mánadagur 18. mai 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
Rósa Samuelsen
Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin
og forkvinna í Trivnaðarnevndini
Vit kunnu nú feg
nast um, at vit lok
sins hava tryggjað
endurvenjing
við
lóg, innan sjúkra
húsverkið
og
al
mannaverkið. Hetta er nakað, sum
Sambandsflokkurin hevur arbeitt
hart fyri í fleiri ár, og sum var ein
partur av valskránni hjá flokkinum
í 2011. Sambandsflokkurin hevur
her hildið sítt vallyftið og víst veg
á sosiala økinum.
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið skal nú veita
endurvenjing til sjúklingar, sum
eru raktir av sjúku ella skaða,
t.d. Apoplexi , gikt, torticolles,
krabbameini, parkenson, scelerose,
geriatri, kol, hjartasjúkur og orto
pedkirurgi.
Hesi skulu hava ein lækna
fakliga grundaðan tørv á endu
rvenjing, og verður ein skrivlig
endurvenjingarætlan
gjørd
til
endamálið. Í endurvenjingarætl
anini skal standa, hvørjar førleik
ar sjúklingurin hevur mist, og
hvørjar førleikar mett verður, at
sjúklingurin kann fáa aftur, hvat
slag av venjing og hvar venjingin
skal veitast.
Endurvenjingarætlanin verður
gjørd saman við sjúklinginum og
skal í seinasta lagi verða gjørd,
áðrenn sjúklingurin verður útskriv
aður. Um sjúklingurin ikki er førur
fyri sjálvur at vera við, skal ein
næstringur vera við.
Almannaverkið
Tá fólk hava brúk fyri almennum
endurvenjingartilboði, veitir Al
mannaverkið
endurvenjing
til
borgarar, sum hava mist førleik
an. Málið við tilboðunum er at
tryggja, at ein kann verða á ar
beiðsmarknaðinum, ella klára seg
uttan hjálp ella við minni hjálp frá
Almannaverkinum.
Tørvurin á endurvenjing
Tað finnast í løtuni ongi neyv
hagtøl um tørvin á endurvenjing,
men út frá nøkrum kanningum og
metingum, er alt, sum bendir á, at
tað eru nógv fólk, sum fara at fáa
gagn av endurvenjing.
Eg vil sum forkvinna í Trivn
aðarnevndini takka landsstýris
fólkunum, Anniku Olsen og Karsten
Hansen fyri gott samstarv, í hesum
fyri meg, so týdningarmiklað máli.
Endurvenjing – nú ein
lógartryggjaður rættur
John av Reyni
500 av okkara
børnum,
sum
hava minst og
sum eru í fá
tækaváða kundi
í gjár fingið eina
nógv betri tilveru, men henda
samgonga vildi ikki geva eina
hond, til okkara børn sum lítið
og einki høvdu frammanundan!
Vit hava fingið staðfest fer
eftir fer, at vit veruliga hava
nøkur, sum treingja til eina
hjálpandi hond frá okkara sam
felag,men hendan samgongan
hevur nú aftur víst, at hon ein
ans er til tey sum høvdu nokk
frammanundan!
Hóast vit í seinastuni, hava
hoyrt hvussu umráðandi tað er,
at børn ikki líva í fátækradømi
hetta av tí at børn líða hart
undan hesum bæði fysisk og
sosialt í sjálvari støðuni, so
ávirkar hetta eisini framtíð
teirra og teirra møguleikar.
Tað var meirilutin í trivnaðar
nevndini
Rósa
Samuelsen,
Hanus Samró, Elsebeth Mer
cedes Gunnleygsdóttur og Bill
Justinussen, ið ráddi samgong
uni til, at fella málið og soleiðis
bleiv eisini.
Løgtingsfólkini
hjá
sam
gonguni, høvdu møguleikan
til at hjálpa soleiðis at børnini
hjá okkum kundi fara mett í
song, hjálpa til at geva teimum
møguleikan at vera partur av
einum ítrivi og hjálpt til, at
fingið tryggjar rammur um
okkara minstu, men so var ikki!
Samgongan
velur
onnur
frammum, tí:
Samgongan
hevði
ongan
trupulleika við, at geva ein
stóran skattalætta á eini 230
millónir til tey ríkastu, alt hetta
ímeðan nøkur av okkum sum
veruliga hava brúk fyri hjálp,
ONGA fáa!
Tí skammist eg í dag!
Yvir, at vit hava nøkur fólka
vald, sum ikki vilja hjálpa okkara
børnum, Yvir, at man lættliga
kann geva til tey sum hava mest,
men ikki tey sum veruliga hava
minst og at man framhaldandi
ikki vil viðurkenna henda stóra
trupulleika!
Hendan samgonga hevur
einki hjarta, mið ella mál og er
hetta víst í verki fer eftir fer!
Tískil vil eg fegin heita á
okkum øll at vit minnast hesa
beistagerð – at vit minnast hvør
var við til at fella hetta uppskot-
tí í heyst eiga og skulu vit geva
teimum ein einvegis ferðaseðil
út úr løgtinginum!
Eg
skammist!
KJAK
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í kommunumálum
Eftir mína útsøgn
um, at borgartjórar
antin mugu velja
borgarstjórastarvið
ella løgtingsstarvið,
hava fleiri givið sítt íkast til kjakið.
Tað er altíð gott at fáa vent øllum
tættum, tá eitt slíkt mál verður
tikið upp til viðgerðar.
Tó er kjakið farið av sporinum
í summum føri, har onkur hevur
misskilt ella misskilt við vilja, at
eg ikki ynski, at borgarstjórar
kunnu stilla upp til løgtingsvalið.
Hetta er púra skeivt, tí sum eg
fleiri ferðir nevndi í Dagur og Viku,
so hava borgarstjórar sín fulla
fólkaræðisliga rætt at stilla upp, og
tað kann ongin taka frá teimum.
Tað er í síðsta enda veljarin, sum
avger, hvør verður valdur/vald og
hvør ikki.
Somuleiðis haldi eg eisini, at
tað er gott, at so nógv virkisfús
valevni, sum hesir borgarstjórar
eru, hava bjóðað seg fram, og eg
ynski teimum góða eydnu við
valinum. Tað, sum eg tó ikki haldi
er rætt er, at um somu valevni
verða vald á ting, at tey eisini røkja
borgarstjórasessin. Tað ber ikki
til at tæna tveimum Harrum. Eg
vænti tó ikki, at um ein av hesum
borgarstjórum verður valdur, at
hansara hjarta brennur minnið
fyri sínum lokala øki, hóast hann
ella hon ikki beinleiðis er borgar
stjóri. Tað er ongin loyna, at orøkin
til eg taki hetta málið upp nú
er, at tað eru so óvanliga nógvir
borgarstjórar, sum hava boðað frá,
at teir stilla upp. Eg vil bara ávara
ímóti, at vit fáa eitt Løgting sum
bert er eitt víðkað kommunustýri,
har allir borgarstjórarnir sita. Tað
vildi verið eitt bakkast fyri okkara
stýrisskipan og býtið millum tað
útinnandi valdið, tað lóggevandi
valdið og kommunustýrini.
Havi altíð havt
hesa áskoðan
Onkur hevur kallað hetta populist
iskt, at eg havi givið mina meining
til kennar nú. Fyri tað fyrsta vildi
tað verið heilt løgið um ein ráðharri
við ábyrgd fyri kommunumálum
og kommunustýrislógini ikki hevði
eina meining um hesi viðurskifti.
Eg havi altíð hildið, at tað er rætt
at halda tingini atskild. Tá eg varð
vald á ting í 2008, sat eg sum van
ligur býráðslimur í Tórshavnar
kommunu. Hóast eg teir fyrstu
mánaðirnar sat í andstøðu í bæði
Tórshavnar Býráð og Løgtinginum,
valdi eg at siga býráðssessin frá
mær, tí eg metti tað ikki vera rætt
at sita á báðum støðum, tí áhuga
málini kunnu kollidera. So Annita
á Fríðriksmørk og onnur, sum hava
verið atfinningarsom móti mínum
útsøgnum, nýtast ikki at missa
svøvnin av, at eg ætli mær eitt nú
at sita í tveimum sessum, skuldi eg
verði so heppin at vunnið bæði ein
fólkatingssess og ein løgtingsess.
Fleiri stórmál løgd til
kommunurnar at umsita
Eg sigi ikki, at allir vanligir bý
ráðslimir skulu ganga í mínum
fótasporum, men tá tað kemur
til borgarstjórastarvið er talan
um eitt nógv meiri alvorligt mál.
Borgarstjórin er fyri tað fyrsta
fyristingarligi leiðarin av komm
ununi. Fyri tað fyrsta seta borgarar
størri krøv í dag til eina fyristing,
har faklig dygd og trygd er í hásæti.
Fyri tað næsta eru fleiri stórmál
løgd út til kommunurnar at umsita
eitt nú eldraøkið, dagstovnaøkið
og barnaverdin. Hetta eru grund
leggjandi
vælferðartænastur,
sum eiga at krevja fulla orku hjá
einum borgarstjóra. Verður mett,
at hetta ikki er nóg mikið at fylla
dagin hjá einum borgarstjóra, so er
kanska rætta løtan komin til, at vit
taka kjakið upp aftur um at leggja
kommunurnar saman í størri eind
ir.
Ein annar tættur, sum eisini er
tikin upp er, hvørt tað skal vera
loyvt løgtingslimum at hava hálv
tíðarstarv við síðuna av løgtings
starvinum. Hetta málið fari eg at
lata løgtinginum at avgera, tí hetta
eru viðurskifti, sum eru nágreinaði
í lógini um løn løgtingsmanna og
i stýrisskipanarlógini, og liggur
sostatt uttanfyri mítt málsræði.
Borgarstjóri ella
løgtingslimur, ikki bæði