Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 79
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 79

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 47 TEMA Víkingadagar í Hovi ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Útisjónleikur, guds­ tænasta, rúnarsteinar og víkingaskúli Sera nógv áhugavert er á skránni á Víkingadøgunum í Hovi. Eitt nú verður rúnarsteinur avdúkaður til minnis um Øssur Hovgrímsson Dagfinn Olsen V íkingadagar eru í døgunum 14. til 17 mai í Hovi. Hódagin er guðstænasta, har Kingokórið tekur lut. Eftir guðs­ tæn­astuna verður ein rúnarsteinur av­dúkaður til minnis um Øssur Hov­ grímsson. Pápi hansara, Hovgrímur, sigst vera fyrsti høvdingur á staðnum og Øssur var pápi Leiv Øssursson. Hov er gomul bygd Leygardagin eru gongutúrar til søgulig støðá skránni, og søguligum støðum er nóg mikið av í aldargomlu bygdini. Mett verður, at Hovs søga gongur aftur til munkarnar, ið fyrstir vitjaðu her. Nógv staðarnøvn benda á hetta, og hava nøvnini keltiskan dám. Eittnú verður vitjað í Ærgidali, har útgrevstur hevur verið, og verður mett, at fólk hava búð har á summri, tá tey eittnú hava ansað dýrum. Ærgi er gamalt orð fyri setri, har fólk hava sett seg niður. Sama orð, sum eittnú Argir. Fyrireikararnir siga, at vanliga er stórur áhugi fyri søguligu gongutúr­ unum. Útisjónleikur Leygardagin verður møguleiki at síggja útisjónleik. Her sæst, tá víkingar sita við svidna­eldin og tá Hovgrimur verður førdur deyður aftur til Hovs. Tað eru fólk, víkingar, norðanfjørðs, ið luttaka, men einamest eru tað vitj­ andi íslendsku víkingarnir, ið standa fyri útileikinum. Víkingaskúli fyri børn Annað áhugavert, kanska serliga hjá ungu gestunum, er, at ein víkingaskúli verður fyri børn. – Har verður t.d. møguleiki at læra at skjóta við boga og ørvi, umframt at læra seg vápnaleik við svørði og skjøldri, siga fyrireikararnir av Víkinga­ døgunum. Tað eru íslendsku víkingarnir, sum taka sær av hesum skúlanum, men før­oyingar eru eisini við, og tí eru ongir málsligir trupuleikar, ið stinga seg upp. Tiltakið vaksa enn meir Víkingadagarnir byrjaðu fyri trimum árum síðani í Hovi, og tá vitjaðu 6 útlendskir luttakandi víkingar. Síðani er talið av vitjandi gestum vaksið, eins og talið av luttakandi útlendskum víkingum. Í ár koma 30 víkingar úr Ís­landi, 6 úr Danmark, umframt før­ oyskir víkingar. – Ætlanin er at tiltakið skal vaksa ár meira ár eftir ár, siga fyrireikararnirr. dagfinn@sosialurin.fo