Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Ikki við: Jónas Tór Næs (økslin), Alex Mellemgaard (lærkrikin) Við aftur: Hanus Thorleifsson Ikki við: Pál M. Joensen (knæið, óvist) Við aftur: Arnbjørn T. Hansen (fipur) Ikki við: Atli Gregersen (leikbann, 1 dyst afturat), Geza Turi (leikbann, 3 dystir), Hans Jørgen Djurhuus (kjálkabeinið, ógreitt hvussu leingi) Við aftur: Jens Joensen og Hákun Edmundsson (eftir skaðar) Ivasamur: Jónhard Frederiksberg (snudd í rivnabeinunum) Ikki við: Rasmus Dan Sørensen (baklær, óvist hvussu leingi) Jóannes Hansen Ársins dystur higartil í ár! NSÍ fær í morgin vitjan av meistarunum í B36. NSÍ er topplið, og B36 er næst­ fremst. NSÍ hevur skorað 28 mál. Tað er fleiri enn nakað ann­að lið hevur megnað. B36 hevur skorað 22 mál. Burtur­ sæð frá NSÍ er tað bara Víkingur, sum hevur skorað fleiri mál (24). Máltølini siga, at B36 eigur bestu verjuna í land­inum – ellivu mál eru farin ígjøgnum. Fjúrtan mál eru farin ígjøgnum hjá NSÍ. Umframt B36 hava bæði HB og TB verjan verið tættari enn tann hjá toppliðnum, og AB, sum er næstniðast, hevur ikki latið fleiri mál fara ígjøgnum enn NSÍ! Sjálvandi er spenningurin stórur í NSÍ og B36 um, hvussu tað fer at tørna út í morgin. Men eisini í føroyska fót­bólts­heiminum í síni heild fer at verða fylgt væl við, tá ið spurningurin verður svar­ aður, um NSÍ skal økja um fjar­støðuna aftur til hini lið­ini, ella um kappingin nú skal javna seg eitt sindur. Samstarvsfelagar Mánakvøldið settu vit ábyrgdar­monnunum báð­ um stevnu við vøllin, har tað í morgin fer at ganga fyri seg. Trygvi Mortensen er á øðrum ári – í hesum um­far­ inum – oddamaður í barn­ dóms­felagnum í Runavík, og Eyðun Klakstein er fyrsta ári oddamaður í B36. Í fjør endaðu NSÍ og Trygvi Mortensen á fjórða plássi, og Eyðun Klakstein og KÍ á sætta plássi. Í løtuni eru lið­ ini hjá teimum fremstu favo­ rittar­nir at vinna FM. Í morgin vera teir treyta­ leysir kappingar­neytar. Tá ið vit hitta teir, kennist tað skjótt, at teir eisini eru starvs­felagar. Føroyski fót­ bólts­heimurin og serliga venjara­heimurin er ikki størri enn so, at teir aftur og aftur hittast, og hesir báðir hava havt ikki sørt samstarv. – Eg var í Klaksvík í 2007 og 2008, og tá samstarvaðu vit báðir Eyðun eitt skifti um besta KÍ liðið, minnist Trygvi Mortensen aftur á. Tað eru 23 ár síðani, at hann fyrstu ferð hevði ábyrgd­ina av besta liðnum hjá NSÍ. Síðani hevur hann fleiri ferðir verið venjari í barn­dóms­felagnum. Gongdin higartil í ár hevur verið betri, enn hon nakran­ tíð áður hevur verið. Eyðun Klakstein rósar NSÍ og Trygva Mortensen: – Tað kemur mær fyri, at teir her í Runavík eru soleiðis fyri, sum B36 var tað í fjør. Undan kappingarbyrjan vóru tey ikki so mong, sum rokn­aðu við, at NSÍ fór at gera seg galdandi í so stóran mun. Higartil hevur NSÍ verið á aldukambinum, sjálvs­álitið verður alt størri, tá ið tað er so stutt millum sigrar­nar, og nú hava teir víst seg at vera stinnir bæði í álop og verju. Trygvi Mortensen fær ikki verið annað enn samdur við B36 venjaran, men hann minnir á fyrra dystin ímóti B36: – Vit taptu 3-0 í Gunda­ dali, og B36 sigurin var uppi­ borin. Vit høvdu beinan­vegin møguleika at leggja okk­um framum, men so vóru vit ikki sannførandi í verju­spæl­ inum. Tann dagin vóru vit ordu­liga skeivt upp á bein, og í Gøtu taptu vit 5-1 – tveir úti­dystir og samantaldur mál­munur upp á 1-8 var ikki gott, men seinastu ferðirnar hevur tað verið gott. 3-0 á heima­vølli ímóti KÍ og 3-0 á úti­vølli ímóti ÍF er sjálvandi gott grundarlag at taka ímóti meistar­unum á. Styrkirnar Hvør er styrkin hjá B36? – At har eru nógvir pro­fil­ ar, sum hava nógvar royndir. Tórður Thomsen er í løtuni besti málverjin í land­inum. Odmar Færø telist mill­um bestu miðverjarnar, og fram­ rættað hava teir Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz og Hans Paula Samuelsen, sum megna nógv saman við lið­ feløg­unum og eisini einsa­ mallir. Teir eru pro­filar, og teir vita, hvat tað snýr seg um, sigur NSÍ venj­arin. Og hvør er styrkin hjá NSÍ, spyrja vit B36 venjaran, og hann svarar soleiðis: – Í Klæminti A. Olsen eiga teir vandamiklasta álops­ spæl­aran, og Árni Frederiks­ berg er ein tann besti kant­ spælarin. Tað er fyrst og fremst hann, sum fóðrar Klæmint. Pól Jóhannus Justinussen er eyðsýndur í fleiri leiklutum. Felags fyri alt NSÍ liðið er, at svongdin er stór. Spælararnir eru í góðum aldri, teir eru fyri upp­gang­andi, og at teir leypa á við stórari optimismu. Ráðleggingin Mánakvøldið vandu teir gulu og svørtu við Løkin í Runa­vík, og teir hvítu vandu í Gunda­dali. Felags fyri LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur hond­bremsan verður slept í morgin Oddabrak í Runavík Trygvi Mortensen og Eyðun Klakstein gleða seg til, at liðini hjá teimum í morgin fara at kappast undir somu treytum, tá ið toppdysturin millum NSÍ og B36 verður í Runavík B36 vann greiðan 3-0 sigur í fyrru uppgerðini í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen