mánadagur 11. mai 2015síða 75
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
43
TEMA
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tórsdagin 14. mai
09.30-13.30 verður Fiskastovan á Mýri
opin, har tú kann keypa kaffi,
køkur oa.
10.00 verur farið gongutúr niðan á
Grásteinar og Hovgrímsgrøv.
Eisini verður farið út í Hovið (forna
gudatemplið), sum er tað einasta, í
finst í Føroyum.
Gingið verður fram við Kirkju
jørð,har søgnin sigur at fyrsta
katólska kirkjan í Føroyum stóð,
sum Leivur Øssurson læt byggja
konu síni, Tóru Sigmundardóttir.
Kostnaður 20 kr fyri vaksin. Børn
ókeypis.
Vit møtast í Fiskastovuni á Mýri.
13.30 Sirið Stenberg setur víkinga
dagarnar.
14.00 Gudstænasta í Hovs kirkju, har
Heri Joensen, prestur, prædikar og
Kringokóri singur.
15.00 Rúnarsteinur avdúkaður til minnis
um Øssur Hovgrímsson.
Hans í Líðini flytur fram røðu.
15.30-19.00 verður kaffi, kakur,
súpan, tvíflísar o.a til keyps í
mattjaldinum.
15.30 letur víkingamarknaðurin upp við
nógvum ymiskum hondgjørdum
lutum úr m.ø. ull, træi, horni, beini
og jarni.
Eisini verður tann spennandi og
dugnaliga Vølvan (spákonan)
Súsanna Vígdá at hitta.
16.00 stevna Johanna og Naddoddur
fjørðin inn.
20.00 letur víkingamarknaðurin aftur.
21.00 letur Fiskastovan á Mýri upp, har
livandi tónleikur við harmonukuliði
verður at hoyra.
Fríggjadagin 15. mai
13.00-20.00 verður mattjaldið opið, har
ein kann keypa kaffi, kakur, súpan,
tvíflísar o.a
14.00 letur Víkingamarknaðurin upp, har
tú eisini kann síggja víkingar úr
ymiskum norðanlondum sita og
gera ymiskar lutir, sum tey selja.
Tann spennandi og dugnaliga
Vølvan (spákonan) verður at hitta.
15.00 vísa víkingar fram vápnaleik.
16.00-17.00 verður bogaskjóting fyri
børnini.
17.30 verður aftur vápnaleikur.
18.30 verður víkingaskúli fyri børnini, har
tey kunnu læra at nýta svørð og
skjøldur. Svørð og skjøldur kunnu
lænast á staðnum.
20.00 letur marknaðurin aftur.
22.00 verður bál tendrað á Fiska
plássinum.
24.00-04.00 spæla Pól Arni Holm, Uni
Debess og Janus í Húsagarði á
skúlalagnum. Kostnaður 100 kr.
Leygardagur 16. mai
09.30-12.00 verður fiskastovan á Mýri
opin, har ein kann keypa kaffi og
kakur.
10.00 fer Jonanna TG 326 fiskitúr út á
fjørðin við børnum.
Kostnaður 50 kr.
10.00 verður farið gongutúr av rættini á
Dalinum inn í Ergidal. Farið verður
fram við Hovsá, har tað er sera
vakurt, og niðan á Vatnsnes, har
súpan og sodavatn verða til keyps í
húsinum »Ergi«. Síðani verður farið
víðari inn í Ergidal, har munkarnir
høvdu summarbústað í forðum.
Kostnaður 20 kr. fyri vaksin. Børn
ókeypis. Vit møtast á rættini á
Dalinum.
13.00 letur mattjaldið upp, har tú kann
keypa kaffi, køkur, súpan, tvíflísar
o.a.
13.00 letur víkingamarknaðurin við
alskins hondgjørdum lutum upp, og
har tú eisini kann síggja víkingar
sita og gera lutir á sama hátt, sum
víkingar gjørdu í fornari tíð.
Tann dugnaliga og spennandi
Vølvan verður eisini at hitta har.
13.30 vísa víkingar fram vápnaleik.
14.30-15.30 verður bogaskjóting fyri
børnini.
16.00 verður útisjónleikur vístur fram.
Víkingar úr øðrum londum luttaka.
17.30 verður víkingaskúli fyri børnini, har
tey kunnu læra at nýta svørð og
skjøldur. Svørð og skjøldrar kunnu
lænast á staðnum.
19.00 vísa víkingar fram vápnaleik.
20.00 letur víkingamarknaðurin aftur.
22-24 verður konsert við orkestrinum Týr
á Skúlalagnum. Aftaná spæla Pól
Arni Holm, Uni Debess og Janus í
Húsagarði. Kostnaður 250 kr.
Sunnudagur 17. mai
09.30-13.00 hevur fiskastovan á Mýri opið,
har tú kanst keypa kaffi, kakur o,a.
10.00 verður farið gongutúr út á Soyði og
Teigalendi. Har síggjast leivdirnar
av bønarkráunum hjá munkunum,
sum eru tær einastu í Føroyum.
Eisinni verður vitjað í Mekjugarðin
um, sum omma Hovgrím plantaði.
Hon var írsk kongsdóttir, í abbi
Hovgrím rændi til Føroya og
mekjuna hevði hon við sær.
Kostnaður 20 kr fyri vaksin. Børn
ókeypis. Vit møtast í Fiskastovuni
á Mýri.
14.00-17.00 letur mattjaldið upp, har ein
kann keypa kaffi, kakur, súpan,
tvíflísar o.a.
14.00 letur Víkingamarknaðurin upp við
alskins hondgjørdum lutum, og
høvi verður at síggja víkingar sita
og gera lutir eins og í fornari tíð.
Tann dugnaliga og spennandi
Vølvan verður eisini at hitta.
14.00 vísa víkingar fram vápnaleik.
14.30-15.30 verður bogaskjóting fyri børn.
15.40 vísa víkingar fram vápnaleik.
Kostnaður 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri
børn. Uttan sunnudag, tá kostnaðurin er
30 kr. fyri vaksin og 10 kr. fyri børn.
Eisini ber til at keypa eitt atgongumerki
til allar dagarnar, ið kostar: 150 kr. fyri
vaksin og 60 kr. fyri børn.
Kom og vitja
forna høvuðsstað Føroya!
14.–17. mai
Víkingadagar í Hovi