mánadagur 18. mai 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
POLITIKKUR
Hilmar Jan Hansen
Í øllum førum níggju full
tíðarløntir
borgarstjórar
bjóða seg fram til komandi
løgtingsval, harav teir fýra
longu hava sæti á tingi
frammanundan. Men sam
stundis sum spurnartekin
verður sett við, um tað ber
til at røkja tvey so mikið
krevjandi størv, sum bæði at
vera borgarstjóri og løgtings
maður, er greitt, at dýrari
politikarar ikki finnast her á
landi, enn teir, ið vilja røkja
bæði størvini í senn.
Tað er eitt sindur ymiskt,
hvussu
nógv
fastløntir
borgarstjórar fáa í løn um
mánaðin, tí í kommunum
við færri enn 500 íbúgvum,
er mánaðarlønin 33.224,48
krónur um mánaðin, men er
íbúgvatalið oman fyri 10.000
íbúgvar, er mánaðarlønin
53.326,30 krónur.
Mánaðarlønin hjá einum
løgtingsmanni er 36.342,04
krónur, íroknað vanliga við
bót, so bara í løn er talan um
eitt stað millum 69.566,52
krónur og 89.668,34 krónur
um mánaðin, sum tó ikki
er øll inntøkan hjá borgar
stjórum á tingi.
Oman á hetta kemur
kostnaðarendurgjald
fyri
egnan bil, koyripengar og
tímapengar, sum eru ágóðar,
ið allir løgtingsmenn – uttan
teir í Havn, Hoyvík, á Argj
um og Hvítanesi – kunnu
njóta gott av. Hartil fáa øll
løgtingsfólk 2.000 krónur í
samskiftisviðbót um mán
aðin, og árliga eru útreiðsl
urnar hjá løgtinginum um
tvær milliónir krónur í kost
naðarendurgjaldi, sum er
skattafrí veiting.
Eitt nú er kostnaðar
endurgjaldið fyri ein løg
tingsmann, sum býr í Norð
oyggjum ella Suðuroynni,
115.000 krónur um árið ella
9.583,33 um mánaðin, og hjá
einum, sum býr í Vágum,
100.000 krónur um árið ella
8.333,33 krónur um mánaðin.
Og um ein løgtingsmaður býr
í Suðurstreymoy – bara ikki í
Havn, Hoyvík, á Argjum ella
Hvítanesi – er árliga kostn
aðarendurgjaldið
40.000
krónur ella 3.333,33 krónur
um mánaðin.
Dýrasti løgtingsmaðurin,
tá talan er um løn og skatta
fríar ágóðar, er í løtuni
Kristin
Michelsen,
sum
samstundis
er
fulltíðar
settur borgarstjóri á Tvør
oyri.
Hansara
samlaða
mánaðarløn
er
77.922,73
krónur, umframt at hann
hvønn mánað fær 11.583,33
skattafríar krónur í kostn
aðarendurgjaldi
og
sam
skiftisviðbót.
hilmarjan@sosialurin.fo
Dupulta løn og
meira aftrat
Tá borgarstjórar vilja sleppa á ting, samstundis sum teir eru
borgarstjórar, hava teir góðan møguleika at ríka seg upp, tí tvær
stórar almennar lønir fylgja við tí at skula røkja tvey størv í senn
Ríka seg
upp á
fólkatingi
Politiskt dupultarbeiði og ymsir
nevndarsessir koma donskum
býráðslimum, sum eisini sita í
fólkatinginum, so væl til góðar,
at teir fáa væl yvir eina millión
krónur eyka burturúr um árið
Hilmar Jan Hansen
Tað er danska vikubrævið
A4, sum almannakunnger
eina nýggja uppgerð, sum
vísir, at borgarstjórar og
býráðslimir
við
fólka
tingssessi í fleiri førum
hava so mikið góðar inn
tøkur, at tað í minsta lagi
svarar til tað, ein danskur
ráðharri fær í løn.
Vikubrævið nevnir, at
eitt nú Mette Frederiksen,
løgmálaráðharri,
og
Manu Sareen, sosialmála
ráðharri, fáa 1,15 millión
krónur í ársløn, men at
hetta er enntá minni enn
tað, ið fleiri av »ídnastu«
borgarstjórunum
eisini
megna at fáa burturúr.
Sum
dømi
verður
nevndur Lars Christian
Lilleholt, sum situr í bý
ráðnum í Odense, sam
stundis sum hann er
valdur í fólkatingið, og tað
gevur honum eina ársløn
upp á góða 1,2 millión
krónur,
umframt
at
hann hevur inntøkur frá
teimum nevndarsessum,
ið fylgja við kommunal
politiska starvi hansara.
Uppgerðin hjá viku
brævinum A4 fevnir um
tey 25 fólkatingsfólkini,
sum
eisini
røkja
eitt
politiskt valt kommunalt
starv, og har vísir tað
seg, at tey øll hava eina
inntøku, sum liggur um
milliónina ella meira enn
tað.
hilmarjan@sosialurin.fo