Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-11, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mai 2015síða 80

‹ fyrra síða allar 80 síður

Tekstur á síðuni

VIKA 20 • 11. MAI 2015 48 TEMA ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Týr við á Víkingadøgunum – Vit eru sera fegin um, at víkingarock- bólkurin Týr kemur til Hovs, eina bygd við einans á leið 100 fólkum, siga fyrireikararnir av víkingadøgunum T ónleikur er á skránni á víkinga­ døg­u­num í Hovi. Tvøramaðurin Pól Arni Holm, ið ann­ars var fyrsti sangarin í Týr, og sang Ormin Langa, fer á pall saman við Una Debess og Janus á Húsagarði. Pól Arni, Uni og Janus spæla fríggja­kvøld. Leygarkvøld fara Týr á pall í Hovi frá klokkan 22 til 24. Aftaná spæla Pól Arni, Uni og Janus út á náttina. Fegin um Týr – Vit eru fegin, at Týr koma at spæla á Víkingadøgunum. Tað er stórt!! Vit høvdu ikki væntað, at teir fóru at koma til eina so lítla bygd, eina bygd við einans 100 fólkum, siga fegnu fyri­reikararnir av Víkingadøgunum í Hovi. dagfinn@sosialurin.fo Byggja víkinga­ skip í Hovi Eitt av endamálunum við Víkingadøgunum í Hovi er at savna pening, so farast kann undir at byggja eitt veruligt víkingaskip, eitt sonevnt langskip. Dagfinn Olsen V íkingadagar eru fyri 3. ferð í Hovi í ár, og í fjør spratt ætlanin um at byggja eitt víkingaskip. Stigtakararnir hava verið í samband við Víkingasentrið í Roskilde, og hava haðani fingið tekningar. Í løtuni er samband við avvarðandi føroyskar myndug­leikar, fyri at fáa ætlanina góð­kenda. Langskip – Enn er ætlanin á tekniborðinum. Talan er um víkingaskip, ið skal vera heimahoyrandi í Hovi, men sum er fyri allar Føroyar, siga fyrireikararnir. – Talan er um víkingaskip, ið er 17,5 metur langt, so talan er um stórt skip, eitt sonevnt langskip, siga fyri­ reikararnir. Ætlanin er, at langskipið skal byggj­ast í Hovi. Enn vita fyrireikararnir ikki, nær farast kann undir at smíða víkinga­ skipið, tí enn er onki farið í gongd, men arbeitt verður á tekniborðinum, so helst verður tað nakað enn. Stuðul úr útlondum Stigtakararnir til føroyska langskipð ætla ikki at søkja stuðul til ætlanina í Føroyum, men ætla at søkja stuðul í útlondum. dagfinn@sosialurin.fo FAKTA Føroyingar flestir kenna søgur um langskipini hjá víkingum. Leitar ein á netinum, so sæst, at eitt langskip er eitt víkingaskip, sum kundi føra víkingar um heimshøvini. Hetta var teirra størsta far, og var í mangar mátar eitt rættiligt skip. Umframt at vera áhugavert byggilistarliga, so kundi hesin knørrur nýtast til flutning og í bardaga. Ein mastur, og tískil eitt segl, var í skipinum, og talan kundi vera um 60 mans við árarnar. Ferðin kundi verða eini 15 knob. Víkingadagar í Hovi Tilvildarlig mynd