Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 78

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 46 TEMA Víkingadagar í Hovi ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Alingin á Hovsfirði gongur væl Síðani 2003 hevur Faroe Farming havt aliringar á Hovsfirði Dagfinn Olsen F aroe Farming í Vági hevur ali­ ringar á fleiri firðum í Suður­oynni. Í Hovi arbeiða 4 mans við at fóðra og við viðlíkahaldi. Teir arbeiða tveir og tveir, og hava vakt í 7 dagar og síðani frí í 7 dagar. Trívast Teir trívast væl og meta, at Hovs­ fjørður er væl egnaður til aling. Síðani 2003 hevur Faroe Farming havt aliringar á Hovsfirði. Teir hava júst tikið laks og tað gekk væl, Einasta arbeiðspláss Í Hovi eru ikki mong arbeiðspláss. Skúlin í bygdini er niðurlagdur, so har starvast ongin longur. Tí er alingin hjá Faroe Farming einasta arbeiðspláss í bygdini. Faroe Farming hevur aliringar á Vágsfirði, Hovsfirði og á Trongis­vágs­ firði. Teir 4 menninir, ið arbeiða hjá Faroe Farming í Hovi, eru Sam Ripley, Páll Weihe, Jósvein Petersen og John Petersen. dagfinn@sosialurin.fo Savnsmynd Páll Weihe og Sam Ripley eru tveir av 4 monnum, ið arbeiða við aling á Hovsfirði Mynd: D. Olsen