltakið Víkingadagar hevur vaksið seg størri og størri, síðani byrjanina, tá 6 víkingar vitjaðu í Hovi. Víkingadagar eru í Hovi frá 14. til 17. mai. dagfinn@sosialurin.fo Vælkomin til Víkinga­ dagar í Hovi H ov er gomul bygd, og hevur frá fornari tíð verið bústaður, hvørt talan var um fyrstu munk­arnar, ið settu búgv her á oyggjunum, ella um tey, ið komu seinni. Nógv støð í Hovi vísa aftur til forna tíð, og staðarnøvn benda á, at upprunin er úr keltiskum máli. Mong støð eru at vísa á, ið vísa aftur til fyrstu búsetingarnar í Føroyum, og summi av hesum støðum eru eisini grivin út og kannaði av fornfrøðingum. Við hesum í huga er gleðiligt, at fólk í Hovi hava tikið stig til víkinga­ dagar í Hovi. Víkingadagarnir eru nú fyri 3. ferð, og tiltakið er vaksið, og er tað at fegnast um. Tað er gleði­ligt, og hóskandi, at okk­ara aldar­gamla bygd er miðdepil, meðan Víkinga­dag­arnir eru. Litla bygdin mitt í Suður­oynni, verður av álvara sett í mið­ depilin, fær lív, og somuleiðis fáa mongu gomlu søgurnar, sagnirnar, lív. Og lív verður av álvara blást í víkingasøgurnar um høvdingarnar, ið her settu búgv, tá nú víkingar aftur síggjast í Hovi. Summir víkingar berjast, meðan aðrir vísa seg sum góðir hand­verk­ arar. Felags er, at bygdin verður sett aftur í víkingatíð eina stund. Sum borgar­stjóri í Hovi vóni eg at síggja nógv vitjandi í Hovi hesar dagarnar, og fari eg at bjóða øllum vælkomnum til víkingadagar í Hovi. Delmar Tausen, borgarstjóri