Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 134 - 16. juli 2004 Nr. 134 - 16. juli 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Uppgerð í Argentina Tá Nestor Kirchner varð valdur til forseta í Argentina í fjør, lovaði hann at revsa teir, sum stóðu á odda fyri tí harðrenda hernaðarstýrinum, sum ráddi fyri borgum í árunum frá 1976 til 1983. Hann hevur hildið orð. Fyrrverandi forsetin og eina- ræðisharrin Jorge Videla situr í húsavarðhaldi, og fleiri av hansara næstu monnum eru í fongsli. Teirra millum innanríkisráðharrin hjá hernaðarstýrinum, Edouardo Albano Harguindeguy, sum bar orð fyri at vera tann mest harðrendi av øllum leiðarunum hjá hernaðarstýr- inum. Eitt nú er hann lagdur undir at hava skorið fingr- arnar av sínum mótstøðumonnum, og hann syrgdi eis- ini fyri, at nógvir andstøðupolitikarar vórðu avrættaðir, skrivar Reuters. Myndugleikarnir í Buenos Aires siga, at teir fara at taka uppaftur fleiri medarbeiðarar hjá hernaðarstýrin- um. Hildið verður, at hernaðarstýrið beindi fyri umleið 30.000 argentinum. Tey flestu vóru fólk, sum vóru virkin á vinstravonginum í argentinskum politikki. Minni stuðul til sukur Bøndur í ES-londunum eru í øðini, tí ES-nevndin hev- ur skotið upp at skerja stuðulin til teir bøndur, sum dyrka sukurrøtur. Fyrradagin savnaðust fleiri hundrað bøndur úr Spania, Portugal, Italia og Írlandi uttan fyri ES-borgina í Bruxelles. Teir róptu ókvæmisorð eftir týska kommis- erinum Franz Fischler, tí tað er hann, sum er komin við uppskotinum um at skerja sukurstuðulin. Men hann lat seg ikki ávirka. Kommiserurin vísti á, at sukurprísurin í ES-londunum er tríggjar ferðir hægri enn prísurin á heimsmarknaðinum. Stuðulin til ES-bøndurnar ger, at sukur úr londum uttan fyri samveldið kann ikki kappast á ES-marknaðinum, Eingin kapping ger, at fólk í ES- londunum alt ov nógv fyri sukrið, segði Franz Fischler. ES-londini framleiða sum er góðar 17 milliónir tons av sukri um árið, men ætlanin hjá kommiserinum er, at framleiðslan skal niður á góðar 14 milliónir tons um fýra ár. Hann er sum le Pen Formaðurin í norska Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, er rættiliga komin í andglettin, eftir at hann í einari røðu fyrr í vikuni kom við sera hvøssum atfinn- ingum at víðgongdum muslimum. Bengt Hagtvet, professari á lærda háskúlanum í Oslo, sigur við Aftenposten, at nú er eingin munur á Carl I. Hagen, franska Jean-Marie le Pen og eystur- ríkska Jørg Haider. Bæði le Pen og Haider eru víða kendir fyri síni sera víðgongdu og høgravendu sjónarmið. Bengt Hagtvet sigur, at Carl I. Hagen hevur framt politiskt sjálvmorð. Fleiri norskir politikarar hava víst orðalagnum hjá Hagen frá sær, og politiskir eygleiðarar í Oslo siga, at nú verður tað uppaftur truplari hjá Fram- burðsflokkinum at sleppa upp í nakra stjórn. Samkynd kunnu giftast Tað eydnaðist ikki republikanska flokkinum hjá Ge- orge W. Bush, forseta at fáa Senatið at samtykkja eina lóg, sum skuldi banna samkyndum at gifta seg. Í uppskotinum høvdu republikanararnir mælt til at broyta grundlógina, so hon skal banna samkyndum giftarmálum. Republikanararnir hava meiriluta í Senat- inum, men kortini fall uppskotið. 48 senatorar at- kvøddu fyri, men 50 vóru ímóti. Tað komst av, at seks republikanskir senatorar atkvøddu ímóti uppskotinum saman við demokratunum. Skuldi uppskotið samtykkj- ast og sendast til aðru viðgerð, máttu minst 60 atkvøða fyri. Í síðstu viku mælti George W. Bush, forseti, senator- unum til at samtykkja uppskotið. Forsetin segði, at tað er umráðandi at fáa staðfest, at hjúnarlag er samband ímillum mann og kvinnu og ikki tvey av sama kyni. Heystið í Kenya er miseydnað, og fleiri milliónir fólk kunnu doyggja í hungri, fáa tey ikki hjálp frá altjóða samfelagnum. HUNGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Áhaldandi turkur í Kenya ger, at jørðin gevur einki av sær, og nú rópar forsetin neyðarróp. – Fáa vit ikki hjálpa frá altjóða samfelagnum, kunnu tríggjar milliónir fólk fara at doyggja í hungri, segði Mwai Kibaki, forseti, tá hann fyrradagin helt røðu fyri umboðum hjá altjóða hjálparfelagsskap- um. Hann legði afturat, at fer tað ikki at regna í heyst, fara fýra milliónir fólk at líða hungur. Sambært forsetanum verður kornheystið í ár bara umleið 40 prosent av tí, tað eigur at vera. BBC segði í gjár, at Kenya tørvar um- leið 155.000 tons av mat- vørum, skal landið sleppa undan hungursneyð. Mwai Kibaki segði í røðuni, at Kenya hevur tørv á altjóða hjálp tað næsta hálva árið, skal landið sleppa undan einari hung- ursvanlukku. Alt fleiri og fleiri kvinnur fáa AIDS, men sjúkan rakar eis- ini kvinnurnar serliga meint á annan hátt AIDS Árni Joensen fartekst@mail.dk At ein kvinna er manni sínum trúgv merkir ikki, at hon kann kenna seg vísa í at sleppa undan sjúkuni AIDS. Nógvar kvinnur, sum eru manninum trúgvar, fáa sjúkuna, tí maðurin annaðhvørt ein rúsevnis- misnýtari ella hevur kyns- ligt samband við onkran annan. – Eg var manni mínum trúgv, men tað hjálpti ikki, tí maðurin smittaði meg, segði kenyanska kvinnan Ludfine Anyango á altjóða AIDS-ráðstevnuni í Bang- kok fyrradagin. Men hon er bert ein av mongum kvinn- um, sum eru og verða meint raktar av AIDS. Í einari frágreiðing hjá ST stendur, at altsamt fleiri og fleiri kvinnur fáa AIDS. Í 1985 vóru 35 prosent av teimum HIV-smittaðu kvinnur, men í dag eru kvinnurnar 48 prosent av teimum smittaðu. Haraftur- at vísir tað seg, at nógva- staðni eru tað serliga gentur og ungar kvinnur, sum verða smittaðar. Sambært ST eru 60 prosent av teim- um HIV-smittaðu kvinn- unum ímillum 15 og 24 ár. Ringast stendur til í teimum afrikonsku londun- um sunnan fyri Sahara- oyðimørkina. Har eru 57 prosent av teimum HIV- smittaðu kvinnur. Í einstøk- um londum so sum Bot- swana og Swazilandi eru 40 prosent av teimum kvinn- unum, sum eru við barn, smittaðar. Aðrar avleiðingar Á ráðstevnuni í Bangkok, sum endar í dag, hevur verið víst á, at AIDS hevur álvarssamar avleiðingar fyri nógvar kvinnur, sjálvt um tær ikki gerast sjúkar. Eitt nú varð nevnt, at nógvastaðni noyðast kvinn- urnar at gevast við út- búgvingini, tí tær mugu fara heim at vera um pápan, bróðurin ella sonin, sum hevur fingið AIDS. Teir politisku leiðararnir stóðu eisini fyri skotum. Fleiri vístu á, at politikar- arnir hava vent tað deyva oyrað til, og at teir als ikki hava skilt, hvussu vanda- mikið tað er, at so nógvar kvinnur verða HIV- smittaðar. – So leingi kvinnurnar eru hóttar, og so leingi tann trupulleikin ikki verður tikin í størri álvara henda eingi framstig í bardagan- um ímóti AIDS, segði leiðarin í ST-stovninum UNAIDS, Peter Piot. Vanlukka ST-frágreiðingin ávarar um, at tey bæði fólkarík- astu londini í heiminum, Kina og India, mugu taka sær um reiggj. Eisini har eru nógvar kvinnur HIV- smittaðar, og heldur gongd- in fram, kann AIDS gerast ein sonn vanlukka í teimum báðum londunum, sigur ST. Fyri fáum árum síðani varð hildið, at tey norður- amerikonsku londini høvdu fingið tamarhald á AIDS- sjúkuni, men tølini hjá ST vísa nú, at í veruleikanum eru tilburðirnir øktir lut- falsliga meiri har enn nakra aðrastaðni í heiminum. Millliónir kunnu doyggja í hungri í Kenya AIDS er um at gerast ein kvinnusjúka Mentunarleiðarin í Klaksvík: Bara hugflogið setur markið Týsdagin handaði Bjarni Ziska Dahl, formaður í Lions Club í norðoyggjum, Finn Johannesen, ung- dómsvenjara hjá KÍ ein kekk í sambandi við, at hann skal á vitjan í býnum Liverpool. Hann verður gestur hjá fótbóltsfelagnum Everton FC, sum hevur eitt framúr ungdómsarbeiði. Endamálið við ferðini er, at Finn skal nema sær meira vitan innan venjara- yrkið. Hann fer avstað tann 30. august og verður burtur í ein mánað. - sae - Klaksvíkar kommuna hevur sett Dávur Winther í starv sum mentunarleiðari í Klaksvík. Hann sigur, at hetta er ein stór avbjóðing, og bara hugflogið setur mark fyri, hvat kann gerast STARVSETAN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Nýggi mentunarleiðarin í Klaksvík eitur Dávur Winther. Hann skal byrja í nýggja starvi sínum aftan á summarfrítíðina. Dávur hevur verið byggifulltrúi á teknisku deild í Klaksvíkar kommunu inntil nú. Hann hevur tó, serliga tey seinnu árini, fingist nógv við at fyriskipa ymisk mentunarlig tiltøk í býnum. Og nú kommunan gjørdi av at seta ein mentunaleiðari, helt Dávur, at tað kundi verið spennandi at arbeitt við mentan burturav. – Við komandi broyting- unum í infrastrukturinum her, má sigast, at hetta er ein stór avbjóðing. Og fasta sambandið letur eisini nakrar hurðar upp fyri møguligum framtíðar sam- starvi við grannaøkini hjá okkum, sigur nýggi ment- unarleiðarin. Dávur sigur, at hann hev- ur altíð havt stóran áhuga fyri mentan. Hansara upp- gáva fyrst og fremst verður at virka sum ein samskipari av tiltøkum og so framvegis á tí mentunarliga økinum í Klaksvík, sum veruliga hevur ligið á láni, síðani kommunan legði mentunar- deildina niður í 1993 or- sakað av kreppuni. – Mentamál eru umleið 30 % av fíggjarætlanini hjá kommununi, so her er talan um eitt rættiliga stórt øki, har møguleikarnir eru nær- um ótømandi við verandi og komandi karmum, sigur nýsetti mentunarleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Dávur Winther. Dávur Winther er 47 ára gamal og hevur starvast í umsitingini hjá Klaksvíkar kommunu síðani 1987. Lions stuðlar ungdómsvenjara Nýggi mentunarleiðarin í Klaksvíkar kommunu eitur Dávur Winther C M Y K 3 2