mánadagur 18. mai 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Tað siga hagtølini úr gerða
bókini hjá løgtinginum, nú
tingsetan 2014 er endað.
Reimund Langgaard, løg
tingsmaður hjá Sambands
flokkinum, er tann, sum
hevur forsømt flestar ting
fundir. 10 tingfólk hava møtt
á hvørjum fundi.
Løgtingið hevur havt 81
fundir hesa tingsetuna. Av
teimum 81 fundunum hev
ur Reimund Langgaard úr
Sambandsflokkinum
for
sømt átta tingfundir, og har
við er hann tað tingfólkið,
sum hevur forsømt flestar
tingfundir hesa tingsetuna,
sum byrjaði á ólavsøku og
sum endaði mikudagin.
Men
uppmøtingin
hjá
tingfólki er á góðari leið. Tí
eingin hevur forsømt meira
enn 10 prosent. Toppskorarin
hevur fyrr ligið langt oman
fyri tað - onkuntíð hava ting
fólk forsømt fjórða hvønn
tingfund.
Tingfólk verða skrivað
upp fyri hvønn tingfund, og
tað verður ført í gerðabókina,
hvørt tingfólk ikki er á fundi.
Nú tingsetan er av – væl
at merkja um tingið ikki
verður kallað saman úr
summarfrí fyri ólavsøku –
hevur tingið havt 81 fundir.
Reimund Langgaard
8
81
9,9
Rodmundur Nielsen
6
81
7,4
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
6
81
7,4
Jenis av Rana
6
81
7,4
Aksel V. Johannesen
5
81
6,2
Jákup Mikkelsen
5
81
6,2
Sirið Stenberg
4
81
4,9
Rigmor Dam
4
81
4,9
Kristin Michelsen
4
81
4,9
Høgni Hoydal
4
81
4,9
Gunvør Balle
4
81
4,9
Eyðgunn Jana Samuelsen
4
81
4,9
Brandur Sandoy
4
81
4,9
Janus Rein
3
81
3,7
Henrik Old
3
81
3,7
Bill Justinussen
3
81
3,7
Bárður Nielsen
3
81
3,7
Bogi Andreasen (varafólk)
2
-
-
Bjørt Samuelsen
2
81
2,5
Rósa Samuelsen
1
81
1,2
Poul Michelsen
1
81
7,1
Helena Dam á Neystabø (varafólk)
1
-
-
Gerhard Lognberg
1
81
1,2
Eivin Jacobsen
1
81
1,2
Bjarni Djurholm
1
81
1,2
Páll á Reynatúgvu
0
81
0,0
Kristina Háfoss
0
81
0,0
Kári P. Højgaard
0
81
0,0
Jóna Mortensen
0
81
0,0
Jógvan á Lakjuni
0
81
0,0
Joen Magnus Rasmussen
0
81
0,0
Helgi Abrahamsen
0
81
0,0
Hanus Samró
0
81
0,0
Edva Jacobsen
0
81
0,0
Alfred Olsen
0
81
0,0
Eingin skulkaði meira enn 10 prosent
Hægsta fráveran var beint undir 10 prosentum. 10 tingfólk hava møtt á hvørjum fundi
Gera politikararnir einki, eru teir ikki sína uppgávu vaksnir, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
Fráveran hjá tingfólki sæst í talvuni niðanfyri:
Áki Bertholdsen
Ætlanin at endurreisa gamla
fiskavirkið, Bacalao, í Havn,
er ikki komin á mál enn.
Og enn er óvist, nær nak
að hendir, ásannar Hans
Joensen, formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Arbeiðarafeløgini í Havn
hava lagt stóran dent á at
fáa virkið endurreist, men
tað eydnaðist ikki at fáa før
oyskar íleggjarar at seta pen
ing í virkið.
Tískil leitaðu tey sær
uttanlands, og á Bornholm
hevur Espersen Fisk víst
stóran áhuga at vera við til
at endurreisa Bacalao.
Hans Joensen sigur, at
hetta kundi skapt 100-150
arbeiðspláss í Havnini.
- Tað hevði fingið øgiliga
stóran týdning fyri Havnina
og samfelagið, sigur hann
Ætlanin er hótt
Men staðfestir samstundis,
at ætlanin er hótt, tí vandi er
fyri, at virkið fer ikki at fáa
atgongd til rávøru.
Tað er ein sannroynd, at
fiskiskapurin er versnaður.
Men tað eisini ein sannroynd,
at minni og minni verður selt
á Fiskamarknaði Føroya, tí
tað verður vanligari og van
ligari, at skipini verða tengd
at ávísum virkjum, sum tey
so avreiða til.
Hans Joensen heldur, at
hetta er ein stórur vandi. Og
hann heldur, at taka politik
ararnir ikki hetta vandamál
ið upp, eru teir ikki sína upp
gávu vaksnir.
Hann heldur, at tað átti
at verið so sjálvsagt, at tann
størsti parturin av tí, sum
verður fiskað undir Føroy
um, verður seldur á uppboðs
sølu, har øll sleppa at bjóða.
Hann ivast ikki í, at hetta
hevði verið gagnligt fyri
allar partar Tað hevði fing
ið fiskaprísin upp, og sostatt
hevði hýran hjá fiskimonn
um hækkað og raksturin hjá
skipunum hevði batnað.
- Men tað hevði sanniliga
eisini verið gott fyri sam
felagið, tí fáa allir partar
meiri burtur úr. Tað sigur
seg sjálvt, at sleppa fleiri at
kappbjóða um fiskin, hevði
prísurin farið upp, og tað
hevði kastað nógv av sær í
øllum samfelagnum, sigur
formaðurin í Havnar Ar
beiðsmannafelag.
Tí heldur Hans Joensen,
at tað er beinleiðis ábyrgdar
leyst av politikarum bara at
lata standa til.
Hann sigur, at hann fer
at biðja vinnunevndina hjá
løgtinginum, og politikarar
annars, um fund at greiða
teimum frá støðuni.
- Fáa vit ikki atgongd til
fisk, verður tað ómøguligt at
seta virksemi í gongd, sigur
hann.
- Tað skuldi verið so púra
natúrligt, at fólksins ogn
fer um eina føroyska upp
boðssøla, so øll møguleika at
bjóða í eini roynd at fáa sum
mest burturúr til samfelagið.
Hava politikararnir ikki tann
hugburðin, er okkurt galið,
leggur hann afturat.
Kundu fingið stóran
týdning fyri Havnina
Tað er ábyrgdarleyst bara at lata standa til, heldur Hans
Joensen, sum nú fer at biðja politikarar um fund