mánadagur 18. mai 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Hilmar Jan Hansen
– Tá fulltíðarsetti borgar
stjórin í einari av stóru
kommununum skal senda
okkurt skriv út, so fær hann
eitt útkast frá onkrum í um
sitingini. Men um eg sum
hálvtíðarsettur borgarstjóri
skal senda okkurt út, so má
eg skriva alt sjálv, tí eg havi
ikki hasa stóru umsitingina
at hjálpa mær. So upp á tann
mátan hevur fulltíðarsetti
borgarstjórin kanska við
hvørt betri stundir enn tann
hálvtíðarsetti.
Tað sigur Katrin Næs,
borgarstjóri í Hvannasunds
kommunu,
sum
er
ein
kommuna ið fevnir um bygd
irnar Hvannasund, Norðdep
il, Norðtoftir, Depil og Múli
við tilsamans umleið 400
íbúgvum.
Í
bygdaráðnum
sita
fimm fólk, harav fýra eru
úr Hvannasundi og eitt úr
Norðdepli, og umframt at
borgarstjórin er settur hálva
tíð, hevur lítla kommunan
eisini ein skrivara, sum hev
ur arbeitt hálva tíð, men nú
er farin upp í tíð, so arbeiðs
tíðin er 30 tímar um vikuna,
tí brúk var fyri tí.
– Vit eru ein lítil komm
una, so tað er avmarkað,
hvussu nógv mál vit hava
at taka okkum av, men hin
vegin er einki mál ov lítið
og einki ov stórt. Eg skal
sum borgarstjóri taka mær
av øllum, um tað so er ein
lyktapeli ella ein kloakk, leys
gangandi hundar ella bræva
samskifti, sigur hon.
– Uppgávubýtið er annars
soleiðis, at skrivarin tekur
sær av øllum tí vanliga skriv
stovuarbeiðinum hjá komm
ununi, so sum bókingum,
roknskapi og sovorðnum,
og so havi eg alt annað um
hendi.
Hóast kommunan ikki er
stór, so er mangt og hvat at
taka eina hond í, og eingin
dagur hjá borgarstjóranum
er heldur líka.
– Millum annað er ymiskt
fundarvirksemi, og har er
líka nógv hjá mær at gera,
sum hjá borgarstjórum í
størri kommunum, tí fund
irnir taka somu tíð hjá mær
sum hjá øðrum. Nakrir fund
ir eru fastir, og so eru aðrir, ið
koma, tá tørvur er á tí, sigur
hon.
– Viðhvørt kann tað vera
eitt sindur ringt at fáa alt at
ganga upp, meðan tað aðrar
tíðir gongur fínt. Tað kann
jú henda seg, at fundir og
annað liggja so, at okkurt
má flytast og býtast um, men
sum heild ber til hjá mær at
leggja tingini so til rættis, at
eg fái verið allastaðni, har eg
skal vera.
Samstarva við onnur
Ein munur er, at tá bara fimm
fólk sita í bygdaráðnum, eru
ongar nevndir, sum annars
er tað vanliga í størri komm
unum, har nevndir eru fyri
tey ymsu økini.
– Tí verður ikki arbeitt
upp á sama máta hjá okk
um, sum hjá teimum stóru
kommununum, har nevnd
ir arbeiða við eitt nú sosial
málum og tekniskum málum.
Um vit eitt nú arbeiða við
okkara fíggjarætlan, so er alt
bygdaráðið í veruleikanum
fíggjarnevnd, sigur Katrin
Næs, ið sum borgarstjóri
fyrireikar málini, sum koma
fyri bygdaráðið.
– Hóast tað ikki eru so
nógv mál, so kunnu tað vera
øgiliga nógv ymisk mál, og
tí er eingin dagur líka, tá tú
arbeiðir sum borgarstjóri
í
eini
lítlari
kommunu.
Kommunan
hevur
eina
skrivstovu, sum hevur skriv
stovutíð frá klokkan níggju
til tvey tríggjar dagar um
vikuna, men annars eru vit
har eisini hinar báðar ger
andisdagarnar.
Av tí at kommunan ikki
er so stór, er eisini avmarkað,
hvussu nógvar tænastur og
stovnar hon hevur, men har
tað er brúk fyri tí, verður
eisini samstarvað við onnur.
– Vit hava skúla og dag
stovn, men tað, sum er av
øðrum, gera vit í samstarvi
við Klaksvíkar kommunu og
grannakommunurnar ann
ars. Eitt nú hava vit felags
havnarnevnd við Viðareiðis
kommuni, og soleiðis fáa
vit við samstarvi loyst tær
uppgávur, sum eru, sigur
borgarstjórin í Hvannasundi.
– Men hinvegin kundi
eg onkuntíð ynskt mær
eina umsiting, ið hevði lætt
um. Hinvegin hava vit so
nógv samstarv við serliga
Klaksvíkar kommunu, at tað
ger tað lættari hjá okkum. Og
hava vit brúk fyri ráðgeving,
keypa vit hana, so vit mugu
út at biðja onnur hjálpa
okkum, tá vit hava brúk fyri
fakkunnleika, vit ikki hava
sjálv. Serliga, tá talan er um
teknisk mál, sum vit hava
nokk so nógv av, hava vit
brúk fyri ráðgeving, so har
hava vit ein fastan ráðgeva,
vit brúka nokk so nógv.
Stillar ikki upp
Nú so nógvir borgarstjórar
liggja framvið at sleppa
inn á ting, staðfestir Katrin
Næs, at hon sjálv ikki hevur
nakrar ætlanir um at fara
tann vegin.
– Eg havi onkuntíð fyrr
verið uppstillað, men eri
liðug við tað. Men hinvegin
skilji eg øgiliga væl teir
kommunalpolitikarar, sum
hava ynski um at koma upp
í landspolitikk, tí eg skilji
væl, at fólk vilja sleppa at
hava eina meining og at
vera har, sum tingini verða
avgjørd, sigur hon og nevnir
eitt dømi um, at tað almenna
hevur ilt við at sleppa
stýringini, tá mál verða latin
kommununum at taka sær
av:
– Um vit hyggja at eldra
málinum, so haldi eg, at tað
vísir eitt sindur, at eitt mál
verður latið út til komm
unurnar við aðrari hondini,
samstundis sum hin hondin
ikki vil sleppa tí. Spælirúmið
til at mynda, hvussu eldra
økið skal stýrast, verður
øgiliga lítið, um tað bara skal
verða, sum miðfyrisitingin
hevur hugsað sær tað. So
tað stríðið er slett ikki liðugt
enn.
hilmarjan@sosialurin.fo
IVALEYST AT
GERA HÁLVA TÍÐ
– Eg skilji øgiliga væl teir kommunalpolitikarar, sum hava ynski um at koma upp í landspolitikk, tí
fólk vilja sjálvandi sleppa at vera har, sum tingini verða avgjørd, sigur Katrin Næs, hálvtíðarsettur
borgarstjóri í Hvannasundi, ið tó ikki sjálv ætlar at stilla upp til løgtingið aftur
Eg skilji øgiliga væl teir
kommunalpolitikarar, sum hava ynski
um at koma upp í landspolitikk, tí
eg skilji væl, at fólk vilja sleppa at
hava eina meining og at vera har, sum
tingini verða avgjørd