mánadagur 18. mai 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
POLITIKKUR
fleiri, sum hava lagt hetta
út soleiðis, sum at eg eri
ímóti, at borgarstjórar stilla
upp til løgtingsval. Men
tað hevur einki við sakina
at gera, tí sjálvandi skulu
øll kunna stilla upp – eisini
borgarstjórar. Tað, sum eg
sigi, er at fyri tað um tú ert
valdur í løgtingið, so nýtist
tær ikki eisini at vera borgar
stjóri, tí tá talan er um tvey
fulltíðarstørv, eigur tú at
velja annað og vraka hitt,
um støðan verður aktuell,
sigur hon.
– At borgarstjórar leggja
nógv fyri, so teir bæði skulu
vera
borgarstjórar
og
á
tingi, gongur eisini ímóti
orðingini í lógini um, at tú
sum borgarstjóri ikki kanst
varðveita
títt
borgarliga
starv, tí hetta jú er ein so stór
uppgáva. Vit vita jú, at um tú
eitt nú ert lærari, so kanst tú
ikki vera fulla tíð borgarstjóri
og fulla tíð lærari, og tí eigur
tað sjálvandi heldur ikki
at bera til at sita í tingin
um, samstundis sum tú ert
fulltíðar borgarstjóri. Í við
merkingunum til kommunu
stýrislógina stendur eisini, at
borgarstjórin hevur skyldu
til at røkja sítt starv av
heilum huga, og tað er eisini
tí, at hann skal hava løn fyri
at vera borgarstjóri.
Tað er blivið skotið lands
stýriskvinnuni í skógvar
nar, at hon skal hava ilt av,
at summi fólk skulu fáa
tvær lønir – eina frá borgar
stjórastarvinum og eina frá
løgtingssessinum, men tað
heldur hon ikki vera tað
týdningarmesta
í
hesum
málinum.
– Eg vil tó siga, at tað er
ikki tað, ið vigar tyngst, nú eg
ætli mær at koma við einum
uppskoti um at endurskoða
kommunustýrislógina. Men
eg vil so siga, at tað tó eisini
er eitt evni í hesum, at fólk
skulu fáa tvær lønir fyri
tvey fólkavald størv. Men
fyrst og fremst snýr hetta
sum um tær grundleggjandi
uppgávurnar, ið knýta seg
at størvunum – óansæð um
tað borgarstjórastarvið ella
løgtingsstarvið, sigur hon.
Ov mikið um oyruni
Annika Olsen undrast eis
ini á, at tað skal bera til hjá
borgarstjórum
at
finna
pláss í álmanakkanum fyri
øllum sínum avtalum, tá teir
samstundis skulu røkja ein
tingsess.
– Eg veit, at tað eru ikki
meira enn 24 tímar í sam
døgrinum, og eg veit eisini,
at ein fulltíðar borgarstjóri
hevur so mikið nógv um
oyruni, at skal hann eisini
røkja ein tingsess, verður
hann ikki meira enn hálvur
onkrastaðni, sigur hon.
– Vit hava beint nú lagt
eldraøkið út til kommunrnar,
og eg veit, hvussu nógva
orku tað krevur at umsita
tað, tí tað havi eg sjálv gjørt.
At hava tvey størv, er meira
enn ríkiligt, men so eisini
at hava eitt so tungt øki
aftrat, ljóðar púra ógjørligt
í mínum hugaheimi. Mínar
royndir eru, at har er meira
enn ríkiligt at tríva í, og eg
skilji ikki, at nakar annar
kundi hugsað sær at havt so
nógv um oyruni, sum tað alt
samalt krevur.
Landsstýriskvinnan sig
ur, at hon væl veit, at tað
eisini í øðrum londum ber
til, at borgarstjórar sita í
tinginum, men hon heldur
tað bara ikki vera nakað, ið
riggar serliga væl.
– Eg haldi tað bara ikki
vera rætt, at tú fert eftir at
røkja bæði hesi politisku
størvini, og tað hava verið
støður, har eg haldi meg
hava upplivað í tinginum,
at løgtingsfólk hava havt
trupult við at skilt tingini
sundur. Og tað er vandin, tá
tú situr har við ov nógvum
hattum á høvdinum, tí at tú
skalt kunna sita í tinginum
og lóggeva fyri teg sjálvan og
tína kommunu, haldi eg bara
ikki vera rætt, sigur hon.
Sum sagt, ætlar lands
stýriskvinnan í kommunu
málum at hava eitt uppskot
klárt til á ólavsøku, um so er,
at hon fær undirtøku fyri at
leggja tað fram.
– Nú verður eitt upprit
lagt fyri landsstýrið um at
gera hesa lítlu broytingina,
sum síðani verður send til
hoyringar. Er undirtøka fyri
at leggja málið fyri tingið, so
verður tað gjørt á ólavsøku,
og eg havi eisini góðar vónir
um at fáa tað samtykt, tí eg
havi varhugan av, at tað eru
fleiri í løgtinginum, ið hava
hesa somu áskoðan, sigur
Annika Olsen, ið heldur tað
ikki vera annað enn rímiligt,
at løgtingið í øllum førum
sleppur at taka støðu til
spurningin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Ein fulltíðar borgar
stjóri hevur so mikið
nógv um oyruni, at skal
hann eisini røkja ein
tingsess, verður hann
ikki meira enn hálvur
onkrastaðni