Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 134 - 16. juli 2004 Nr. 134 - 16. juli 2004 5 Oljuleki á Havnar- vág OLJULEKI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Týsdagin kl 15.58 fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um ein oljuleka á Havnar- vág, táið eitt skip skuldi bunkra. Tað, sum hendi var, at skipið hevði bílagt 30.000 litrar av olju, men táið 27.000 litrar vóru pumpaðir, fleyt brádliga yvir. Maskinmeistarin skifti yvir í ein annan tanga, men har gingu bert 500 litrar í, so fleyt eisini yvir har. Tann, ið hevði bunkringina undir hond, stongdi olju- kranan alt fyri eitt. Men tá var longu fitt av olju farið út á Vágna. Ikki er greitt hvør hevði skuldina, men løgreglan í Havn kannar nú málið. Norski bólkurin, Gåte, ið skal framføra á G!, er komin til landið TÍÐINDASKRIV Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Ein av bólkunum, ið skal framføra á G! fríggjakvøld- ið, er komin til landið. Mikukvøldið vóru tey niðri á sandinum í Syðrugøtu og hugdu seg um. Gåte er ein hin best um- tókti bólkurin í Noregi. Tey flætta gamlan norður- lendskan fólkatónleik við nýggju rákini frá nútíðini. Tey hava verið á konsert- ferð í Evropa, har tey eisini hava luttikið á teimum stóru festivalunum. Nevn- ast kann millum annað, at tey vóru við á Roskilde festivalinum í fjør. Gåte framførir á G! fríggjakvøldið kl. 21.15. Norski bólkurin Gåte er komin til Føroya. Mikukvøldið vóru tey á sandinum og hugdu seg um Gåte komin til landið Týsdagin um 16 tíð- ina fekk Tórshavnar sløkkilið boð um olju á vágni. Hetta er 12. fráboðanin í ár, og á brandstøðini halda teir, at hetta høga talið botnar í líkasælu frá teimum, ið hava oljuna um hendi OLJULEKI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tað var ikki ein so serliga stórur leki, men eini 200- 300 litrar fóru á sjógv, siga teir á Brandstøðini. Teir siga, at slík óhapp henda, táið skip ikki fáa tikið ímóti tí nøgdini av olju, sum teir biðja um. Tað flýtur rætt og slætt yvir. Teir fóru beinanvegin 6 mans av brandstøðini, og løgdu eina flótisperru um skipið, sum bunkraði. Men teir fingu ikki alla oljuna uppaftur, verður sagt. Oljan rekur skjótt á sjó- num og tað er skjótt, at hon spreiðir seg um stór øki. – Vit fingu nógv av tí sum var farið á sjógv, men vit fáa ongantíð tikið alt upp aftur. Vit kunnu ikki súgva oljuna upp mitt á vágni, men mugu hava hana inn ímóti onkustaðni, fyri at fáa alt upp. Men tað er sjáldan at tað letur seg gera. Ofta rekur oljan inn ímillum bátabrúgvarnar í Vágsbotni, og har verður torført at fáa alt uppaftur, verður sagt á Brandstøðini. Teir siga, at teir í ár hava fingið heili 12 fráboðanir um olju á vágni. Í juni vóru 3, og í juli hava higartil verið 2. Tað er eitt stórt arbeiði at fáa olju uppaftur av vágni, og týsdagin vóru teir 6 sløkkiliðsmenn til arbeiðis, umframt ein frá brennistøð- ini, sum hevði súgvaran um hendi. Vit meta, at tað er alt ov nógv líkasæla, tá tað kemur til olju. Fólk leggja einki í, um tað fara nakrir litrar á sjógv. Men tað ger stóran skaða, og tað er ógvuliga óheppið fyri seglskipini, sum liggja inni í Vágsbotni við turistum, staðfesta teir av Brandstøðini. Umhvørvisnevndin á Tórshavnar Býráð, sigur seg saknað eina felags bunkringar- reglugerð fyri alt landið. – Tað er alt avgerandi, at vit fáa hana skjótast gjørligt, sigur Tórfinn Smith, formaður í heilsu- og umhvørvisnevndini OLJULEKI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tórfinn Smith, formaður í heilsu- og umhvørvis- nevndini sigur, at tað er sera óheppið, ikki at hava eina tílíka felags bunkring- arreglugerð. – Olja flýtur um kommunumørk, uttan at spyrja nakran eftir. Tí er tað óheppið, at tað ikki er ein felags reglugerð, sum allar kommunurnar kunnu fyrihalda seg til, sigur hann. Hann sigur, at tað í løtuni verður arbeitt við eini slík- ari reglugerð, og at Tórs- havnar býráð í næstum fer at rykkja eftir henni. – Tað er alt avgerandi, at vit fáa hana skjótast gjørligt, sigur hann. Hann heldur afturvend- andi trupulleikan um olju á vágni verða sera harmi- ligan. – Hetta er ótrúliga keðiligt, men óhapp fara jú altíð at henda. Spurning- urin er so bara, hvussu nógv av hesum óhappunum kundu verið fyribyrgd, sigur hann. –Vit kunnu jú heldur ikki noktað bátum og skipum at bunkra, sigur hann. Býráðið sendi í mars 2004 nakrar viðmerkingar til innlendismálaráðið, sum hevur reglugerðina um hendi, men enn hava teir einki frætt í málinum. – Við hesi reglugerðini høvdu allar havnir havt eitt sterkt amboð, tá tað kemur til oljulekar. Mannagongdir – Tá ið olja fer á vágna, eigur at verða fráboðað beinanvegin. Hendir tað undir eini bunkring, so verður tað altíð fráboðað, tí oljufeløgini hava greiðar reglur hesum viðvíkjandi. Tá er lætt hjá løgregluni at staðfesta hvør hevur á- byrgdina og skuldina. Tá vita vit eisini, hvagar rokn- ingin fyri upptøkuarbeiðið skal sendast, og um tað kemur so vítt, hvønn vit skulu melda. Verri er, um tað eru smá- bátar, sum t.d. leka olju við kølivatninum. Tá verður syndarin ógvuliga sjálvdan funnin, sigur Tórfinn. Hann sigur, at løgreglan, sløkkiliðið og umboð frá býráðnum altíð fara á staðið, tá slíkar fráboðanir koma. So verður mett um hvussu stórur skaðin er, og hvat skal gerast. Á býráðnum halda tey tó, at mongu oljulekarnir alt ov sjáldan fáa nakrar avleið- ingar. – Høvdu vit havt eina greiða reglugerð sum segði: tað og tað er hent, og tískil fær reiðaríið eina so og so stóra bót, so hevði tað verið nógv greiðari, og tað hevði kanska eisini minkað um lekarnar, tá fólk vistu, at tað heilt víst fekk avleið- ingar. Okkurt má í øllum førum gerast, tí vit finna okkum ikki í hesum longur, verður sagt á býráðnum. Oljulekarnir á vágni: Stór líkasæla Umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð: Eftirlýsir bunkringarreglugerð Vøkru, hvítu kappróðrarbátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, vórðu kanpt so vakrir og hvítir eftir venjingina týskvøldið. Hóast sløkkiliðið hevði verið á stanum og sogið oljulekan, so var fram- vegis nakað av olju eftir. Nú er bert at vóna, at vágin verður rein á òlavsøku, so allir bátarnir ikki síggja soleiðis út, eftir síðsta róðurin Mynd: Havnar Róðrarfelag Kriminelt flogvit Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur enn einaferð givið út nýggja bók. Tað er Bergur Rasmussen, sum hevur týtt Eoin Colfer og hansara Artemis Fowl úr enskum. Talan er um ævin- týrkenda ungdómsbók, sum er tann fyrsta í røðini av trimum. Kring heimin eru bøkurnar um Artemis Fowl sera væl umtóktar. Flogvit Á baksíðuni á nýggju bók- ini lesa vit: „Tólv ára gamli Artemis Fowl er eitt krim- inelt flogvit. Men hóast tað kann Artemis ikki vita, hvussu endin verður, tá ið hann skipar fyri at ræna úlvin, Holly Short, sum er kapteynur í HULdeildini. Tí hetta eru ikki álvar úr barnasøgum! Nei, hesir álvarnir eru vandamiklir og alvápnaðir…" Álvar broyta mannagongd "Artemis heldur, at hann hevur sett álvarnar skák mát, tí teir eru bundnir av føstum reglum og manna- gongdum. Men so broyta álvarnir sínar manna- gongdir…" Eoin Colfer er føddur í 1965 og íri. Hann er út- búgvin fólkaskúlalærari. Hansara fyrsta bók varð givin út í 1998, men tað var ikki fyrrenn í 2001, tá hann gav Artemis Fowl úr, at hann gjørdist rættiliga kendur uttanfyri landodd- arnar eisini. -hkm Tólv ára gamli Artemis Fowl er eitt kriminelt flogvit... Innlit í jørðina Jarðfrøðissavnið hevur fyri fyrstu ferð givið út prentaða ársfrágreiðing. Endamálið er at geva fólki innlit í tað arbeiðið, sum Jarðfrøðissavnið hevur um hendi við kol- vetnisleiting, jarðalisfrøði og almennari jarðfrøði. Í ársfrágreiðingini finn- ur tú eisini smærri greinar um ymiskt evni, sum knýta seg at stovninum og arbeiðið, sum stovnurin ger. Til ber at lesa um "Oljuleiting við Føroyar" eftir Sigurð í Jákupsstovu, "Jarðfrøðiligar forkann- ingar í samband við tunn- ilsgerðir" eftir Claus And- ersen og "Elsta jarðfrøði- liga granskingin og kort- leggingin av Føroyum" eftir Anette Jægerup. Ársfrágreiðingin telir 34 síður, og hon er prent- að í litum. Meira ná- greiniligir upplýsingar finnur tú á heimasíðuni hjá Jarðfrøðissavninum www.jfs.fo. -hkm TÍÐINDASKRIV SMS Leygardagin kl. 11.00 verður árliga ólavsøku- framsýningin í SMS sett. Klokkan 11.30 syngur am- erikanski gospelsangarin Russ Taff. Tann stóra ólav- søkuframsýningin í SMS verður í ár gjørd saman við Fornminnissavninum. Framsýningin verður sett leygardagin 17. juli kl. 11.00 av Eyðuni Andre- asen, fólkalívsfrøðingi. Fleiri brúðarpør Framsýningin umfatar eina rúgvu av myndum av brúð- arpørum, umframt brúðar- klæðir gjøgnum tíðirnar. Fornminnissavnið eigur bæði myndirnar og klæðini. Tilsamans er talan um um- leið 200 myndir, har Forn- minnissavnið kennir nøvn- ini á fólkunum á teimum 60. Fleiri myndatakarar hava tikið myndirnar kring alt landið, og Fornminnis- savnið vónar, at fólk fara at hjálpa við at finna útav, hvørji fólkini eru á mynd- unum. Talan er ikki bara um brúðarpør, onkuntíð eru onnur á myndunum eis- ini, eitt nú systkin. Føroysk framleiðsla Á framsýningini verða eis- ini nøkur dømi um brúðar- stás, t.d. tríggir brúðarkjól- ar frá ávíkavist 1915, sein- ast í tjúgunum og seinast í 40'árunum, umframt tveir klædningar, annar frá um- leið 1900 og hin frá seinast í 40'árunum. Viðvíkjandi gomlu klæð- unum er at viðmerkja, at talan er um føroyska fram- leiðslu, og at øll klæðini verða útstillað í glas- montrum. Russ Taff á setanini Í sambandi við setanina leygardagin hevur SMS gjørt avtalu við fyrireikar- arnar av G! Festival, sum er í Gøtu fríggjadagin og leygardagin, at kendi am- erikanski gospelsangarin, Russ Taff - sum framførir á G! leygardagin kl. 19.00 - eisini trínir á pallin á Torginum í SMS. -Russ Taff hevur roynt seg innan eina ørgrynnu av genrum, og hevur sum fáur megnað at samantvinna samtíðar- tónleik við bæði tónleika- ligu, mentanarligu og anda- ligu røtur sínar djúpt í suð- urstatunum í USA. Eitt orð, ið væl kann lýsa stílin hjá rock'n'rollaranum, soul manninum, country og gos- pel sangaranum Russ Taff, er 'Sál'. Framførslan hjá Russ Taff á Torginum í SMS verður leygardagin kl. 11.30. Ólavsøka í SMS Áðrenn tann 1. september 2004 skulu øll upplýsingar- kerv, sum eru fevnd av lógini um persónsupplýs- ingar, lúka treytirnar í kunngerð nr. 28, frá 27. februar 2003 um trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum. Kunning um hesa lóg fæst á heimasíðuni hjá D á t u e f t i r l i t i n u m www.datueftirlit.fo. Har finnur tú trygdarkunngerð- ina og vegleiðing til kunn- gerðina. -hkm Ársfrágreiðingin hjá Yrkis- útbúgvingarráðnum er nú latin almenninginum. Frá- greiðingin er fyri ráðsset- una 2003/2004. Hon er rit- stjórnað av Yrkisdeplinum og ráðsformanninum í Yrkisútbúgvingarráðnum, Alfred Petersen, sum er valdur av landsstýrismann- inum. Kunnað verður um virksemið hjá ráðnum, yrkisnevndunum og Yrkis- deplinum. Harumframt er yvirlit yvir ráðslimir, vara- limir og skúlaumboð. Við- heftur frágreiðingini er bóklingur um yrkisútbúgv- ingarnar. Læraratilgongdin 2003 er eisini lýst. Lesið meir um Yrkisdepilin á h e i m a s í ð u n i www.yrkisdepilin.fo. -hkm Nýtt frá Yrkisdeplinum Skil á kervið C M Y K 5 4