týsdagur 12. mai 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymsan hátt, sýndu
samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma
og omma okkara
Kristina Andreasen
Vágur
f. 13.09.1939 – d.29.03.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, á
Hamragarði og Hvíldarheiminum, fyri tíðina,
ið hon var har.
Takk til Niels Paula Danielsen prest fyri góð orð
í kirkjuni.
Takk fyri alt hjálpsemi í sambandi við jarðarferð og
ervi.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Missiónshúsið.
Takk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Martin
Conny v/ fam. og Óli
Takk fyri alla hjálp, umsorgan og sýnda samkenslu,
ímeðan okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi
var sjúkur, andaðist og varð jarðaður.
Henry F. Olsen
Rituvík
f. 29.juni 1956 - d. 27. januar 2015
Takk fyri vitjanir, heilsanir, blómur og kransar og
takk fyri gávurnar til Eysturoyar dansifelag.
Familjunnar vegna
Pálin
Halda, Jóngerð og Jógvan við familjum
Hjartaliga takka vit øllum sum á ymiskan hátt hjálptu
og vístu okkum samkenslu, tá ið okkara kæri maður,
pápi, verpápi, abbi og langabbi
Niels Simonsen
føddur 21. juli 1931 – deyður 4. mars 2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Theodor Olsen prest fyri góð og troystarrík
orð. Somuleiðis takka vit kirkjutænarum og gravara.
Takk til starvsfólkið á Lágargarði fyri at tit vóru so
góð við Niels, ta tíðina hann búði har, og eisini takk
til tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu til ervið.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Lágargarð.
Takk til øll tykkum, sum fylgdu Niels til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Poula og børn við familjum
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermóðir, omma og langomma okkara
Judith Eliasen
Fuglafirði
andaðist og varð jarðað.
Takk øll tit, sum hjálptu við jarðarferðina og við
ervinum og sum fylgdu henni.
Serliga takka vit tykkum á Vesturstovu, sum hava
verið so góð við hana.
Familjunnar vegna
Julian, Kirstin og Jóna
Hjartaliga takka vit øllum, sum vóru um
og á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæri
Einar Hansen
f. 06.12.1955 – d. 03.04.2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar
og gravarar.
Takk fyri gávur til Rumeniahjálpina, blómur og
kransar.
Takk allar tit, ið bakaðu til ervið.
Hjartans tøkk til øll, ið fylgdu Einar til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Halgerð
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá kæra systir mín
Alica Jensen
f. 10-07-1931 – d. 20-01-2015
andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til Ívun fyri hjálp og trúfesti
ígjøgnum mong ár, og tøkk til Láargarð fyri góða
røkt tey seinastu árini.
Tøkk til prest, sangarar og gravarar. Tøkk fyri
heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til
Sclerosufelagið.
Tøkk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vena
Armgarð Matras