Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Tað vóru tung boð, ið vit fingu á kvøldið tann 7. no­ vember, at okkara góði vinur Jens Petur var deyður. Tað gjørdist ikki lættari av, at vit vóru stødd uttanlands á feriu, eins og vit so ofta hava verið saman við Jens Peturi og Solveig. Jens Petur var ein góður og trúgvur vinur. Tað kundi eg sanna, tá eg lá sjúkur í fjør. Jens Petur vitjaði meg bæði á Landssjúkrahúsinum og á Hvíldarheiminum. Jens Petur Arge fór ungur til skips við sluppini Guðrun Zoega við Dess sum skipara. Men tað var 1. juli í 1955, at okkara lívsleiðir raktu hvørja aðra. Vit mynstraðu seks før­oy­ingar umborð á skúla­ skipið Danmark. Av hesum seks er bert undirritaði eftir á lívi, inntil 7. november í fjør, vóru vit tveir, Jens Petur Arge og eg. Vit vóru 9 mánaðir við Dan­mark og gjørdust góðir vin­menn. Jens Petur var ein ómetaliga góður vinur við okkum allar. Men hann var eisini dugnaligur. Av teim­ um 117 næmingunum um­ borð, var hann bestur í øllum fakum. Heimafturkomin sigldi Jens Petur eina tíð við trol­ ar­anum Fiskanes, áðrenn hann fór umborð á Blik hjá Skipa­felagnum Føroyar at sigla sum dekkari. Hann fór á Sjómansskúla í Havn og tók stýrimansprógv í 1960. Mær er sagt, at hetta var eitt tað besta stýri­mans­ prógvið í danska ríkinum. Jens Petur fór síðan sjálvur triði til Marstal at lesa til skips­førara, og eg havi eisini hoyrt, at hansara skipsførara­prógv var tað næst­besta í danska ríkinum. Í 1961 fór Jens Petur aft­ ur umborð á eitt skip hjá Skipa­felagnum Føroyar. Hesa­ferð sum stýrimaður á Tjaldrinum. Tá Blikur varð bygdur vóru boð eftir Jens Peturi at hava eftirlit við byggingini. Hann førdi eisini Blik fyrstu tíðina. Eg kom umborð á Tjaldr­ ið í 1965 at sigla sum stýri­ maður, og tá Jens Petur í 1966 kom umborð á Tjaldrið, gjørdist eg stýrimaður hjá honum. Hann var ein góður skipari. Í 1967 fór hann í land og inn á skrivstovuna hjá Skipafelagnum, har hann gjørdist stjóri. Hann var stjóri fram til september í 1973. Tá Jens Petur gavst á Skipafelagnum stóð fíggj­ ar­liga væl til, og felagið átti 17 skip. 9 Cubatrolarar um­ framt Blik, Lóm, Falk, Rók, Bak, Heyk, Ravn og Svan. Hann bleiv settur sum leiðari á Sjóvar Tryggingini hjá Tryggingarsambandi Føroya. Seinni gjørdist hann stjóri á Tryggingini, til hann fór frá fyri aldur. Jens Petur átti bát, ið hann brúkti nógva tíð um­ borð, eftir at hann var giv­ in á Tryggingini. Hann av­ reiddi ofta nógvan fisk. Tá abbasonurin Jógvan var heima, plagdi hann at fara við abbanum á flot. Solveig kona Jens Pet­ ur og kona mín hava verið í bindiklubba saman í nógv ár. Við restini av bindi­klubb­ anum og makum hava vit ferð­ast nógv uttan­lands og í Føroyum, og ann­ars bara verið saman. Góða Solveig og tit í familjuni. Ringastur er sakn­ urin hjá tykkum, ið eftir sita, at missa okkara góða vin Jens Petur. Heilsan Árni Dam Minningarorð um okkara kæra vin Jens Petur Arge Føddur: 10.8.1936 ­– Deyður 7.11.2014 Tøkk Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum vóru við til at gera diamantbrúdleypsdag okkara so hugnaligan. Takk fyri alla góða hjálp, fyri gávur, blómur, fyri góðan sang og talur. Serlig tøkk til børn, svigarbørn og barnabørn. Bestu heilsanir Herborg og Páll Joensen Tøkk Vit vilja takka tykkum øllum so hjartaliga, sum vóru við til at gera diamantbrúðleypsdag okkara tann 30. apríl ógloymandi. Takk fyri gávur, blómur og heilsanir, fyri góðar talur og sangir, og hjálp frá børnum, svigarbørn og barnabørnum. Vinarliga heilsan Munda og Bjarni Tøkk Takk øll tit, ið mintist til mín á 75 ára føðingardegi mínum 24.4. Solveig Tøkk Eina hjartans tøkk vil eg senda til øll, sum á ymiskan hátt vóru við til at hátíðarhalda 90 ára føðingardagin hjá mær. Hjartans tøkk og Harrin signi tykkum øll. Blíðar heilsanir Jóna Hammer