Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftir seinna innleiðandi umfarið í Sement í gjárkvøldið er nú greitt, hvør skal kappast í finaluni, ið verður komandi leygarkvøld á Reinsarínum.   Iron Lungs og Tummas Eivind & Hans Arni spældu seg víðari í finaluna, meðan Rökkvi, fekk wild card, ið verður givið til tann bólkin, sum dómararnir hildu vera tann besta av teimum, ið ikki upprunaliga kom víðari frá innleiðandi umførunum.   Hetta merkir, at bólkarnir í finaluni verða: Konni Kass Sissal Iron Lungs Tummas Eivind & Hans Arni Rökkvi Hetta er ein blanding av øllum frá tí inniliga singer/songwriter stílinum til elektro popp og tungmálm. Finalan er leygarkvøldið klokkan 20. Miðlatún hýsir býar­bóka­ savni­num og kunn­ingar­ stovu­ni í Vági, sum nú eitur Visit Suðuroy. Nógv fólk var komið saman í sokallaða Gamla Post­húsinum í Vági, sum fyrr eisini hevur verið banki og øl-klubbi, men sum nú kemur at virka undir heitinum Miðlatún, har býar­ bókasavnið og Visit Suðuroy sum nevnt hava heimstað. Um­framt eitt modernað býar­bókasavn, kunning til ferð­andi og vitjandi, atgongd til teldur og internet, so er eisi­ni møguleiki at keypa sær kaffi o.a. í Miðlatúni. Tá Miðlatún lat upp fyri al­menninginum fyrrapartin bjóð­aðu Heidi Kilgour og Majken Gaard, sum koma at arbeiða í Miðlatúni við ábyrgd av Visit Suðuroy og býar­bóka­savninum, væl­ kom­in. Síðani sang Ljómur ein sang, áðrenn Dennis Holm, borgarstjóri flutti fram røðu og avdúkaði nýgg­ ja navnið Miðlatún. Tað er Arnfinnur Thomas­ sen í Vági, sum er maðurin hand­a­n navnið Miðlatún. Dennis Holm, borgarstjóri greið­ir frá, at uppgávan hjá bæði býarbókasavninum og kunn­ingar­stovuni fevna um at miðla vitan, um at miðla vitan um bøkur og bók­ment­ ir, um at miðla vitan um tilboð, tænastur og møgu­ leik­ar her á staðnum. Og tá Arnfinnur Thomas­ sen kom við uppskoti um at knýta orðini miðla og tún saman, og vísti á, at gamalt var at man hittist í túninum, og at tað er í hes­um sambandi, at navnið Miðla­ tún skal hugsast – staðið har okur koma og hittast og fáa hjálp at finna tað vitan, sum okur hava tørv á – so vóru øll á einum máli um, at nýggi tænastudepilin í mið­býnum í Vági skuldi eita MIÐLA­TÚN, sig­ur Dennis Holm, borgar­ stjóri. Borgarstjórin vónar, at fólk bæði her á staðnum og vitjandi fara at taka væl ímóti tilboðnum, sum nú eru flutt í miðbýin, í Miðlatún. Mentanartiltakið Orð og tónar, sum er samstarv millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, verður aftur hóskvøldið 21. mai. Samrøða verður við Edward Fuglø um at gera kápumyndir við serligum atliti at umslagnum, hann hevur gjørt til næstu skaldsøguna, sum Sprotin gevur út: Hundrað ára einsemi eftir Gabriel García Márquez. Hugleitt verður um Morgun og kvøld - bókina eftir Jon Fosse, sum kunnað varð um í apríl - um gloppið millum lív og deyða, tá ið sjálvt lívið loysist upp og fer inn í aðrar støddir. Súsanna Tórgarð og aðrir sjónleikarar fara eisini at spæla eitt brot úr einum leiki. Feðgarnir Martin og Sakaris Joensen standa fyri tónleikinum. Skráin er henda: 20:00 Ígjøgnum kápuna inn í hundraðtúsund orð – ein samrøða við Edward Fuglø um kápumyndina til 100 ára einsemi 20:20 Martin og Sakaris Joensen 20:30 Morgun og kvøld – “Og” lykilin – Jonhard Mikkelsen 20:40 Morgun og kvøld – At týða Jon Fosse – Marna Jacobsen 20:55 Morgun og kvøld – Orð, lív, og orðloysi – Randi Kúrberg 21:10 Steðgur 21:20 Dario Fo og ævinleikin – Brot úr leiki – Súsanna Tórgarð og co. 21:40 Martin og Sakaris Joensen Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið. Til ber at ogna sær nakrar úrvaldar bøkur fyri serprís. Nýggja bókin, ið kunnað verður um og viðgjørd verður í juni, fæst fyri serprís, og týðarin signerar. Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt hóskvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur. Miðlatún – Býarbókasavn og Visit Suðuroy í miðbýnum í Vági Leygardagin 16. mai 2015 varð nýggi tænastudepilin í miðbýnum í Vági latin upp fyri almenninginum, samstundis sum nýggja navnið Miðlatún varð avdúkað Fimm bólkar eru finaluklárir Orð og tónar á Reinsarínum