Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Terji Nielsen Mánadagin fekk ein flokkur av útlendingum, ið starv­ast hjá PM Pluss, sum er dóttur­ felag hjá Poul Michelsen heil­søluni, hand­að prógv, eftir at tær í eitt ár hava tik­ið eitt skeið í før­oyskum, sum royndi lærarin Jørleif Kúrberg hevur staðið fyri. Fyri hesar útlendingar hevur eitt slíkt skeið, har tey læra at skilja og tosa føroyskt og eis­ini fáa eitt sindur vitan um føroyska samfelagið, ovur­honds stóran týdning. Tað heldur Jørleif Kúrberg sjálvur. Gevur eisini arbeiðs­ plássinum nógv Jørleif Kúrberg greiðir frá, at tað eru gott og væl tvey ár síðani, at farið var undir at skipa fyri frálæru í før­ oysk­um til starvsfólk hjá PM Pluss. – Tað var PM Pluss, sum av sínum eintingum fór undir at bjóða sínum starvs­fólkum eitt skeið í før­ oyskum. Mær vitandi starv­ ast gott og væl 100 fólk hjá fyri­tøkuni, og av teimum eru nógvir út­lendingar. Hesir út­ lending­ar­nir, sum koma úr nógvum ymiskum londum, fingu tilboðið, og nógvir tóku av, greiðir Jørleif Kúrberg frá Hann sigur, at PM Pluss vendi sær til hansara at taka sær av frálæruni, og tað játt­ aði hann. – So blivu hølir sett av til undirvísingina. Tað fyrsta árið brúktu vit fundarhølið hjá Poul Michelsen heil­søl­ uni, men nú hevur man so gjørt eina skúlastovu burtur­ av, so vit hava framúr góðar um­støður. Um eg biði um nakað til undirvísingina, so fái eg tað. Alt ber til, sigur Jørleif Kúrberg. Mentanmálaráðið týðandi viðspælari Spurdur, um tað ikki er burtur­við, at tað er ein privat fyritøka, sum noyðist at taka stig til at skipa fyri undir­ vísingar­tilboðum í før­oysk­ um til síni útlendsku starvs­ fólk ístaðin fyri almenni myndug­leikin, sigur Jørleif Kúrberg, at tað er tað sum so. – Sjálvandi skuldi almenni myndugleikin skipað tilboði, men alt kostar pengar. Nú bleiv tað so ein privat fyri­ tøka, sum setti hetta í gongd, men við tíðini er Menta­ mála­ráðið blivið ein týðandi viðspælari. Tey í Mentamála­ ráð­num eru eisini fegin um, at man hevur skipað hetta til­boð, sigur Jørleif Kúrberg. Hann leggur afturat, at tað eisini hevur stóran týdn­ing fyri luttak­ar­ar­nar á skeiðnum, at lands­sýris­ maðurin í mentamálum sjálvur kom at handa prógv­ ini mánadagin. – Tað hevur sera stóran týdning fyri tær, og eisini tað at tær fáa eitt pappír úr Føroyum við sínum navni á, sigur Jørleif Kúrberg. Neyðugt við stuðli heima Hesi bæði árini, ið PM Pluss hevur skipað fyri skeiðnum, hava eini 30 luttakarar til­ samans verið á skeiðnum, og hesi hava verið úr eini 10 ymiskum londum. – Tað fellur lættari hjá summ­um at læra føroyskt enn hjá øðrum. Fyri mær sær tað út til, at tað serliga eru tey úr Eystur-Evropa, sum hava lættast við at læra før­ oyskt, men felags fyri allar luttakararnar er, at tær vilja fegnar læra tað. Men fyri at tær skulu fáa sum mest burturúr, so er tað um­ráð­ andi, at tær fáa stuðul til tað heima eisini. Tær flestu av Jørleif Kúrberg, sum seinastu tvey árini hevur undirvíst útlendingum, ið starvast hjá PM Pluss, í føroyskum, heldur, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá útlendingunum í Føroyum, at tey læra føroyskt og um Føroyar Trivnaðurin kemur ikki av sær sjálvum »Tað fellur lættari hjá summum at læra føroyskt enn hjá øðrum. Fyri mær sær tað út til, at tað serliga eru tey úr Eystur-Evropa, sum hava lættast við at læra føroyskt« Jørleif Kúrberg: