mikudagur 5. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 126 - 5. juni 2000
gult cyan magenta svart
Høgni Mohr
Ein steinur kann elva til
stórt høvu›br‡ggj.
Minnisvar›in í Sy›radali,
sum fólk í Sy›radali fara at
avdúka leygardagin, gjørd-
ist óvænta› orsøk til, at
glø›andi
kirkjuklandri ›
kykna›i aftur.
Súrir prestar
Aftur hesafer› spæla teir
bá›ir
klaksvíksprestarnir,
Niels Pauli Danielsen og
Hans Eiler Hammer, t‡dn-
ingarmiklan leiklut í strí›-
num.
Sy›radalsfólk standa og
yppa øksl og skilja líti› av
tí, sum fer fram. Og tey
flestu hava ongar vi›merk-
ingar til máli›.
Upprunaliga vildi nevnd-
in, i› hevur sta›i› fyri at fáa
minnisvar›an upp at standa,
at prestarnir eisini skuldu
vera vi›. Men ónevndar
keldur í Sy›radali siga, at
klaksvíksprestar eru súrir, tí
nevndin hevur bjó›a› bispi,
á›renn teir bá›ir prestarnir í
Klaksvík vór›u bodnir!
Úrsliti› er, at bispur og
Meinard Bjartalí›, prestur á
Vi›arei›i, sum skal skipa
fyri sangi á sta›num, einsa-
mallir standa fyri klerikala
ískoytinum leygardagin.
Ikki bi›in
Niels Pauli Danielsen sigur,
at søgurnar úr Sy›radali eru
ósannar, og at hann ikki er
bi›in at koma vi›.
– Eingin hevur bi›i› okk-
um vera vi›. Og annars eri
eg upptikin av barnadópi,
sigur Niels Pauli Danielsen.
Hetta er sama undanførsla
sum Hans Eiler Hammer
n‡tti, tá i› 1.000 ára haldi›
skuldi markerast í Havn 2.
hvítusunnudag.
Niels
Pauli
Danielsen
n‡tti høvi› í gjár at koma
vi› eini áheitan á fjølmi›l-
arnar.
– Nú mugu tit halda upp
at tveita vi› runu. Royni›
heldur og lyfti bla›i› eitt
sindur upp. Eg havi altso
onki útistandandi vi› bisp,
vildi hann vera vi›.
Er kunna›ur
Fleiri umbo› fyri bygdar-
fólki› í Sy›radali siga, at
Niels Pauli og Hans Eiler
eru bodnir vi›. Tískil ber til
at sta›festa, at annar partur-
in í málinum sigur ósatt.
Til tess at koma nærri
sannleikanum, ringdi Sosi-
alurin aftur til Niels Paula
Danielsen at tráspyrja, um
hann var bi›in ella ikki.
– Altso, vissi tey í Sy›rad-
ali hava bi›i› meg vera vi›,
so mugu tey kunna leggja
ta› alment fram, sigur Niels
Pauli.
Beint á›renn telefonsam-
rø›an millum Sosialin og
Niels Paula endar, vi›gong-
ur Niels Pauli kortini, at
hann er kunna›ur um minn-
isvar›aavdúkingina.
– Og eg havi í hesum sam-
bandi skaffa› teimum nøvn
til
minnisvar›an,
sigur
klaksvíksprestur, sum fram-
vegis heldur fast vi›, at hann
ikki er bo›in vi›.
Hann fer at umhugsa, um
hann skal fara vi›, ver›ur
hann bo›in, men hann vænt-
ar at ta› ver›ur torført at
flyta teir bá›ar dóparnar, i ›
hann skal fremja sama leyg-
ardag.
Vónsvikin
bygdarfólk
Úr Sy›radali siga fólk, at
tey hava lagt kortini á bor›i›
og vátta› fyri prestunum í
Klaksvík, at tey hava bi›i›
bisp vera vi›, tá i› minnis-
var›in ver›ur avdúka›ur.
Sí›ani hava klaksvíksprest-
arnir bo›a› frá, at teir ikki
koma vi›, og minnisvar›a-
nevndin hevur fingi› eina
orsøk frá teimum. Or›a-
ljó›i› í hesi orsøk, vilja tey
ikki endurgeva alment.
– Bæ›i bygdarfólk og
onnur, i› hava tilkn‡ti til
bygdina hava sta›i› saman
um hesa stórhending. Og nú
eru vit kedd um, at prest-
arnir ikki koma vi›, er ein-
asta vi›merking,
i› for-
kvinnan
í
minnisvar›a-
nevndini, Paulina Eliasen,
vil koma vi›.
At summi bygdarfólk ikki
vilja hava Sy›radal settan í
samband vi› kirkjuklandur
tykist vera rættiliga greitt.
Beint á›renn bla›i› fór til
prentingar
ringdi
ein
ónevnd kona úr Sy›radali
og kom vi› eini beinlei›is
áheitan:
– Vælsigna›ir,
skrivi›
ikki um prestarnar, seg›i
hon stutt og greitt.
Minnast
minnisvar›an
Avdúkingin av minnisvar›-
anum yvir vanlukkurakt er
annars ein stórhending í lítlu
bygdini, har eini 10 fólk bú-
leikast fast. Hetta er sam-
stundis ein serstøk kirkjulig
hending í kirkjuleysu bygd-
ini. Fyri fyrstu fer› ver›ur
Føroya bispur, Hans Jacob
Joensen,
vi› at avdúka
minnisvar›a.
– Eg fari at víga minn-
isvar›a og øki og eisini at
halda eina talu. Vit fara hesa
løtu at dvølja vi› teir serliga
døpru dagarnar, tá i› nøkur
ávís fólk fingu sína vátu
grøv, sigur Hans Jacob Jo-
ensen, sum eins og Sy›ra-
dalsfólk undrast stórliga
yvir, at teir bá›ir prestarnir
eftir øllum at døma ikki vera
vi›.
Lítil ivi tykist vera um, at
fólk í Sy›radali eisini noy ›-
ast at minnast aftur á spild-
urn‡ggja minnisvar›an, i ›
gjørdist eitt ítøkiligt tekin
um
kirkjuklandri›
anno
2000.
Episcopus non grata
ÓYNSKTUR BISPUR. Tá i› minnisvar›in í Sy›radali í Kalsoynni ver›ur avdúka›ur vera prestarnir í Nor›uroyggjum in
absentia. Sambært keldur í Sy›radali mómæla Niels Pauli og Hans Eiler, at bispur var› bi›in at koma vi›, á›renn teir
bá›ir vór›u spurdir
Niels Pauli Danielsen sóknar-
prestur sigur, at hann ikki er
bo›in til minnisvar›aavdúk-
ingina í Sy›radali
Hans Jacob Joensen er bispur í Føroyum, men klaksvíksprestarnir bá›ir eru sambært keldum í
Sy›radali ikki so fegnir um, at hann er bo›in at víga minnisvar›an í bygdini
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Skattalætti til milli-
óningar enn einaferð
Viðmerking:
VIT hava áður skrivað undir hesi somu yvirskrift
á hesum stað, men tá eingin raknaði við fara vit
enn einaferð at tríva í málið við vón um, at eitt
nú fíggjarmálaráðharrin og flokkur hansara geva
svar uppá tiltalu. Karsten Hansen lovaði, tá hann
fór í Tinganes, at hann skuldi sita fast á kassa-
num. Men samgonguskjalið sigur, at skattalætti
skal veitast. Herfyri samtykti tingið at lækka
partafelagsskattin úr 27 niður í 20%. Eingin lætti
til vanliga løntakaran. Endamálið við lækkingini í
partafelagsskattinum skuldi vera konsolidering
av vinnulívinum og ein roynd at draga útlendskan
kapital til Føroya. Fíggjarmálastýrið hevur neyvan
hugsað um, at tað ber ikki til at lóggeva fyri
konsolidering. Ein aðalfundur, ið er hægsti mynd-
ugleiki í einum partafelag, kann játta sær sjálv-
um (partaeigarunum) „konsolideringina“ út sum
vinningbýti beinleiðis í egnan lumma. So er einki
uppspart í felagnum, og við galdandi vinnings-
býtisskatti (35%) verður samlaði skatturin (part-
afelagsskattur+vinningsbýtisskattur) 48%.
HETTA ER munandi lægri, enn tað marginal-
skattatrýst, ið flestu føroyskir løntakarar liva undir.
Løntakarar í t.d. Vestmanna, Miðvági, Sandi,
Tvøroyri, Vági og Skopun, og sum vinna meira
enn 140.000 kr., liva við einum marginalskatta-
trýsti (tvs. skatturin av seinastu fortjentu krónuni)
uppá 62,25%. Tvs. fyri at ráða yvir 1 krónu meira
skulu teir forvinna nærum 3 kr. Hesi fólk fáa
einki frá skattamálaráðharranum, men teir milli-
óningar, ið hava sína ogn í partabrøvum, fáa nú
eina óvanliga gávu frá landsstýrinum. Vinnuav-
kastið hjá partaeigarum verður nú skattað við
10-15% lægri enn hjá tí, ið skal stríðast fyri sína
inntøku. Men tey, ið sleppa frá at stríðast fyri
inntøkuna - partaeigaraavkast, rinda væl minni í
skatt av sínum avkasti. Politikkur landsstýrisins
er púra greiður: tey ríku skulu gerast ríkari, og
løntakarin skal bløða.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN situr á skattamálum.
Í stevnuskrá floksins, vil flokkurin gera seg til
verja teirra minni mentu. Men ein meira ultra
borgarligan skattapolitikk hava vit ongantíð áður
sæð her á landi. Fullveldismálið eigur so stóran
part av flokspolitikkinum, at hann hevur gloymt,
hvat hann áður stóð fyri. Samgongan lovaði
skatalætta í samgonguskjalinum. Nú vita vit, at
hann bert var ætlaður teimum vælbjargaðu. Tá
talan hevur verið um at veitt vanliga løntakara-
num skattalætta hevur fíggjarmálaráðharrin sagt,
at búskapurin er ov heitur. Men tá lættast skal
um skattin á kapitalíløgum er einki óført. At hetta
eisini hitar búskapin kemur kanska ikki til hugs.
Tað er sostatt bert skattatrýstið hjá vanliga løntak-
aranum, ið skal nýtast sum stýringsamboð í
búskaparpolitikki landsstýrisins.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN hevur áður átt velj-
arar millum arbeiðandi fólkið. Tað kundi verið
verið áhugavert at vita, hvat hesin veljarin sigur
til, at hann framhaldandi skal liva við tí høga
skattatrýstinum frá búskaparkreppuni fyri at
landsstýrið kann fíggja skattalættan hjá ríkmann-
astættini í Føroyum. Spurningur okkara til fíggj-
armálaráðharran er: hví lækkar partafelagsskatt-
urin samstundis sum persónsskatturin framvegir
er óbroyttur? Teir flestu løntakarar hava ein marg-
inalskatt uppá nærum 60%!!! Kann landsstýrið
verja ein skattapolitikk har tey, ið fáa mest, gjalda
minst?
Útlendskur partapeningur
í føroyskum vinnulívi
Føroyska vinnulívið hevur
seinastu árini merkt, at ein
støðug tilgongd av fremm-
andum kapitali hevur verið
at fingið fatur á.
Serliga
hevur
verið
frammi at útlendskur kapi-
talur floymir inn í okkara
fiski- og alivinnu.
Tað er at fegnast um, at
okkara vinnulív í dag er so
tekkiligt, at útlendingar
meta okkum sum eina skila-
góða íløgu. Men vit eiga at
vera varin, tá ið vit fara und-
ir at selja av okkara náttúru-
ríkidømi; vit selja her í
veruleikanum rættin til okk-
ara primeru vinnu. Vinnuna,
sum eisini framyvir skal
breyðføða flest allar føroy-
ingar.
Vit eru noydd til at verja
okkara mrimera vinnulív
ímóti, at allur ognarrættur
og harvið avgerðarrættur
kemur at liggja hjá fremm-
andum spekulantum. Vit
kunnu ikki framhaldandi
standa á síðulinjuni og
hyggja at ímeðan teir útl-
endsku spekulantarnir finna
ymsar háttir at sleppa undan
lógini og harvið sleppa at
leggja fiski- og aliloyvir
undir seg. Og við hjálp av
m.a. skuldarbundnum før-
oyskum alifeløgum, megna
teir at seta seg á avgerðar-
rættin hjá hesum feløgum.
Í dag sigur lóggávan á
fiski- og alivinnuøkinum, at
ikki er loyvt útlendingum at
eiga meira enn 33% av
virkjum innan fiska- ella
alivinnuna. Hetta er eitt
mark, sum landsins mynd-
ugleikar eiga at virða og
styrkja, um so er, at lóggáv-
an á økinum ikki er nóg
greið.
Í Síðstu tingsetu kom eitt
uppskot frá landsstýris-
manninum í vinnumálum
um at hækka partapeningin
hjá útlendingum í alivinn-
uni upp til 49%. Sum um-
boð hjá Sjálvstýrisflokkin-
um í vinnunevndini, var
undirritaði saman við and-
støðuni við til at fella hetta
uppskot frá landsstýris-
manninum í vinnumálum
og mælti til at markið fram-
haldandi kemur at verða
33%. Og tann meiningin
stendur við.
Sjálvstýrisflokkurin
ynskir at verja og tryggja at
føroyskt vinnulív framhald-
andi kemur at liggja á før-
oyskum hondum. Vit vilja
tryggja, at tað eisini fram-
eftir eru føroyingar, sum
fyrst og fremst koma at eiga
tær náttúrugávur, sum vit
hava fingið tillutað. Tí eitt
er sikkurt, og tað er, at selja
vit alt okkara fiskiríkidømi,
so er ikki nógv eftir hjá okk-
um føroyingum at liva av.
Til tess at føroyingar
framhaldandi skulu kunna
liva og hava umstøður og
førleika at gera íløgur í okk-
ara vinnulív, so fer Sjálv-
stýriflokkurin í komandi
tingsetu at leggja serligan
dent á at lóggávan á hesum
økinum verður hildin og
styrkt um neyðugt.
Vinarliga
Jákup Sverri Kass
sjálvstýrismaður
Nú melur alt í klingur
Spurningur til landsstýr-
ismannin í almannamál-
um, frú Helena Dam á
Neystabø og onnur.
Er tað satt, at almannastýrið
hevur sett fólk í starv at
samskipa ólóligheitir?
Í føroyskum tíðindablaði
havi eg lisið, at landsstýris-
maðurin í almannamálum
hevur endurgivið juristar, ið
siga, at heimild ikki finst at
seta stuðlar og tí heldur ikki
at rinda teimum løn.
Um so er, hví steðgaði tú
ikki hesi framferð?
Hvussu nógv er goldið til
stuðlar hesi síðstu 7 árini?
Uppgivið ár fyri ár. Veit væl,
at tú ikki hevur ábyrgdina
av øllum hesum árunum.
Hevur leiðarin hjá heima-
røktini lóggevandi myndug-
leika?
Nakað seinri las eg lýsing
í bløðunum og hon var frá
leiðarinum hjá heimarøkt-
ini, har søkt verður eftir
samskipara til stuðlarnar og
nú veit hesin leiðari væl at
siga tær og okkum øðrum,
hvar heimildirnar til at seta
og rinda stuðlum løn finst.
Seinri hoyrdist í útvarpin-
um, at samskipari var settur.
Tíðindi frá tær.
Ber tað til at venda øllum
á høvdið við at áleggja ein-
um undirsátta at seta lýsing
í blaðið og ávísa heimildir,
ið ikki eru til og annars lát-
ast sum alt er í lagi?
Til landsstýrismannin í
fíggjarmálum, formannin
í fíggjarnevndini og for-
mannin í trivnaðarnevnd-
ini.
Hvat hugsaðu tit og hvat
gjørdu tit, tá ið tit lósu og
hoyrdu tað, ið nevnt er her?
Tit hava eisini ábyrgdina av
øllum milliónunum, ið eru
goldnar uttan heimild í
tykkara tíð. Um tit ikki hava
hugsað nakað ella fyritikið
tykkum nakað, so er høvið
nú, áðrenn eykafíggjarlógin
kemur til viðgerðar á ólav-
søku.
Vinarliga
Poul Johs. Johansen
sosialráðgevari
Opportunisturin Jógvan á Lakjuni
Datt niður á eitt Dagblað,
sum eg annars sjáldan síggi.
Í hesum tannleysa blað,
sum Fólkaflokkurin eigur,
skuldsetir Jógvna á Lakjuni
andsøtðuna fyri at liva av
donskum pengum!
Hevur nakar hoyrt so
grovan frekleika?
Hesin tingmaður livur
sjálvur av donskum peng-
um, og hann hevur ikki rætt
hond frá síðu við uppskoti
um at yvirtaka skúlaverkið
og fyri at bøta um sína ringu
samvitsku, gevur hann and-
støðuflokkunum skuldina
fyri, at hann livir av donsk-
um pengum.
Harra Jógvan á Lakjuni,
tú veit hvør kom við tí
blokki, sum tú nú livir av.
Tað gjørdi tín flokkur sam-
an við øðrum loysinga-
flokkum. Sambandsflokk-
urin eigur ikki eitt klovið
oyra í tínum olmussu
blokki.
Men gloym nú ikki at
greiða frá at tit bara gjørdu
hálvar yvirtøkur, tá tit komu
við blokkinum, tit vildu
valda og bóðu danir gjalda.
Slík gerð vísir, at tit als
onga ábyrgd vilja hava.
Í hesum ússaliga Dagblað
skrivar Jógvan á Lakjuni
m.a.: »Vit hava bara eitt
ynski um at taka ábyrgdina
av okkara egna landi og
hava biðið danir um eina
rímiliga skiftistíð til at
minka peningaveitingina úr
Danmark«.
Hví biða danir um nakað,
sum
er
fullokomuliga
óneyðugt? Veit hesin opp-
ortunisturin ikki, at hann og
hansara flokkur hava havt
allar møguleikar at minka
um blokkstuðulin í 50 ár?
Nei harra Jógvan á Lakj-
uni, tit vilja als ikki hava
ábyrgdina av okkara góða
landi og tit hava heldur ikki
biðið um nakra ábyrgd!!!
Tit hava bara tiggað um,
at tit einsamallir skulu
valda, har sum danir skulu
gjalda. Eingin hevur mis-
brúkt blokkin, sum tú og
tínir líkar. Tit vita, at tørv-
urin fyri at brúka blokkin
so sum ætlað er skríggjandi
stórur, men tit standa bara
og gána, men sjálvur hevur
tú klórað tín part av blokk-
inum niður í egnan lumma
og restina av blokkinum
seta tit nú í grunn, sam-
stundis sum tit biðja danir
um at gjalda tykkum 1,3
milliard um árið í 15-20 ár.
Sig mær, hava tit heilt
mist alt vit og skil? Er eing-
in skomm skapt í tykkum?
Nær ætla tit at vísa veruliga
ábyrgd, sum tit hava meylað
um í 50 ár?
Nær ætla tit sjálvir at
gjalda, har tit seta krøv um
at valda?
Sambandsflokkurin og nú
loksins eisini Javnaðar-
flokkurin eru munin meira
ábyrgdarfullir enn tú og tín-
ir líkar. Teir vilja nevniliga
fyrst gjalda, áðrenn teir seta
krøv um rættin til at valda.
Tit aka á knøunum og til-
biðja eina lánta ábyrgd,
meðan andstøðan vil hava
eina veruliga ábyrgd við
fullum gjaldi (uttan nakað
lán) av okkara góða landi,
og júst her liggur tann stóri
munurin millum tykkum og
teir stóru andstøðuflokkarn-
ar.
Meinhard Andreasen