mánadagur 18. mai 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
KJAK
Føroya Fólkaháskúli
Frits Johannesen
Ja, tað er dapurt at
hoyra og lesa um
støðuna hjá Føroya
Fólkaháskúla. Onk
untíð verður tikið
til um hús, sum eru
komin á fallandi fót, at tey síggja
so karlagin út. Tað er dapurt, at
slík orðing skal leggja seg út yvir
ein so gyltan stovn, sum kanska er
ein tann vakrasti mentanararvur,
sum okkum føroyingum er givin
í anda av N. S. Grundtvig (1783-
1872), Símun av Skarði (1872-1942)
og Rasmus Rasmussen (1871- 1962),
har tað livandi orðið, borið fram
av eldhuga á móðirmálinum frá
einari livandi mannasál, kundi gera
undirverkið.
Faðir mín, Theodor Johannesen,
gekk
á
Háskúlanum
veturin
1925/26. Hann tosaði altíð um tíðina
fyri Háskúlan og eftir Háskálan.
Hann var føddur 1908 og doyði
1986. Hetta árið gekk Kristian
Osvald Viderø (1906-1991) eisini á
Háskúlanum. Í hesum sambandi
rann ein partur av eini talu fram
fyri meg, sum Viderø helt á Muntra
á Varmakeldu 1958, har hann
millum annað umrøddi Havnar
Dánjal og um smáttu hansara:
Havnar Dánjal stóð fram á prukku
sína og segði: “Mær leingist aftur
til smáttu mína, har 40 íløt stóðu
undir leka!” Ja, hvør leingist ikki
aftur til Háskúlan, ið hevur gingið
har, sum í dag stendur fram á
prukku sína og sær tey 40 íløtini
standa undir leka á Háskúlanum?
Hóast hesa poetisku mynd, so er
tað tungt fyri okkum øll, at hetta
hús er komið a fallandi fót. Før
oya Fólkaháskúli hevur givið tí
vanligu fólkasálini so góðan styrk
til lívsins yrki og virki líka síðani
1899. Vónandi verða tað aðrar
hendur, ið taka um endan enn tey
40 íløtuni, sum í dag standa undir
leka á Føroya Fólkaháskúla. Hetta
er karlagið og dapurt!!!
Sáttmálaloysi á fjórða ári!
Tíðindaskriv frá
Giktafelag Føroya
Viðgerðin av føroyskum gikta
sjúklingum er í andaleypi. Eftir
at hava sagt upp tvær ferðir og
útsett uppsøgn sína aðrar tvær
ferðir valdi giktalæknin tann 1.
apríl at takka fyri seg. Fyrst og
fremst tí hann hevði mist vónina
um, at tað ber til at fáa nøktandi
arbeiðsviðurskifti.
Læknin hevur fleiri ferðir ført
fram, at tað eru fýra viðurskifti,
sum hann vildi hava í rættlag, um
uppsøgnin skuldi takast aftur. Tá
hetta ikki bar til, gjørdist uppsøgn
in at enda kaldur veruleiki.
Treytirnar og ynskini, sum
giktalæknin hevur sett fram, eru í
nevndu raðfylgju:
• Greið sáttmálaviðurskifti við
Heilsutrygd
• At tíðin hjá sjúkrarøktarfrøðing
inum við servitan innan gikt ikki
verður nýtt á øðrum deildum
• At nøktandi hølisviðurskifti
komu í lag
• At søkt varð eftir einum gikta
lækna afturat
Av hesum var tað bert lýsingin
eftir giktalækna, sum var komið í
rættlag, og tí valdi læknin at takka
fyri seg.
Tað margháttliga í støðuni er, at
júst hetta at seta ein lækna afturat
er tað einasta av hesum, sum kostar
nakra
nevniverda
peningaupp
hædd. Tað hevur eydnast lands
stýrismanninum í heilsumálum at
flyta tvær mió kr. frá Heilsutrygd
til Landssjúkrahúsið, men henda
peningaupphædd munar lítið í
sjálvum sær.
Stóri trupulleikin er, at tað ikki
hevur borið til at gjørt sersáttmála
fyri giktaøkið. Tað bar annars til
í 1982, tá sjúkrakassarnir vóru
samráðingarpartur.
Hetta
varð
tó broytt við árslok 2011. Í 2012
gjørdist hetta ein uppgáva hjá eini
samráðingarnevnd undir Heilsu
málaráðnum, og í 2013 varð upp
gávan aftur flutt. Hesa ferð til
Fíggjarmálaráðið. Síðani hetta er
– sambært samráðingarnevndini
- EITT uppskot sent serlækna
felagnum, sum brúkti fleiri mánaðir
um at svara noktandi. Sum skilst
er nýtt uppskot nú ávegis, men tað
broytir ikki veruleikan. Nevnliga at
einki sum helst er komið burturúr,
hóast samráðingarnar nú ganga á
fjórða ári.
Giktalæknin
hevur
alment
boðað frá, at hansara krav er ein
sáttmáli, sum fylgir sáttmálanum
hjá Dansk Lægeforening, har før
oyska felagið er limur. Eisini fyri at
tryggja støðug viðurskifti á økin
um. Í mun til aðra privata viðgerð
er eisini galdandi, at øll privat
praksis hjá giktalæknanum er farin
fram um kvøldið og um vikuskiftið.
Dagtímarnar hevur hann hvønn
dag
verið
fult
bókaður
við
sjúklingum. Og hann krevur altso
ikki yvirtíðartakstir. Hartil er krav
hansara, at einki loft er á árligu
upphæddini, so sum tað annars er
vanligt í Danmark, tá lækni arbeiðir
bæði privat og fyri eitt sjúkrahús.
Verður danska loftið nýtt sum
hugsað dømi, er hetta rakt longu í
apríl, og so má næsti sjúklingurin
bíða til januar.
Í mun til fyribilsavtaluna, sum
var galdandi, er talan um árliga
meirútreiðslu upp á 20.000 kr.
Hetta er bert eitt lítið klípi av teim
um báðum milliónunum, sum tað
eydnaðist
landsstýrismanninum
við heilsumálum at flyta til Lands
sjúkrahúsið. Men tá samráðingar
rætturin er fluttur frá Heilsu- til
Fíggjarmálaráðið, gera pengarnir
ikki mun kortini.
Tað mátti verið eitt sjálvsagt
mál hjá serlæknafelagnum at
tryggja limum sínum manssømi
lig arbeiðskor. Tí líkist tað eini
óhugnaligari líkasælu frá serlækna
felagnum, tá hugurin at samráðast
um korini hjá tí læknanum, ið
hevur størsta arbeiðstrýstið, er so
mikið lítil.
Og tað er meira enn vanliga
arrogant, tá fíggjarmálastýrið í
sínum sáttmálauppskoti krevur at
upphæddirnar fyri serlæknavið
gerð skulu lækkast 15%, grundað
á flatskattin. Hetta er eitt óhoyrt
argument í eini samráðingarstøðu,
og tað munnu bæði fíggjarmála
ráðharrin og fólk hansara vera full
greið um.
Giktafelagið vil harðliga átala,
at Fíggjarmálaráðið hevur tikið
samráðingarrætin á økinum, uttan
at ráðið á nakran hátt hevur gjørt
eina veruliga roynd at fáa ein sátt
mála.
Giktafelagið hevur í vikuni verið
á fundi við Heilsumálaráðið. Frá
landsstýrismanninum og sjúkra
húsleiðsluni
hava
Giktafelagið
og Pero Sore fingið lyfti um, at
setunarviðurskiftini hjá sjúkra
røktarfrøðinginum og hølisviður
skiftini hjá giktalæknanum eru
komin í rættlag. Og verður hetta
sett í verk, so skjótt ein giktalækni
aftur er til arbeiðis. Og við einum
ungum føroyskum lækna, sum í
løtuni nemur sær serkunnleika
innan giktaøkið, er tað okkara
vón, at vit um fá ár hava tveir væl
skikkaðar giktalæknar í føstum
starvi í Føroyum.
Soleiðis eru nakrir knútar loyst
ir, men størsti knúturin er ikki
loystur, tí samráðingaletið hjá
Serlæknafelagnum
og
Fíggjar
málaráðnum hava forðað hesum.
Giktafelagið hevur tí boðið
Fíggjarmálaráðnum,
Serlækna
felagnum, Heilsumálaráðnum og
Pero Sore á fund nú mánadagin.
Okkara vón er, at allir partar møta
til fundar, og at vit her kunnu fáa
glið á samráðingarnar, so verandi
sáttmálaloysi
ikki
áhaldandi
knúsar møguleikarnar fyri eini
munawqwgóðari giktaviðgerð her
á landi.
Tað kostar 20.000 krónur eyka um árið, um vit skulu hava eina munagóða giktaviðgerð í Føroyum.
Giktafelagið bjóðar tí sáttmálapørtunum til fundar, nú tey á fjórða ári bøla á samráðingum