Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Sjálvandi skulu borgarstjórar eisini sita á Løgtingi Jóhan Christiansen borgarstjórioyri Eg haldi tað var áhugavert at hoyra Anniku Olsen, lands­ stýriskvinnuna í kommunumálum, ella kommunu­mála­ ráð­harran, boða frá, at hon nú fer at leggja uppskot fyri Løg­tingið, sum fer at gera tað ómøgu­ligt hjá borgarstjórum at sita í Løg­ tinginum, samstundis sum teir eru borgarstjórar. Grund­gevingarnar vóru ymiskar, men felags fyri tær er, at tær vóru sera grunnar, uttan eg skal koma nærri inn á tað her og nú. Men fyrst vil eg rætta kommunuráðharran og vísa á, at tað eru 30 kommunur í Føroyum, og ikki 31, sum hon segði í Degi og Viku í gjár. Haldi at hendan óvitanin um kommunurnar av­dúkar ikki so lítið um hugburð til kommunurnar, frá Anniku Olsen. Síðani vil eg gera lesaran var­ hugan við, at undirritaði er í løtuni borgarstjóri fyri Eysturkommunu, og eg havi bjóðað meg fram til komandi løgtingsval. Eg havi ikki tikið endaliga støðu til, um eg frásigi mær boargastjórarsessin, skuldi tað hent seg, at eg bleiv valdur inn á Løgting. Sannlíkt fari eg ikki at gera tað. Tí eg meti tað vera væl møguligt at røkja bæði størvini, eins og nógvir borgarstjórar und­ an mær hava gjørt við stórum hegni. Eg haldi eisini nevnuliga, at borgarstjórastarvið og ein løg­ tings­sessur passa sera væl saman. Nógv betur enn t.d. eitt læknastarv og løg­tingssessur, ella ein privatur stjórasessur og ein løgtingssessur, ella kanska ein reiðari og løg­tings­ sessur. Tað er stórur munur á, um t.d. ein reiðari situr á Løgtingi og viðger fiskivinnupolitikk, og tá ein borgarstjóri situr á Løgtingi og viðgerð kommunupolitikk. Ein borgarstjóri hevur nógv betri møguleikar at tilrættisleggja sín arbeiðsdag, enn nógvir aðrir starvs­bólkar í samfelagnum. Sam­ stundis, sum allir borgarstjórar hava ein varaborgarstjóra, sum kann traðka til, tá borgarstjóranum berst frá. Løgtingið hevur í miðal 100 fundir um árið. Tað eru tingfundir og nevndarfundir tilsaman. (hagtøl á www.logting.fo) Harav er mangan fleiri fundir sama dag, so talan er í veruleikanum um færri dagar enn tað. Eg haldi, vit skulu kallað ein “spaka fyri ein spaka”. Trupulleikin kann ikki vera arbeiðsbyrðan, tá nógvir løgtingslimir hava annað arbeiði eisini. Útsagnirnar frá Ann­ iku eru bert populistiskar, nú lønin hjá borgarstjórum á tingi hava ver­ ið viðgjørdar í fjølmiðlunum. Ein borgarstjóri á tingi fær góða løn, tað er ongin loyna, uttan eg skal koma nærri inn á tað her. Men vit kunna seta spurngartekin við, um tað er rímuligt, at ein borgarstjóri í einari av størru kommununum, sum eisini situr á tingi, næstan, og bert næstan, fær somum løn sum t.d. stjórin á Posta, ella væl lægri løn enn stjórin í Atlantic Airways. Helst eru aðrar almennar lønir (fastar + nevndarlønir) eisini væl hægri enn hvat ein borgarstjóri á tingi fær. Ein borgarstjóri á tingi hevur tvey sera ábyrgdarfull fólkavald størv, sum væl kunna røkjast sam­ stundis, hava royndirnar víst. Um tað er vert eina góða løn, haldi eg skal vera upp til veljaran at avgera, tá val er antil til Løgtingið, ella kommunuval. Alt annað er ein háðan móti fólkaræðinum. Kommunurnar eru seinastu skansanir í Føroyum Vit hava upplivað eina miðvísa sen­ 0tralisering í Føroyum tey seinastu árini, síðani Føroyar blivu lagdar í eitt valdømi. Og serstakuliga nú ta seinastu tíðina. Útjaðarin í Føroyum verður spaku­liga avtoftaður og mið­ savn­aður í Tórshavn. Vit síggja, at milliardir vera nýttar í Tórs­ havn til íløgur, meðan lítið og onki verður gjørt úti runt um í land­ in­um, um tað ikki høvdu verið komm­unurnar, sum antil strongja á landsmyndugleikanar, ella gera íløgurnar sjálvar. Tað hevur eisini eydnast til eitt vist, og er tað heilt víst ein av orsøkunum til, at Annika Olsen nú vil hava borgarstjóranar tveittar út úr Løgtinginum. Kommunurnar og borgarstjóranir sum heild, eru við til at bremsa miðsavningini av Før­oyum. Tað er gott eftir mínum tykki. Vit flyta okkum við skjótari ferð til eitt land, sum líkist m.a. Dan­ mark, har alt verður miðsavnað rundanum Fólkatingið. Tað er nú ikki so undarligt og sjálsamt fyri okkum her í Føroyum. Men hendan gongdin er ikki góð fyri Føroyar, eftir mínum tykki. Eg fekk sendandi eina grein nú ein dagin (hon er at finna á http:// www.business.dk/global/saadan- er-danmark-set-fra-schweiz), sum er sera áhugaverd, og lýsir sera væl munin á einum landi, har man hev­ur sentraliserað alla tænarstur, og ein­um har man desentraliserar tæn­asturnar. Í hesari grein vera Danmark og Sveis samanborðin á fleir økj­ um, sum vit vanliga siga eru grund­arlagið undir einum væl­ ferðar­samfelag. So sum, heilsa, útbúgv­ing, kostnað, tænastustøði, lógar­brotum v.m. Felags fyri niður­ støðuna er, at Sveis klárar seg betri enn Danmark í øllum viður­ skiftunum. Grundleggjandi er munurin millum Danmark og Sveis tann, at har man í Sveis hevur lagt seg eftir einari desentralisering og beinleiðis fólkaræði, hevur Danmark lagt seg eftir einari sentralisering. Og okkum líkt, so avrita vit sjálvandi tað, sum man ger í Danmark. Uttan at seta spurngartekin við tað. Í Sveis hevur man lagt seg eftir at útveita so nógvar tænastur til nærumhvørvið, sum møguligt. Í Danmark og Føroyum, so eru ten­densinir teir øvugtu. Sjálvt um vælferðatænastur í Dan­ mark og Føroyum á pappír­in­um eru lagdar út til m.a. komm­un­ur­ nar at umsita, so vera tær meir og meir sentralstýrdar av lands­ myndugleikunum. Við lóg og kunn­ gerðum her í Føroyum leggur man ú­treiðsl­urnar út til komm­unurnar, men man vil ikki sleppa avgerðar­ rættinum og sentralstýrðingini. Í Stuttum, so er tað heilsubetri, tryggari, bíligari, tú fært betri tænastu og betri útbúgvingar o.s.fr. í Sveis, enn tú fært í Danmark. Hví leggja vit okkum so ikki eftir at gera sum í Sveis, er ein nærliggjandi spurningur at seta sær. Kanska tí, tá alt kemur til alt, so snýr tað seg um makt og ikki fólkaræði. Og tað er tað vit uppliva í dag. So fyri at taka saman um, so eru kommunurnar seinastu skansanir í Føroyum, sum kunna tryggja eina fjøltáttaðar Føroyar, har vælferðartænastunar eru í hásæti. At tveita borgarstjóranar út úr Løgtinginum, eins og Annika Olsen ætlar, er ein populistisk útsøgn, og bert fyri at gera tað lættari at miðsavna alt í Føroyum í Tórshavn. Tað er ikki ein gongd leið. Zakarias Wang Tað er ikki bert í Før­oyum, at talan er um fátækraváða! Men summa staðni verður nakað gjørt við málið. Í Sveis verður fólka­at­ kvøða   næsta ár um borgaraløn. Tal­an er um eitt “Volksinitiativ”, eitt upp­skot frá einum tvørpolitiskum bólki, sum hevur fingið nóg nógv­ ar borgarar at skriva undir uppá, at uppskotið skal fara til fólka­at­ kvøðu. Verða fleiri atkvøður fyri enn ímóti, er uppskotið samtykt og verður sett í verk. So fer hvør borgari í Sveis at fáa 3.000 sveisara­ frankar ella umleið 15.000 krónur um mánan. Nú hevur stjórnin kannað upp­ skotið, og hon ræður veljarunum frá at taka undir við tí. Serliga verður víst á tær fíggjarligu avleið­ ingarnar. Vanliga fylgja veljararnir teimum ráðum, stjórnin gevur. Tí er væntandi, at uppskotið fellur. Heilt vist er hetta tó ikki. Vit hava dømi um stór og týdningarmikil mál, har veljararnir hava atkvøtt øðrvísi enn stjórnin ráddi til. Eitt nú fell uppskotið um ein sam­ starvsáttmála við ES herfyri, hóast stjórnin av øllum alvi virkaði fyri at fáa hann samtyktan. Meirilutin ímóti var pinkulítil, men hann var har, og stjórnin noyddist at virka fyri tí, sum fólkið hevði samtykt. Hvussu leikur fer í Sveis næsta ár er tí óvist, men henda kom­andi fólkaatkvøða hevur fingið spurn­ ingin um borgaraløn á dagsskrá víða hvar. Men at málið skuldi koma upp í einum av Norðurlondunum er tó undrunarvert. Og at tað av øllum londum skuldi vera Finnland, sum gekk á odda, er enn løgnari. Tað sum har er hent, er at á síðsta vali gjørdist Miðflokkurin størstur, og eitt av tí, hann fór til val uppá, var borgararløn. Nú er sjálvandi ikki vist, at tað eydnast flokkinum at seta hetta í verk, tí nógvir aðrir flokkar eru lítið fyri hesum uppskoti. Tað er tó vert at hava í huga, at meiningarkanningar vísa, at 79% av finnum halda, at hetta er eitt gott uppskot. At hetta yvirhøvur ber til at seta í verk, kundi tann veruleiki bent á, at níggju av heimsins fremstu nationaløkonomum taka und­ir við hesum. Serliga vigar tað tungt, at tann konservativi national­øko­ nom­urin Milton Friedman hev­ ur sagt, at snøggasta loysnin er at útgjalda borgaraløn gjøgnum skatta­skipanina. Ongastaðni í heiminum hava vit eina so væl virkandi skattaskipan sum í Føroyum. Reint tekniskt hevði tað tí ongastaðni ligið so væl fyri at sett  borgaraløn í verk sum hjá okkum. Skipanin fær tá boð um at útgjalda til hvønn borgara ta upphædd, sum neyðug er at hava fyri at liva við sparsemi.   Hvørt hetta verður gjørt, er ein spurningur um raðfestingar og politiskan vilja. Er viljin nóg sterkur, so kann uppskotið sam­ bært Friedman og øðrum góðum monnum setast í verk. Nýtt um borgaraløn