Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 Í nakað av vindi var seinasta umfarið av várkappingini í Ódnartøkum róð í Vest­manna leygardagin. Onkrir nýgg­ir vinnarar vóru í róðr-un­um. Kappast hevur verið trý vikuskifti, har byrjað var flagg­dagin í Havn, síðan var róð í Runavík og seinasta um­far­ið var so í Vestmanna leyg­ar­dagin. Kappingin hevur eydnast væl. Hóast tað er tíðliga á ári­ num, og veðrið ikki av tí besta, hava fyrireikarnir lagt seg eftir, at róðrarnir eru á støð­um, har rógvandi er í nær­um øllum veðri. Onnur støð hava verið uppá tal sum t. d. Miðvágur, Vágur og Eiði har rógvandi er innan fyri havn­ar­ løg og brimgarðar. Men tað verður so kanska eina aðru ferð. Í liðkappingini, sum er ein kapp­ ing har feløgini gera lið við trimum bátsmanningum á hvørjum liði, vann eitt saman­sett lið hjá Frobiar Sóknar Róðrarfelag og Fugla­fjarð­ar Róðrarfelag. Numm­ar tvey gjørdist Havn­ar Róðr­ar­felag og nummar trý Róðr­ar­felagið Knørrur. Hjá 5-mannaførum við gentum var vinnarin hin sami, sum í hinum um­før­un­um. Firvaldur av Tvøroyri vann allar róðrarnar, meðan Jall­ur­ in gjørdist nummar tvey og Drekin nummar trý. Hetta gjørdist eisini saml­aða støðan í kappingini hjá 5-mannaførunum við gent­um. Hjá 6-mannaførunum við monnum vann Gongurolvur hjá Havnar Róðrarfelag sann­før­a­ ndi allar róðrarnar í triðja umfari. Nummar tvey gjørd­ist Rádni úr Fuglafirði, meðan Sølmundur gjørd­ist nummar trý. Saml­aði vinnarin gjørdist Gongu­rolv­ur, nummar tvey Rádni og Jall­urin gjørdist nummr trý. Hjá 5-mannaførum við kvinn­ um vann Erla Kongs­dótt­ir øll umførini. Nummar tvey Drekin og nummar trý Jallurin. Samanlagt vann Erla Kongsdóttir Ódnar­tøk­ ini, nummar tvey var Jallurin og nummar trý Teistin, sum ikki var við í umfarinum í gjár. 8-mannafars róðurin var óiva mest spennandi róðurin í gjár. Vágbingar luttóku í gjár, fyri fyrstu ferð í mong ár, við einum 8-mannafari. Teir keyptu í heyst Ørv frá Havnar Róðrarfelag og hava kallað bátin Tofta Reg­in. Vágbingar vunnu all­ar tríggjar róðrarnar í seinasta umfarinum. Men sera tætt var millum bát­ ar­nar. Argjabáturin, Heiða­ bát­urin og Miðvingur góðu hon­um skarpan gang. Rokn­ ast kann tí við einum sera spennadi róðrariári mill­um 8-mannaførini í ár. Í saml­aðu Ódnar­tøkunum vann Argja­ bát­ur­in, meðan Heiða­bát­ urin gjørdist nummar tvey og Tofta Regin nummar trý. Hjá 10-mannaførunum vann Havnarbáturin allar róðr­ar­nar í gjár. Ormurin Langi gjørdist nummar tvey og Nólsoyingur nummar trý. Drekin Reyði, sum vann fyrs­ ta umfar, var ikki við í gjár. Samlaða støðan gjørsist, at Havnarbáturin vann kapp­ing­ina, Ormurin Langi numm­ar tvey og Nóls­oy­ing­ ur nummar trý. Ódnartøk Suðuroyingar og havnar­ menn vunnu flest sigrar Leygardagin varð seinasta umfar av róðrarvárkappingini Ódnartøk róð í Vestmanna Mynd: Fríðbjartur Miðberg