mánadagur 18. mai 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
BORGARSTJÓRI
ELLA LØGTING
– IKKI BÆÐI
Annika Olsen fer at leggja fram uppskot á ólavsøku, so tað ikki skal bera til at vera bæði borgarstjóri og
løgtingslimur í senn. – Tað eru ikki meira enn 24 tímar í samdøgrinum, og skal ein fulltíðar borgarstjóri
eisini røkja ein tingsess, verður hann ikki meira enn hálvur onkrastaðni, sigur landsstýriskvinnan
Hilmar Jan Hansen
– Málið er nokk so einfalt,
tí tað snýr seg bara um at
strika tað undantakið, sum
var givið í 2000, tá komm
unustýrislógin var fyri í
tinginum. Har verður sagt, at
um ein er borgarstjóri fulla
tíð, skal viðkomandi leggja
borgarliga starvið frá sær,
umframt øll almenn álitis
størv, sum ikki beinleiðis
hava samband við starvið
sum borgarstjóri. Men um
kommunustýrið
heimilar
tí, so kann man víkja frá
reglunum, tá tað snýr seg
um størv, sum eru beinleiðis
fólkavald.
Tað sigur Annika Olsen,
landsstýriskvinna í komm
unumálum, ið heldur tíðina
vera komna til, at júst hesin
parturin av kommunulógini
verður endurskoðaður.
– Júst nú er hetta øgiliga
aktuelt, tí tað eru óvanliga
nógvir borgarstjórar, sum
stilla upp til komandi løg
tingsval, og tí vil eg ávara
ímóti, at løgtingið verður
eitt víðkað kommunustýri.
Vit
hava
frammanundan
ein greiðan skilnað í valds
býtinum í landinum, sum
landsstýri og løgting taka
sær av, og so hava vit 31
kommunur, sum taka sær av
teimum kommunalu upp
gávunum, sigur hon.
– Teir borgarstjórarnir,
sum eru fulltíðarsettir, tí teir
eru umsitingarligir leiðarar í
sínum kommununum og
hava ábyrgd av eldraøkinum,
barnaverndarøkinum
og
dagstovnaøkinum,
sum
kommunurnar jú umsita,
umframt øllum møguligum
øðrum, so sum byggimálum
og
øðrum.
Teir
hava
í
veruleikanum ikki smávegis
uppgávur at taka sær av, og
borgarstjóra starvið er blivið
nógv meira rúgvusmikið,
enn tað var fyri bara nøkrum
fáum árum síðani.
Sjálv hevur Annika Olsen
tíðliga í politisku yrkisleiðini
havt møguleikan at røkt tvey
politisk vald størv í senn,
men valdi ikki at gera tað.
– Tað var, tá eg sat í bý
ráðnum í Havn og bleiv vald
í løgtingið. Tá segði eg bý
ráðssessin frá mær, tí eg helt
snøgt sagt ikki, at tað kundi
vera rætt, at eg skuldi sita
í báðum støðum. Tað beyð
mær ímóti, at eg skuldi sita
í løgtinginum og lóggeva um
tað, sum hendi í býráðnum,
og tí mátti eg velja annað
starvið og vraka hitt, sigur
hon.
Bland kann koma í
Annika Olsen vísir á, at tað,
at tað ikki eigur at bera til
at røkja tvey fulltíðarsett
fólkavald størv í senn, er
einki nýtt, tí tað var longu
frammi fyri fimtan árum
síðani, tá kommunustýris
lógin, sum nú er galdandi,
varð gjørd.
– Longu tá var ætlanin,
at tú skuldi siga onnur
fólkavald størv frá tær, um
tú komst í løgtingið, men eitt
broytingaruppskot
gjørdi,
at borgarstjórar allíkavæl
vórðu undantiknir, sigur hon
og vísir enn einaferð á, at vit
teimum øktu uppgávum,
kommunurnar hava fingið
at taka sær av, dugir hon
ikki at síggja, at tað skal bera
til at røkja bæði eitt borgar
stjórastarv og ein tingsess til
fulnar.
– Og eg dugi bara ikki at
síggja, hví tað partú skal
vera so umráðandi hjá borg
arstjórunum í hesum stóru
kommunum, at teir eisini
skulu inn á ting, tí fyri tað
um tú ikki ert borgarstjóri,
kanst tú vera líka so lokalur
sum
løgtingsmaður,
um
tað er tað, sum tú vilt. Vit
hava eitt valdømi, men fyri
tað er einki løgið í, um ein
norðoyingur
hugsar
um
síni lokaláhugamál og ein
suðuroyingur um síni. Eingin
er meira enn eitt menniskja,
so tað ber til at reka eitt
sindur av lokalpolitikki, fyri
tað um tú ikki bæði skalt
vera borgarstjóri og tingfólk
fulla tíð í senn.
Landsstýriskvinnan
nevnir sum dømi, at tað sakt
ans kann henda seg, at fleiri
borgarstjórar verða valdir
á ting, tí tað fer so sjálvandi
eisini at síggja aftur í ting
arbeiðinum sum heild.
– Hvat nú, um 12 borg
arstjórar sita í tinginum,
spyr hon og vísir á, at tað
er munur á kommunal- og
landspolitikki, men at tað
ræður um at duga at skilja
tingini sundur.
– Tað eru altíð nøkur, sum
ikki duga at halda tingini
frá hvørjum øðrum, og tá er
tað so skjótt, at tað kunnu
íkoma óhepnar støður, har
alt blandast saman.
Kunnu stilla upp
Nú Annika Olsen hevur
verið frammi við tankanum
um, at hon á ólavsøku ætl
ar at leggja fram eitt broyt
ingaruppskot til kommunu
stýrislógina, so borgarstjórar
ikki bæði kunnu røkja sítt
kommunala starv og eitt
starv sum løgtingsfólk sam
stundis, hava fleiri róð fram
undir, at tað er at gera seg
inn á demokratiska rættin
hjá borgarstjórum – eins væl
og øllum øðrum – at lata seg
stilla upp til løgtingið.
– Ja, eg veit, at tað eru
Tað beyð mær ímóti, at eg skuldi
sita í løgtinginum og lóggeva um tað,
sum hendi í býráðnum, og tí mátti eg
velja annað starvið og vraka hitt