mánadagur 11. mai 2015síða 74
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 11. MAI 2015
42
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Í
fleiri ár hevur SMS saman við
Bragdinum skipað fyri eini árligari
boðrenning, har tað burturav eru
fyritøkur, sum kappast.
Kappast í fýra bólkum
Kappingin er skipað soleiðis, at kapp
ast verður í fýra ymiskum bólkum. Í
øllum bólkunum er talan um lið við
trimum luttakarum, ið kappast. Teir
fýra bólkarnir, ið kappast verður í, eru
lið við bara kvinnuligum luttakarum,
lið við bara mannligum luttakarum, lið
við 2 kvinnum og einum mannligum
luttakara, og lið við 2 monnum og ein
um kvinnligum luttakara.
Øll tey vinnandi liðini fáa steyp ella
eina glaslut til ognar, meðan trý tey
fremstu liðini fáa heiðursmerkir.
Fyrireikararnir siga, at dentur verð
ur lagdur á at skipa boðrenningina
soleiðis, at luttakararnir eisini hugna
sær. Tað er væl hugsandi, at ymsu
arbeiðsplássini, ið koma at luttaka
í boðrenningini, eisini fara at nýta
tiltakið sum ein møguleika fyri at gera
ein øðrvísi starvsfólkadag saman við
starsfólki frá øðrum fyritøkum, sam
stundis sum man fyllir dagin við rørslu
og vælveru.
Fyri at fyritøkur/stovnar og onnur
kunnu melda lið til kappingini, skulu
tríggir luttakarar verða á liðnum.
Talan skal vera um luttakarar, ið eru
18 ár ella eldri, og tey skulu vera í
starvi á sama virki, stovni ella líknandi.
Endar við hugna fyri øllum
Boðrenningin byrjar uttan fyri SMS
leygardagin klokkan 16, og tá ið renn
ingin er liðug, verður skipað fyri hugna
uttan fyri SMS, har eisini ymiskt undir
hald, ábit og annað leskandi verður at
fáa hjá bæði luttakarum, familjum og
øðrum áskoðarum.
Tað kostar 175 krónur fyri hvønn
persón at vera við til kappingina ella
525 krónur fyri eitt lið. Sum áður
nevnt er boðrenningin bara fyri vaksin,
og hvør luttakari rennur tríggjar kilo
metrar.
Seinasta freist at melda til kapp
ingina er mikudagin klokkan 23.
SMS-boðrenning
leygardagin
Komandi leygardag verður árliga SMS boðrenningin, sum Bragdið og SMS skipa
fyri, aftur á skránni. Talan er um eina firmakapping burturav