Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 18. mai 2015 · Nr. 56 Vilmund Jacobsen - Tað er ikki bara sum at siga tað hjá mann­ing­ar­feløg­u­ num at halda eyga við, um lim­ir teirra verða avroknaðir í sam­svar við sáttmálan, og at tølini á avrokningunum eru í samsvar við veruligu av­reið­ing­artølini. Tað sigur formaðurin í Før­oya Skipara-og Naviga­ tør­felag, Annfinnur Garðalíð, í sam­røðu við blaðið Mið & Magn. Hann vísir á, at mann­ ing­ar­feløgini hava ong­an møgu­leika at eftir­kan­na viður­skift­ini, tí av­reið­ingar­ prís­ur­in ofta verður duldur. - Støðan er als ikki hald­ bar. Lógin um alment innlit verður so stramt tulkað, at ávís reiðarí beinleiðis gera sær dælt av hesum. Annfinnur Garðalíð sig­ ur, at tað er sera torført hjá manningarfeløgunum at fáa alment innlit í eitt nú av­reið­ ingar­seðlar og vektar­seðl­ ar við ymisku prísunum á ymisku fiskasløgunum - eitt nú á uppsjóvarfiski - frá ein­ støk­um reiðaaríum. - Manningarfeløgini hava av sínum eintingum - og uttan um almennu eftir­lits­ myndug­leikar­nar - eitt nú kunn­að staðfest fjald­ar frá­ dráttir, sum ikki eru loyvd­ir sam­bært sátt­mála­num. - Hetta er óreglusemi, sum átti at kunnað avdúkast í stund­ini, um eitt nú Vørn og Trygdargrunnurin høvdu latið okkum all­ar upp­lýs­ ingar um av­reið­ing­ar og ser­ liga um av­reið­ingar­prísin. Men, hesi viðurskifti fáa vit einki at vita um, legg­ur Ann­ finn­ur Garðalíð aftrat. Hann vísir á, at í einum føri hevur Føroya Skipara- og Navigatørfelag - eftir at hava fingið noktandi svar frá Vørn uppá umbøn um al­ment innlit - við egnum kann­ingum avdúkað óreglu­ semi í samband við kvota­ keyp millum skip svarandi til 35 prosent av søluvirðinum. Men, Vørn vísir til líkn­ andi mál, har sýtingin fyri almennum innliti í sølu­ prísin var kærd til løg­ting­ sins umboðsmann, sum gav Vørn viðhald um, at inn­ lits­lógin ikki fevnir um ti­l­ far, ið verður útvegað sum grundarlag til gerð av al­ menn­um hagtølum ella vís­ inda­lig­um kanningum. - Sostatt fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um upp­ lýsingar um prís á veiðini, stað­festir Annfinnur Garða­ líð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Vilmund Jacobsen - Tað gekk væl at flyta fisk­ in úr kørum í ringar. Fell­ið var at kalla einki, og fiskur­ in setti seg beinanveg í so­ kall­aða taraskógin, sum er skjól, gjørt av plastikki, ið fisk­ur­in skal hava at goyma seg í. Tað sigur Ása Johanne­ sen, granskari hjá Fiska­al­ ing, sum hevur staðið fyri verkætlanini við rogn­ kelsu­num í Nesvík. Talan er um føroyskan fisk burturav, sum nú er sett­ur út á Pollinum í Klaks­vík. - Lívfiskurin er allur fisk­að­ur undir Føroyum. Størsti parturin er fingin úr Klaksvík og er síðan strok­ in og vaksin upp í Nesvík. Fiskaaling veit at siga, at talan var um stívliga 100.000 fiskar, sum hava ging­ið í Nesvík. - Bakkafrost hevur bið­ ið um 60.000 rognkelsi, og restin verður so latin øðrum føroyskum ali­fyri­ tøk­um, veit Fiskaaling at siga í dag. - Lógin um alment innlit verður tulkað ov stramt av almennu myndugleikunum - og altíð til fyrimuns fyri reiðararnar, sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Alibrúkið hjá Bakkafrost hevur fingið føroysk rognkelsi í nakrar ringar. Talan er um fisk, sum er aldur á støðini hjá Fiskaaling í Nesvík Leggja fótonglar til fyrimuns fyri reiðararnar Føroysk rognkelsi á Pollinum í Klaksvík Tá Sea Shepherd kem­ur aftur til Før­ oya í summar, skulu tey halda seg burtur úr sjálvari Havnini. Æt­la tey sær at mót­ mæla, sleppa tey ikki long­ur enn í út­ jaðar­an í kom­munu­ ni. Tað stað­fest­ir Heð­in Mort­en­sen, borgar­stjóri Hvalbiar kommuna hevur undirskrivað sáttmála við Sp/f NJ Thomsen um útgrevstur til nýggjan barnagarð. Verkætlanin hevur tikið sína tíð, men nú kemur loksins rættiligt glið á. Soleiðis gongur við fiskiskapi Vilmund Jacobsen    Fimm línuskip eru undir Íslandi, og helst koma trý teirra heim at landa hesa vikuna. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Hini bæði línuskipini undir Íslandi koma neyvan heim hesa vikuna. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey fríggjadagin at siga, at bert eitt línuskip í løtuni fiskar undir Føroyum og fær mest av brosmu og longu og so nakað av toski og hýsu. Helst kemur línuskipið undan Føroyum inn at landa síðst í vikuni. Væntandi fóru nøkur línuskip út um vikuskiftið, og væntandi kemur okkurt av teimum smáu línuskipunum inn aftur at landa síðst í vikuni. Útlitini til útróður hesa vikuna eru einki serlig, tí streymurin verður ikki góður, men væntandi fer veðrið at roynast. - Vit vænta tó nakað av útróðri. Partrolarnir koma inn at landa, sum vikan gongur, men fiskiskapurin er vánaligur. Skipini fáa lítið av hvítum fiski í løtuni. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiðu. Væntandi koma fýra djúpvatnstrolarar inn at landa í vikuni. Tríggir fiska svartkalva og kongafisk og ein fiskar upsa. Fríggjadagin vóru fimm trolbátar til fiskiskap. Tveir hava verið á djúpum vatni og fiskað svartkalva, men fiskiskapurin hevur verið vánaligur. Ein trolbátur er norðanfyri, og ein er vesturi á rygginum. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir trolbátar helst koma inn at landa í dag, og hinir landa síðst í vikuni. - Rætturin til skjalainnlit fevnir ikki um upplýsingar um prís á veiðini, staðfestir Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag - Verkætlanin er nú liðug - tó so, at rogn til einar 100.000 fiskar aftrat eru tøk og bíða eftir kleking, sigur Ása Johannesen