mánadagur 18. mai 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hammer og
Jens-Kjeld Jensen
Eftir nógvar áheitanir frá ser
kønum og náttúruverjustovnum
bleiv spurningurin um at friða
lundan tikin upp í tinginum í 2012.
Avgerð bleiv tó tikin um ikki at
friða lundan í øllum landinum, men
heldur at lata tað upp til einstøku
økini at friða hann so nógv og
leingi, sum tey ynsktu. Hetta
merkti, at nakrar kommunur valdu
at friða lundan í eitt ávíst áramál,
aðrar í eitt ár í senn, og uppaftur
aðrar valdu ikki at friða hann, men
fremja heldur sokallaða vísindaliga
royndarveiðu.
Í Nólsoy er loyvt at fleyga
lunda, tí grannastevnuviðtøkan
í 2013 um friðing ikki var gjørd
undir røttum fortreytum, og tí
ikki er galdandi. Landsstýrið veit
hetta, og tí elvir tað til enn størri
undran, at viljin til at bjarga einum
ikoni í føroyskari náttúru, ikki er
til staðar hjá landsins hægstu av
gerðartakarum. Vit vilja við hesum
vísa á, at stovnurin er so illa fyri,
at um bert fáir mans fara út at
fleyga lunda í Nólsoy, kann tað
fáa sera álvarsligar avleiðingar
fyri lundastovnin, og at einasti
háttur at bjarga stovninum er at
friða lundan, geva tol og fara undir
skynsama og burðardygga fleyging,
um vend kemur í, og stovnurin
gongur upp. Undir ongum um
støðum kann talan um fleyg, fyrr
enn lundin hevur fingið pisur í í
minsta lagi 3 ár á rað.
Um vit aftur taka Nólsoy sum
dømi,
vísir
nýggjasta
stovns
metingin frá 1997 at tað vóru
umleið
35-50.000
lundapør
á
oynni. Tað er greitt, at stovnurin
er minkaður munandi og at so at
siga ongin pisa er komin undan
seinastu 13 árini. Ein varlig meting
vildi verið ein minking á 3% um
árið, sum svarar til at stovnurin
møguliga liggur um 20-28.000 pør
í Nólsoy í dag. Um bara 20 mans
fara á fleyg og fáa millum 50-100
lundar hvør, er hetta millum 3-5%
av bústovninum. Hetta er ikki
burðardygt og merkir, at stovnurin
fer at taka longri tíð at koma fyri
seg, um umstøðurnar við føðini
gerast betri í framtíðini.
Vit halda ikki, at vit longur
kunnu góðtaka, at mangul uppá
neyva vitan skal verða orsøk til
onki at gera. Hóast vit hava roynt
at funnið skilagóðar frágreiðingar
uppá manglandi handling í lands
stýrinum,
kemst
eftirhondini
illa
uttan
um
niðurstøðuna,
at tey sum nú sita við maktini
hava
ein
ekstremt
líkasælan
hugburð
til
náttúruviðurskifti
í Føroyum, og tað kann tykjast
sum
einastu
tilráðingar
frá
náttúruserfrøðingum,
sum
fiskimálaráðið hevur lurtað eftir,
vóru tær sum søgdu, at vit kundu
fiska meir makrel. Vanlagnan hjá
sjófuglinum og føroysku náttúruni
annars er tann, at hon ikki kann
seljast og avreiðast á ein líka
lættan hátt sum tilfeingi í sjónum.
Um so var, hevði landsstýrið
helst
givið
henni
størri
ans.
Fuglastovnarnir eru tó ikki sørir
fyri búskaparligum virði, og tí er
tað eitt himmalrópandi paradoks,
at ferðavinnan vil marknaðarføra
Føroyar sum “unspoilt” samstundis
sum vit eru í ferð við at oyða
fuglastovnarnar.
Eisini
verður
torført at greiða eftirkomarum
okkara frá oyðandi líkasæluni, tá
ið vit vóru fullgreið yvir skaðiligu
gongdina.
Sum støðan er nú, áttu vit
at sett bjargafuglastovnarnar í
undantaksstøðu, og sett forboð
ímóti allari fuglaveiðu í eitt ávíst
áramál. Vit eru væl og virðiliga
greiðir yvir, at hetta ikki eru
hugalig boð hjá inniløgufólki kring
landið, men vit skylda okkara
eftirkomarum, at vit ikki av
berum gáloysni og líkasælu oyða
lundastovnin undir Føroyum. Um
ikki sitandi landsstýri tímir ella
torir at taka spurningin upp, so
vóna vit at onnur, sum geva sær far
um føroysku náttúruna, minnast
hetta, tá ið valið kemur.
Líkasæla hóttir lundan
Støðan hjá lundastovninum er farin frá at vera ring til at vera hættislig orsaka
av lundafleygi. Hóast hetta, nokta myndugleikarnir at friða lundan
Reimund Langgaard
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Fyrst av øllum, vil
eg nýta høvi til at
takka teimum, sum
hava varpað ljós á,
at ikki øll í Føroyum
hava tað eins gott.
Relativa fátækradømið, sum vit
síggja í Føroyum, er sjálvsagt ikki
so ringt sum tann hungursneyð,
sum vit síggja í øðrum londum,
men hon er nóg ring, og eiga vit av
gjørt at gera enn meir fyri at hjálpa
hesum fólkunum.
Tí vil eg hervið heita á lands
stýriskvinnuna í almannamálum
um at koma við einum uppskoti
um, hvussu best hjálpa hesum fólk
um og børnum – vónandi vil ráðið
hava hetta uppskotið klárt longu á
Ólavsøku. Grundin til, at eg ynskja
at heita á landsstýriskvinnuna um
at koma við nýggjum uppskoti,
heldur enn at taka undir við ver
andi uppskoti frá andstøðuni, er,
at eg ikki meti, at hetta er nóg væl
gjøgnumarbeitt, og vil er niðanfyri
greiða frá hví.
Í svari frá fíggjarmálaráðnum
til Bjarna Djurholm, stendur at
lesa, at ein einlig mamma við 2
børnum og eini mánaðarligari inn
tøku á um 21.000 kr., hevur góðar
19.000 kr. eftir (eftir skatt, ískoyti
og barnaansing), meðan ein einlig
mamma við 2 børnum og eini
mánaðarligari inntøku á 25.000
kr, hevur umleið 600 kr. minni
eftir. Grundin til, at hon kann
hava 600 kr. minni eftir, hóast inn
tøkan er 4.000 kr. meir um mán
aðin, er at hon missir fríplássið í
barnagarðinum.
Um vit nú samtykkja verandi
uppskot frá andsstøðuni og geva
tí fyrr nevndu mammuni 3.000
kr skattafrítt í barnaískoyti um
mánaðin, meðan tann seinna einki
fær, so vil tað hava við sær, at ein
einlig mamma við 2 børnum, sum
tjenar um 21.000 kr. hevur um
22.000 kr eftir, meðan ein sum
tjenar um 25.000 kr., hevur um
18.500 kr. eftir – altso vil man hava
um 4.000 kr minni eftir, um man fer
um 4.000 kr. upp í løn. Hetta vil so
hava við sær, at fólk ikki hava ráð
at fara upp í løn – og tí nokk mugu
til at arbeiða niðursetta tíð, um tey
fáa eina lønarhækkan.
Omanfyri nevndi trupulleiki er
eisini galdandi fyri pensjónistar,
sum vegna mótrokning, eisini
kunnu koma í ta støðuna, at tað
kostar teimum at fara til arbeiðis
– hetta er ikki góður politikkur.
Tað skal loysa seg at arbeiða, sam
stundis sum vit hjálpa teimum,
sum ikki fáa arbeitt.
Eg kenni ikki svarið uppá,
hvussu vit best hjálpa teimum,
sum hava trupulleikar við at fáa
endarnar at røkka saman. Eg fegn
ist um, at Almannaráðið arbeiðir
við at endurskoða skipanina við
fríplássum, soleiðis at hetta mark
ið verður hækkað, og trúgvi eg, at
hetta er eitt stig á leiðini. Men helst
mugu onnur tøk eisini takast, men
sum sagt, so hevur Almannaráðið
vónandi eitt gott og gjøgnum
arbeitt uppskot klárt á Ólavsøku.
Andstøðuuppskotið er ikki nóg gott
KJAK