týsdagur 12. mai 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á
Landssjúkrahúsinum og hevur mótvegis
Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgdina
av virkseminum á stovninum.
Landssjúkrahúsið fevnir um virksemið í
sjúkrahúsbygningunum á Eirargarði og
J. C. Svabosgøtu, Sjúklingahotellið
Tórshavn í Keypmannahavn, umframt
eina røð av eindum kring landið við
økispsykiatri, ljósmøðraskipan og
sjúkraflutningstænastu.
Landssjúkrahúsið hevur eitt stórt tal av
veitarum av vørum og tænastum og
samstarvsfelagum í nógvum londum í
Evropa.
Sjúkrahússtjórnin er sett saman av
stjóra og tveimum heilsufakligum
varastjórum. Heilsumálaráðið søkir ein
stjóra, sum er dugnaligur at taka
avgerðir og tolir trýst, samstundis sum
yvirlitið verður varðveitt. Tað hevur
stóran týdning, at tann, ið settur
verður, hevur hug og evni at verða
andlitið úteftir, umframt hegni at savna
leiðarar og starvsfólk. Stjórin skal vera
álítandi og kunna samstarva væl í einum
leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu
og skipa góðar umstøður fyri fakligari
menning og gransking.
Dentur verður lagdur á eginleikan at
evna handfaringina av sera fjøltáttaðum
virkisøkjum, har mótsetningar tíðum
eru millum vaksandi krøv og avmarkað
tilfeingi. Sjúkrahússtjórin skal vera førur
fyri at taka neyðugar avgerðir, sum
støðugt búgva stovnin til framtíðar tørv
og krøv.
Væntað verður, at sjúkrahússtjórin
hevur royndir við at handfara truplar
støður. Tað hevur týdning, at stjórin er
stigtakari, stuðlar og átekur sær ein
virknan leiklut í fíggjar- og málstýring á
Landssjúkrahúsinum, við trygd og dygd í
hásæti.
Sjúkrahússtjórin skal kunna virka bæði á
strategiskum og praktiskum stigi, kunna
raðfesta, ráðleggja og tryggja
munagóðan rakstur og tilfeingisnýtslu
innanfyri galdandi fíggjarkarm, soleiðis
at borgarin fær ta best møguligu
tænastuna.
Misjónin hjá Landssjúkrahúsinum er at
veita sjúklinginum eina góða
heilsutænastu á høgum fakligum støði,
at menna og útbúgva starvsfólk og at
granska.
Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at
sjúklingurin er í miðdeplinum,
starvsfólkini eru errin av at arbeiða her
og at samfelagið fær ágóðan av okkara
virksemi.
Tey strategisku málini vísa kósina og eru
grundarlagið undir ymsu átøkunum.
Trygd og dygd er ein sjálvsagdur lutur í
dagliga arbeiðinum við atliti til røkt og
viðgerð av sjúklingunum.
Fokusøkini hjá Sjúkrahústjórnini eru:
·
Sjúkrahússtjórnin skal saman við
leiðslu og starvsfólkum tryggja, at
sjúkrahúsið røkkur ásettum málum.
·
Sjúkrahússtjórnin skal grundfesta
menning og høga trygd og dygd í
øllum veitingum hjá
Landssjúkrahúsinum og
samanhangandi sjúklingagongdir.
·
Sjúkrahússtjórin skal tryggja, at
játtanin til stovnin verður nýtt á
fullgóðan hátt, og at virksemi
stovnsins verður hildið á einum
høgum fakligum støði.
·
Sjúkrahússtjórnin skal saman við
avvarðandi leiðslum áseta, hvørjar
tænastur sjúkrahúsið kann bjóða
innan fyri teir ásettu karmarnar.
·
Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri
munagóðari rekruttering av
skikkaðum heilsustarvsfólki.
·
Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri, at
viðgerð uttanlands og heima kennist
sum ein samanhangandi heild.
·
Sjúkrahússtjórnin hevur leiðandi
leiklut í at gjøgnumføra umfatandi
verkætlanina við útbygging av
Landssjúkrahúsinum, herundir
H-bygninginum.
·
Sjúkrahússtjórnin skal tryggja og
víðarimenna samstarvið innan
Sjúkrahúsverk Føroya, primeru
heilsutænastuna,
útbúgvingarstovnar og aðrar
almennar stovnar.
Dentur verður lagdur á:
·
Viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni.
·
Leiðsluútbúgving - diplomútbúgving,
masterútbúgving ella líknandi.
·
Drúgvar leiðsluroyndir á
strategiskum støði í størri
organisatión.
·
Vitan og kunnleika til fíggjarstýring í
størri organisatión.
Lønar- og setanartreytir:
Setanarøkið er Heilsumálaráðið og
stovnar undir tí við tænastu á
Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið
settur verður, skal kunna tola
broytingar í starvinum, bæði í
starvsinnihaldi og vavi.
Næst fyrisetti er aðalstjórin í
Heilsumálaráðnum. Starvið er
áramálssett í 5 ár við serligum sáttmála.
Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk hjá
tænastumonnum landsins við 15% í
eftirlønargjaldi og eini áramálsviðbót.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til:
Turid Arge, aðalstjóra, umvegis turid.
arge@hmr.fo ella tlf. 304050.
Umsókn við CV skal sendast til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
ella hmr@hmr.fo
Umsóknarfreist:
tann 26. mai 2015, kl. 12:00
Sjúkrahússtjóri
Landssjúkrahúsið - endurlýsing
Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður við
hesum lýst leyst til til setan 1. juli 2015 ella eftir nærri avtalu.
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús og undirvísingarsjúkrahús í Føroyum og hevur uml. 160 sengur innan somatiska og psykiatriska økið. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri
sjúkrahús uttanlands, og vitja konsulentar innan ymiskar sergreinar so sum onkologi, neurologi og bróstskurðviðgerð regluliga á Landssjúkrahúsinum. Ríkissjúkrahúsið er størsti
samstarvsfelagi saman við Landspítalinum í Íslandi. Samlaða játtanin er umleið 640 mió.kr. Sjúkrahúsið hevur samanlagt umleið 715 ársverk deild á umleið 870 starvsfólk. Lesið
nærri um Landssjúkrahúsið á www.ls.fo.
Heilsumálaráðið
M I N I S T R Y O F H E A L T H
Eirargarður 2 · tlf 304050 · www. hmr.fo