Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 16 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hendingin fór fram, tá teir stóðu og gjørdu reint. Meðan Kjartan Lamhauge stendur við borðið, kemur armurin niður í ein kveyl, har endin gongur um garna­ spælið á dekkinum. - Tá eg varnaðist, at eg var drigin eftir arminum móti spæli­num, eydnaðist mær í ferð­ini at trýsta á neyðstopp knøtt­in. Armurin gjørdist fast­ur, og yvirarmurin fórst illa. Hevði tað ikki eydnast mær at trýsta á neyðstopp- knøtt­in, hevði armurin helst ver­ið slitin úr mær. Kjartan Lamhauge sig­u­r, at hóast ógvusligu við­ferð­ ina, svímaði hann ongantíð. Teir høvdu einar 4-6 tímar til lands, og meðan teir sigl­ du, lá hann á beinkinum í messu­ni. - Tað var ein øgilig pína, og eg fekk bara nakrar fáar pano­dil at linna pínuna við. Skip­ar­in hevði tosað við lækna, og eftir tilmæli frá lækna­num løgdu teir ein ísposa á armin. Hann sigur, at teir høvdu íspos­an á í einar 20 minuttir í senn, og tóku hann so av­ aft­ur. Hetta var fyri, at arm­ u­rin ikki skuldi hovna so nógv. - Seinni havi eg skilt, at hetta hevði stóran týdning fyri víðari viðgerðina á sjúkra­húsi­num. Kjartan sigur, at tá teir komu á Fuglafjørð, stóð sjúkra­bil­urin fyri teimum. Serliga yvirarmurin - Tað er serliga yvirarmurin, sum hevur fingið skaða. Tríggj­ar spengur í arminum eru sli­t­naðar, og annað bein­ ið í arminum er brotið. Ungi maðurin sigur, at stóri skurðurin í undir­arm­ inum er gjørdur av lækn­ un­um fyri at fáa húð til yvir­arm­in, soleiðis at allur arm­urin kann gerast heilur aft­ur. Tá Sosialurin skifti orð við Kjartan í síðstu viku, lá hann framvegis á Lands­ sjúkra­húsinum. - Eg vóni, at eg slep­pi heim aftur av Lands­sjúkra­ húsinum um nakrar dagar, tá armurin ikki er so hovin meira og kann seymast sam­ an aftur. Hann sigur seg vera takk­ saman fyri, at fólk allan veg­ in ígjøgnum dugdu tað, tey skuldu fyri at hjálpa honum. - Eg eri glaður fyri, at tey handlaðu rætt. Eg havi fingið alla ta hjálp, eg havi havt brúk fyri. Hóast sjúkra­ systr­ar­nar her á deildini hava nógv um at vera, eru tær altíð smílandi og í góð­um lag og eru mær til hjálp­ar, tá eg havi brúk fyri teim­um, sigur 19 ára gamli, Kjartan Lamhauge. Í næst síðstu viku fekk 19 ára gamli Kjartan Lam­hauge ein stór­an skaða í arm­ in, meðan hann var til fiski­skap við garnaskipi undir Føroyum Mundi mist armin í garnaspælinum Funningur reint vatn Týsdagin 12. mai, varð nýggi vatnbrunnurin og reinsiverkið í Funningi tikið alment í nýtslu. Funningur hevur nú eina góða og stóra vatngoymslu, samstundis sum reinsiverkið er útgjørt við bestu tøkni. Nýggj demensdeild opið hús Vilmund Jacobsen Heimatænastan í Eystur­ kom­mu­nu og Fuglafjarðar kom­mu­nu hava sett á stovn demensdeild í kjall­ ara­hæddini í Gøtubrá, sum er eldra­sambýlið hjá sam­ starvi­num í Norðra­gøtu. Tað er í hesum sambandi, at heimatænastan bjóðar til almenna móttøku í Gøtu­brá mikudagin 20. mai. Ein skrá er løgd fyri mót­tøkuna, sum byrjar klok­k­an 14.50 við tónleiki og vælkomstrøðu. Síð­ an fer borgarstjórin í Eyst­ur­kommunu, Jóhan Christian­sen, at halda røðu, og um­boð fyri avvarðandi fara at siga nøkur orð. Undir móttøkuni verður høvi at bera fram eina heils­an, og eisini verður orð­ið frítt, um fólk hava eitt hvørt upp á hjartað. Haraftrat verður á­bit og tónleikur, eins og høvi verður at síggja nýgg­ju demens­deild­ina í Norð­ra­ gøtu. Nú eldrasambýlið á Strondum er liðugt, verður bjóðað til almenna móttøku í eldrasambýlinum leygardagin 23. mai. - Tað er serliga yvirarmurin, sum hevur fingið skaða. Tríggjar spengur eru slitnaðar, og annað beinið í arminum er brotið, sigur 19 ára gamli, Kjartan Lamhauge Fríði B. Nielsen í nýtt starv Vilmund Jacobsen Eysturkommuna hev­ur sett vinnu-og mentan­ ar­sam­skipara í starv. Talan er um 41 ára gamla Fríða B. Nielsen, sum framyvir kemur at samskipa arbeiðið inn­an vinnu og mentan í kommununi. Fríði hevur útbúgving innan stjórn­mála­frøði og hevur drúgvar royndir sum samskipari. Eitt nú hevur hann starvast sum varaleiðari í FSF, Fótbóltssambandi Føroya, í átta ár, og seinastu tíðina hevur hann verið verkætlanarsettur fulltrúi í Kapp­ingar­ eftirlitinum. 23 umsóknir vóru til starvið í Eyst­ur­ kommunu. Almenn móttøka verður í eldra­sam­býli­num Gøtubrá miku­dagin 20. mai Heimatænastan hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu bjóða til almenna móttøku, nú niðasta hæddin í Gøtubrá er skipað sum demensdeild