týsdagur 12. mai 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54
meldurin
teimum eru giftar føroying
um, og um maðurin til dømis
er sjómaður, so er kanska
ikki so nógv hjálp at heinta
í heiminum, tí maðurin er
burtur, sigur Jørleif Kúrberg.
Ikki bara málið
Men hvat er tað so, sum
útlendsku
starvsfólkini
hava lært á skeiðnum, sum
Jørleif Kúrberg hevur staðið
fyri?
– Fyrst og fremst hava
tær lært at tosa og skilja før
oyskt. Men nógv tíð fer eisini
við at geva teimum eitt innlit
í okkara samfelag. Vit hava
til dømis undirvíst um trúgv
í Føroyum, vit hava verið úti
og lært tær, hvat tær síggja
úti í náttúruni í Føroyum,
og so havi eg eisini havt tær
heima hjá mær, har tær hava
fingið ein bita av føroyskum
mati. So tær hava eisini lært
um føroyska matmentan,
greiðir Jørleif Kúrberg frá.
Hann sigur, at í komandi
viku verður eisini skipað fyri
eini útferð norður til Gjáar
við starvsfólkunum, so at
tær kunnu læra eitt sindur
um føroysku bygdirnar og
samfelagið á bygd.
Spurdur, hvussu hann
sjálvur hevur taklað tað at
undirvísa vaksnum útlend
ingum
í
mun
til
børn,
sum hann hevur drúgvar
royndir við úr føroyska
fólkaskúlanum, sigur Jørleif
Kúrberg, at tað verður gjørt
á sama hátt.
– Eg tók tað júst sum tá
eg undirvísti børnum í fólka
skúlanum. Eg var góður við
næmingarnar, og so blivu
næmingarnir góðir við meg,
og so fingu vit tað at koyra
fínt, sigur hann.
Nógv at siga
fyri trivnaðin
Sjálvur heldur Jørleif Kúr
berg, at tað hevur ómetaliga
stóran týdning fyri trivn
aðin hjá útlendsku starvs
fólkunum, at tey fáa eitt til
boð um at læra føroyskt frá
sínum arbeiðsgevara.
– Tað hevur ómetaliga
nógv at siga fyri tær, at
tær fáa henda møguleika.
At arbeiðsplássið soleiðis
kemur og gevur teimum
eitt tilboð um hetta, hevur
við sær, at tær føla seg
ordiliga
vælkomnar.
Tær
hava lættari við at fella inn í
samfelagnum, tá ið tær duga
føroyskt, so tað hevur øgiliga
nógv at siga fyri trivnaðin,
sigur hann.
Jørleif Kúrberg leggur
afturat, at útlendsku arbeiðs
fólkini í nógvum førum eru
sannur fongur fyri arbeiðs
gevaran.
– Tær hava nógvar nakrar
heilt serligar eginleikar, og
fleiri av teimum hava eisini
høgar og góðar útbúgvingar,
sigur hann.
Hann sigur somuleiðis, at
hjá sær persónliga gevur tað
eisini nógv at undirvísa út
lendsku næmingunum.
– Eg fái gleðina av at
síggja framstig hvønn dag,
og so haldi eg eisini, at tær
eru so glaðar fyri at vera her.
Tær geva okkara samfelag
nógv, sigur hann.
Jørleif Kúrberg sigur at
enda, at hann hevði ætlað at
gevast nú við undirvísingini,
men tá ið hann í vikuni
boðaði Poul Michelsen frá
hesum, var svarið bara eitt
greitt nei frá eigaranum av
PM Pluss.
– Men eg kundi hugsað
mær, at onkur yngri koma at
hjálpa mær eitt sindur, sigur
hann at enda.
terji@sosialurin.fo
»Eg fái gleðina av at síggja framstig
hvønn dag, og so haldi eg eisini, at tær eru
so glaðar fyri at vera her. Tær geva
okkara samfelag nógv«
Jørleif Kúrberg, sum seinastu tvey árini hevur undirvíst útlendingum, ið starvast
hjá PM Pluss, í føroyskum, heldur, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá
útlendingunum í Føroyum, at tey læra føroyskt og um Føroyar. Her sæst hann
saman við Eyðfinn Davidsen, stjóra í PM Pluss, Bjørn Kalsø og Poul Michelsen
Mynd: Álvur Haraldsen