Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. mai 2015 · Nr. 54 ítróttur fótbóltur Ikki við: Mayowa Oladele Alli (leikbann) Ísak Simonsen og Ivan Joensen (skaðar) Ikki við: Bartal Eliasen (burturstaddur) Ikki við: Rógvi Poulsen (burturstaddur), Teitur Jóannesarson (kænið), Jobin Drangastein (økslin), Gert Drangastein (fóturin, 4 vikur) Allir mans tøkir Allir klárir báðar partar er, at tað varð vant aftur í gjár­kvøld­ið, at teir halda frí í kvøld, og at teir so hittast í morgin til taktikkfund og síðstu fyri­ reik­ing­arnar und­an fyrsta bríksl­inum í topp­dyst­inum, sum verður klokkan 15. Prátið endar í fundar­høl­ unum í ítróttarhøllini. Tað er stórt virksemi á vøllinum og í hallunum. Í fundarhølinum fer NSÍ at halda taktikkfund í morgin. Vit spyrja Trygva Mortensen, hvat hann fer at leggja uppfyri, tá ið Eyðun Klakstein og hansara menn koma at vitja í morgin: – Vit minnast allir, hvussu tað gekk, tá ið teir smurdu okk­um av í Gundadali. Síð­ ani tá hevur verjuspælið hjá okkum verið nógv meiri sann­før­andi, og vit vóna, at tað eisini verður soleiðis í morgin. Men tað er klárt, at vit fara at hava vakið eyga við Lukasz Cieslewicz og tí, sum gongur fyri seg kring hann. Og vit fara at leggja okk­um eftir ikki at geva teim­um fríspark dygst uttan­ vert brotsteigin, tí tá er Hans Pauli Samuelsen serliga vanda­mikil. Sjálvandi fara vit fyrst og fremst at halda okkum til tað, sum higartil hevur riggað so væl. Hvat fer Eyðun Klakstein at leggja sínum monnum eina við? – Upplagda svarið er at byrgja fyri, at Klæmint A. Olsen sleppur framat. Hann hevur skorað í øllum heima­ dyst­unum higartil. Vit vita eis­ini, at tað er neyðugt at halda eyguni eftir eitt nú Árna Frederiksberg, og fríggja­kvøldið sóu vit í Fugla­firði, hvussu málsøkin Pól Jóhannus Justinussen er. Men fyrst og fremst snýr tað seg hjá okkum um at halda okkum til tað, sum vit hava vant og spælt, og tað er álops­spæl. Tað var tætt í fjør Í fjør hittust hesi liðini tvær ferðir við Løkin í Runavík. Báðu ferðirnar var tað dramat­iskt og spennandi, áðrenn B36 vann sigrar, ið vóru av­ger­andi fyri, at FM heitið endaði í Gundadali. Fyrra ferðin var fyri ein­ um ári síðani, 18. mai, tá ið B36 vann 1-0. Adeshina Lawal skoraði málið stutt undan steðginum. Eftir steðgin var NSÍ greitt omaná, og bólturin var á stólpanum og dansaði á málstrikuni aftanfyri Tórð Thomsen. Seinna ferðin var 21. sep­ tember, tá ið B36 vann 3-2. Seks minuttir eftir steðgin økti NSÍ um leiðsluna til 2-0, men so bar stórt NSÍ mis­tak við sær, at B36 fekk um endan, og tveir minuttir undan leikoki skoraðu gest­ ir­nir sigursmálið. – Báðir dystirnir vóru sera intensir og spennandi. At tað báðu ferðirnar kopp­ aði B36 til fyrimunar hevði heilt víst nakað við tað at gera, at royndirnar hjá mót­ støðu­monnunum vóru fleiri, enn tær vóru hjá okk­ ara monnum. Okkara lið er mannað við mest sum somu spæl­arum sum í fjør, og á royndar­kontuni eiga vit at megna betri at takla lykla­ dystir­nar, heldur Trygvi Mortensen. Felags fyri NSÍ og B36 er, at mótstøðuliðini ofta leggja stóran dent á verjupartin og lítlar dent á álopsspælið. B36 venjarin sigur, at soleiðis verður tað ikki í morgin: – Tølini siga, at okkara verja higartil hevur verið tann besta. Fyri føroyska fót­bóltin sum heild er tað hugaligt, at tað eru tvey lið, sum leggja dent á fram­rætt­ aða partin, ið eru oddalið. Álop er besta verja, og vit ætla okkum at leypa á og at vinna hósdagin. Tað vita vit, at NSÍ eisini fer at gera, og har­við eigur grundarlag at vera hjá áskoðarunum at rokna við álopsspæli. Út­ gangs­støðan sigur, at tað verð­ur intenst og spennandi, og vit gleða okkum, sigur B36 venj­arin Eyðun Klakstein. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 10 8 0 2 28 14 +14 24 2 B36 10 6 3 1 22 11 +11 21 3 HB 10 4 4 2 15 13 +2 16 4 Víkingur 10 3 5 2 24 17 +7 14 5 KÍ 10 4 2 4 17 16 +1 14 6 TB 10 2 6 2 14 13 +1 12 7 ÍF 10 2 5 3 16 18 -2 11 8 FC Suðuroy 10 3 0 7 13 28 -15 9 9 AB 10 0 6 4 9 14 -5 6 10 EB/Streymur 10 1 3 6 10 24 -14 6 Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen, høvuðs­venjarar hjá oddaliðunum, B36 og NSÍ Mynd: Jóannes Hansen